Stór hol vóru í verjuni hjá FCK

Fótbóltur: Liðini hjá bæði Toda Jónsson og Jákupi Mikkelsen taptu í fyrsta umfarinum í donsku kappingini

Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge høvdu vónað, at teir í teimum báðu fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin kundu fáa fulla úrtøku og harvið seks stig. Men soleiðis verður tað ikki. Herfølge var í Viborg seinnapartin sunnudagin, og har taptu teir 1-0. Tað vóru ikki fleiri enn 998 áskoðarar og hugdu at, og veðrið var einki serligt. Stutt undan dystarbyrjan var heglingsælingur.

Álopið hjá Herfølge var tannleyst, og tað var sera sjáldan, at málverjin hjá heimaliðnum var undir trýsti. Viborg hevði meiri spæl, og tað var ikki óuppiborið, at tað vóru teir, sum fingu øll stigini.

Jákup Mikkelsen hevði fleiri bjargingar, men tá tjúgu minuttir vóru farnir av fyrra umfarinum fór eitt mál ígjøgnum hjá honum. Eftir innlegg úr høgru var talan um ein fluktara av markinum á málteiginum. Anders Winther, sum skoraði, var staddur eitt sindur til vinstru fyri málið.

Longu í annaðkvøld skulu teir í Herfølge aftur í eldin. Tá fáa teir vitjan av botnliðnum úr B93, sum sunnudagin á heimavølli tapti 3-0 móti AaB. Jákup og teir eiga at vinna á B93, men meiri enn hundrað ára gamla liðið av Eysturbrúgv í Keypmannahavn vísti í 1. hálvleiki móti AaB, at teir eru ikki púra fyri ongum.


Kortslutningur

Fyri Toda Jónsson og FCK var tað ein dreymur, at teir longu eftir tríggjar minuttir komu á odda. Eftir innlegg frá Briani Laudrup úr høgru smekkaði vongverjin í vinstru, Niclas Jensen, í handara hornið, og so sá alt ljóst út.

Men bara seks minuttir seinni javnaði Brøndby, og tá var fyrsta ábendingin um, at FCK verjan var at tosa við. FCK álop endaði við, at teir vórðu dømdir fyri rangstøðu. Spælt var fram í høgru, har kantspælarin var púra leysur, hálvflata innleggið var neyvt, Bent Christensen var púra leysur við handara stólpan, og so var javnt.

21 minuttir vóru farnir, tá Brøndby kom á odda, og aftur var talan um óvanliga vánaligt verjuspæl. Ole Bjur fekk bóltin mitt fyri, hann sneiddi fýra mótstøðumenn av sær, og í einum trunka av mótstøðumonnum fangaði hann nýggja málverjan hjá FCK, norðmannin Thomas Gill, á skeiva beininum.

Og longu tveir minuttir seinni økti Brøndby, tá teir í triðju rohndini móti málinum skoraðu triðja málið. Aftur var opið í vinstra verjuborði hjá FCK, aftur vóru eftiransingarnar inni undir málinum vánaligar, og FCK málverjin tóktist tungur, tá hann hugdi at bóltinum, sum smoygdi sær inn við handara stólpanum.


Todi var tætt við

Í 2. hálvleiki royndi FCK at koma aftur í aftur, men tað var torført. Brøndby helt alla tíðina fýra verjuspælarar aftarlaga á vøllinum. Brian Laudrup, sum ikki fekk serliga fólkaliga móttøku frá viðhaldsfólkunum hjá barndómsfelagnum, fór langt aftur á vøllin fyri at koma við í spælið, og tá eingin av miðvallarunum royndi at koma fram í fremstu røð, hevði tað við sær, at Todi Jónsson ofta var einsamallur á toppinum, og so sigur tað seg sjálvt, at tað var torført.

FCK fekk mál uppá brotsspark, tá 70 minuttir vóru farnir. Brotssparkið varð dømt eftir einmansavrik av Briani Laudrup, og skotinum hjá Carsten Hemmingsen bilti einki.

Tríggjar ferðir var um reppið, at Todi fekk mál, og allar ferðirnir stóð Brian Laudrup fyri uppspælinum. Fyrstu ferðina varð Todi skumpaður eitt lítið sindur og yvirplaseraði úr høgru yvir handara málhorninum eftir eitt tvey samanspæl við Brian Laudrup.

Næstu ferðina royndi Todi mitt fyri málinum, eftir at Brian hevði sera skrúvandi innfyri úr vinstru, men tað kom ikki ferð á bóltin og Mogens Krogh hevði lætt við at bjarga. Síðstu ferðina stútaði Todi upp um, eftir at Brian Laudrup hevði sneitt seg leysan í vinstru. Tíverri fyri FCK og Toda var føroyski álopsmaðurin staddur eitt sindur frammanfyri stólpan, tá hann stútaði.

Áhugin hjá pressuni var sjálvsagt størstur at frætta, hvat Brian Laudrup hevði at siga um fyrstu royndina, eftir at hann er komin heim aftur úr útlandinum.

Brian Laudrup staðfesti, at teir taptu, tí verjan var so vánalig eina løtu, men hann helt samstundis, at teir høvdu havt møguleikar at fingið okkurt málið afturat teimum báðum, sum teir fingu.

18.316 áskoðarar vóru í Brøndby sunnukvøldið, og tað var umleið tríggir fjórðingar av øllum áskoðarunum, sum hugdu at teimum fýra dystunum í superliguni sunnudagin.


Tætt í toppinum

Lyngby vann 2-1 á útivølli móti Vejle, og Silkeborg vann í Aarhus á Fremad.

Fríggjakvøldið klokkan 18 føroyska tíð skal FCK spæla á heimavølli í Parkini móti Vejle.

AB, sum skuldi spæla á heimavølli móti AGF í gjárkvøldið, er á odda í superliguni.