AG-Kjøt gevst
AG-Kjøt, sum Alberg Gaardlykke á Nesi hevur átt í fimm ár, hevur flett seyð fyri bøndur um heystarnar og hevur skorið og pakkað neytafjórðingar fyri bøndur gjøgnum alt árið.
- Eg havi havt frí úr arbeiði um heystarnar, tá flettingin hevur verið fyri, men flestu neytini eru skorin eftir arbeiðstíð um kvøldarnar og leygardagar. Nú eg havi fingið leiðarastarv hjá Krás í Hósvík, røkkur tíðin ikki til. Tí havi eg gjørt av at gevast og havi selt alla útgerðina til Haraldssund, sum nú tekur virksemi, ið eg havi havt, upp har norðuri, sigur slaktarin, Alberg Gaardlykke.
2000 seyðir
Í fjør heyst fletti AG-Kjøt tilsamans 2000 seyðir, og tað var met hjá virkinum.
- Vit byrjaðu fyri við 400 seyðum tað fyrsta árið, men flettingin vaks alla tíðina, til vit í fjør flettu størsta talið, vit komu upp á hesi fýra árini.
Men AG-Kjøt hevur ikki bara flett seyð um heystarnar.
- Vit hava eisini skorið og pakkað neytafjórðingar fyri bøndur í fimm ár, og neytini hava seinnu árini ligið millum 260 og 270 um árið.
Sosialurin var inni á gólvinum hjá AG-Kjøti seinasta fríggjadag, tá tey skóru og pakkaðu seinastu neytafjórðingarnar, nú Alberg hevur gjørt av at selja alt virksemi.
- Síðsta vika var ein stór vika hjá okkum. Tá skóru og pakkaðu vit tilsamans 126 neytafjórðingar – eftir arbeiðstíð, sigur hann.
Vanliga hevur hann havt tvey fólk aftrat
sær, men tá ið mest hevur verið at gjørt, sum í síðstu viku, vóru tey fýra aftrat Albergi sjálvum.
Alberg er útbúgvin slaktari. Hann byrjaði at læra hjá Eysturoyar Heilsølu, men endaði læruna hjá táverandi MBM-Kjøti í Hósvík, har hann nú aftur er í føstum starvi hjá Krás og hevur eini 10-12 fólk undir sær sum leiðari.
Hann sigur, at mest er at skera við neytum um heystarnar og út í februar.
- Tí hava heystini mangan verið rokalig við nógvum seyði til flettingar og bøndrum, sum vilja hava síni neyt skorin og pakkað.
Alberg sigur, at AG-Kjøt hevur fingið neyt at skera úr øllum landinum – ja, heilt úr Trøllanesi í norði, Bø í vestri og til Sumba í suðri.
- Seyðurin er hinvegin komu úr økjum, har koyrandi er, leggur hann aftrat.
Angrar og ikki
Vit spurdu eisini Alberg Gaardlykke, um hann kanska fer at angra søluna av virkseminum, sum hann hevur havt seinastu 5 árini.
- Tað vildi verið undarligt, um eg segði, at eg longu angraði, men sjálvandi eri eg givin við blandaðum kenslum. Seinastu árini havi eg skorið neytini í leigaðum hølum niðri í Oyrunum á Toftum, men nú eg bygdi mær egin hús, riggaði eg meg til í mínum egna kjallara, har øll útgerðin til skurð og pakking stóð uppi.
Alberg sigur, at tá hann mánakvøldið var norðuri í Haraldsundi og legði nýggju eigarunum lag á, dámdi honum væl at fáast við fletting aftur.
- Jú, hetta var ein deilig løta, og hvør veit, um eg ikki fari onkran túr norður aftur, nú fjøllini standa fyri, sigur hann.
Óskipaði viðurskifti
Nú Alberg Gaardlykke bæði hevur arbeitt hjá MBM-Kjøti, hevur havt egið virkið, og nú aftur er í starvi hjá Krás í Hósvík, er lítið at ivast í, at maðurin veit, hvat hann tosar um.
- Tað, sum ger meg mest vónbrotnan í øllum hesum virksemi, er, at tær almennu Føroyar ikki taka nakra avgerð um, hvør ætlanin er við hesum partinum av landbúnaðinum í Føroyum.
Hann heldur, at viðurskiftini rundan um slátur og viðgerð av føroyskum kjøti í síni heild eru ov tilvildarlig.
- Matvørulógin hevur sínar ásetingar, men mær vitandi finst eingin kunngerð, sum sigur, hvussu eitt føroyskt sláturhús skal síggja út. Tú kanst einki gera, tú kanst gera okkurt – og viðhvørt er líkt til, at tú kanst gera alt, sum hann tekur til.
Alberg spyr, hví eitt virkið sum MBM-Kjøt í sínari tíð skuldi noyðast at ganga undir øll møgulig krøv, samstundis sum kjøt frá bøndrum, ið ikki lúka somu krøv, kundi liggja í diskunum við síðuna av kjøti hjá táverandi og einasta góðkenda sláturvirki í Føroyum.
- Á MBM-Kjøti noyddust vit at gera miljóna íløgur fyri at kunna drepa kríatúr og pakka kjøt undir skipaðum og góðkendum viðurskiftum, samstundis sum onkur annar bóndi slapp at selja sínar vørur undir liðini á okkara vørum – uttan góðkenning.
Alberg Gaardlykke heldur, at skal skil fáast á hendan partin av føroyska landbúnaðinum, er neyðugt, at politiskir myndugleikar og heilsumyndugleikar gera greiðar linjur um, hvussu fram skal farast.