Føroyska liðið gav norðurírum serbretska mótstøðu, og tað dugdu gestirnir ikki at handfara.
Við vælskipaðum verjuparti, stríðshuganum miðvølli, ágrýtnum framherja, nógvum longum bóltum og hóttandi mótálopum, eydnaðist tað føroyska liðnum at fáa stig móti Norðurírlandi.
Serbretskur, írskur og norðurírskur fótbóltur verður róptur »kick and rush«, har uppspælið snýr seg um at sparka bóltin upp um miðvøllin, og fram til framherjarnar, sum onkursvegna skulu finna út av at sparka bóltin í málið.
Føroyar góvu norðurírum serbretska mótstøðu í gjár, og tað riggaði.
Ágrýtnir føroyingar
Avrikið hjá føroyska landsliðnum í gjár er eitt hitt frægasta, sum føroyingar hava víst á føroyskum vølli.
Teir tveittu seg heilhjartaðir í nærdystirnar frá fyrsta bríksli, og føroyska liðið royndi at spæla bólt, tá møguleikin var til tað.
Jónas Tór Næs og Erling Jacobsen stóðu seg væl sum vongverjar, og Christian Lamhauge Holst var snúningsdepilin í mótálopum. Holst dugdi væl at halda bóltinum, meðan liðið flutti seg fram á vøllin, fyri síðan at spæla hann víðari.
Lítið hugflog
Norðurírland hevði lítið at bjóða í framrættaða spælinum.
Tað sást týðiliga, at norðurírar eru ikki vanir við at vera nógv á bóltinum. Teir dugdu ikki at seta dagskránna, og gestirnir nýttu sama uppspæl, sum teir plaga.
Við langum bóltum fram til Kyle Lafferty, sum skuldi berjast um bóltarnar við føroysku miðverjarnar.
Tað passaði serliga væl hjá Atla Gregersen. Hann hevði trupulleikar við Lafferty í fyrra hálvleiki, sum hevði við sær, at framherjin kom fram til tríggjar møguleikar, uttan at hann setti Jákup Mikkelsen undir trýst. Gregersen hevði betri tamarhald á honum eftir hvíldina. Verjuleikarin hevði trupulleikar í Slovenia, tí hann noyddist ofta at renna um kapp við framherjarnar. Tað gjørdi hann ongantíð í gjár.
Norðurírsku vengirnir høvdu lítið at bjóða. Teir høvdu lítið hugflog. Teir sluppu sjáldan til baklinjuna. Føroyska liðið hevði flestu menninar á aftastu 35 metrunum í verjustøðu, og føroyski miðvøllurin syrgdi fyri, at gestirnir høvdu lítið pláss at spæla á.
Norðurírland saknaði ein einstakling, sum kundi fanga føroyingarnir á skeiva beininum, ella leggja grundarlagið undir óvæntaðar støður. Føroyingarnir vistu so at siga allatíðina, hvør næsti leikurin hjá norðurírum var, og tí var stundum lætt at verja fyri.
Fantastisk bjarging
Jákup Mikkelsen prógvaði væl og virðiliga, at hann er framvegis førur fyri at vera føroyskur landsliðsmálverji.
Hann varð tvær ferðir noyddur at tveita seg í fulla longd í seinna hálvleiki, og meistarliga vardi hann fyri.
Men so hevði hann eisini eina bjarging í serflokki. Lafferty stýrdi bóltinum móti handara málhorni við høvdinum, tá Jákup Mikkelsen var sum ein køttur og tveitti seg heilt upp í hornið og fekk stýrt bóltinum framvið málinum. Ein fantastiskt bjarging!
Trýstu seinastu løtuna
Norðurírar komu av álvara undir trýst, tá Holst hevði lagt Føroyar á odda. Tíbetur, kanska.
Gestirnir fingu skund og gjørdu ov skjótt av, og tað hevði fleiri mistøk við sær. Ikki tí, norðurírarnir høvdu fleiri møguleikar at javna og at leggja seg á odda, men føroyingarnir hóraðu undan.
Men væntaði stormurin av álopum kom ongantíð.
Takk fyri!
Ágangurin er stundum harður mótvegis føroyska fótbóltslandsliðnum.
Tað hevur verið langt millum snapsirnar seinastu árini, og meðan Pál Joensen og aðrir svimjarar hava gjørt um seg millum tey bestu í Evropa, hava fleiri í sama viðfangi sagt, at fótbóltslandsliðið er ein skomm, tí liðið fær so sjáldan stig.
Landsliðsleikararnir staðfestu í gjár, hvussu ein stór fótbóltsuppliving kann savna føroysku tjóðina og fáa tjóðarskaparkensluna fram í okkum øllum.
Føroyingarnir runnu, stríddust, skumpaðu og takklaðu í 90 minuttir. Júst soleiðis, sum vit vilja hava tað.
Takk fyri!
Føroyar – Norður-Írland 1-1 (0-0)
Svangaskarður, Toftir
1921 áskoðarar
Dómari: Cyril Zimmermann, Sveis
Linjuverjar: Beat Hidber og Bruno Zurbrugg
1-0: Christian Lamhauge Holst, 60.
1-1: Kyle Lafferty, 76.
Føroyar: Jákup Mikkelsen, ÍF – Jónas Tór Næs, B36, Atli Gregersen, Víkingur, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Erling Jacobsen, Víkingur – Símun Samuelsen, HB, (Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, 78.), Daniel Udsen, EB/Streymur, (Jann Ingi Petersen, 68., NSÍ), Christian Lamhauge Holst, Silkeborg, (Jústinus R. Hansen, 85.) Hjalgrím Elttør, B36, - Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Gult kort: Jónas Tór Næs, 38., Atli Gregersen, 72., Arnbjørn Hansen, 84.
Venjari: Brian Kerr
Norður Írland: Maik Taylor, Birmingham – Chris Baird, Fulham, Jonathan Evans, Manchester United, Stephen Craigan, Motherwell, Gareth McAuley, Ipswich Town – Chris Brunt, West Bromwich Albion, Steven Davis, Glasgow Rangers, Niall McGinn, Peterborough United, (Corry Evans, Manchester United, 83.) Aaron Hughes, Fulham – Kyle Lafferty, Glasgow Rangers, Warren Feeney, Oldham (David Healy, Sunderland, 50.)
Gult kort: Steven Davis, 87.
Venjari: Nigel Worthington