Zakarias Wang gongur Erasmusi Montanusi ein skarpan gang

Søgan um tá Zakarias helt seg finna ein feil á síðu 23...

Sjúrður Skaale

Eg havi, vegna Norðuratlantsbólkin, staðið fyri at fáa gjørdar tvær bøkur um tey rættindi og teir møguleikar, sum Føroyar og Grønland eiga sambært altjóða lóg.
Onnur bókin lýsir hetta mál úr 10 sjónarhornum, og dygdin er so mikið góð, at eitt altjóða forlag varð sinnað at geva hana út. Eg havi, eftir áheitan, longu lagt hana fram fyri lærarum í altjóða lóg á donskum universitetum, og sum tað sær út fer hon at verða nýtt í undirvísingini longu komandi ár. Og sambært forlagnum er hon longu seld í fleiri londum. Eg haldi tað er at fegnast um, at fólk fáa óhefta upplýsing um Føroyar.
Hin bókin er eitt savn við 364 søguligum keldum, sum fyri mesta partin ikki hava verið kendar áður, og sum varpa nýtt ljós á hví vit standa har, vit standa í dag.
Hallbera West og Maria Heinesen, sum hava savnað og skipað hesar søguligu keldur, hava gjørt slóðbrótandi arbeiði. Og keldurnar hava fingið nógva umrøðu ta síðstu vikuna. Tær vísa nevniliga millum annað, at Danmark grovliga villleiddi ST, tá Grønland í 1953 varð gjørt til ein part av Danmark. Hetta er álvarsamt. So álvarsamt, at viðurkendir serfrøðingar í altjóða lóg - m.a. fyrrverandi danski løgmálaráðharrin Ole Espersen - halda, at tað eigur at fáa politiskar avleiðingar í dag.
Fjølmiðlar í bæði Føroyum, Grønlandi, Danmark og Noregi hava víst hesum ans, og onkur altjóða fjølmiðil hevur sett fólk at kanna tað nærri.

Ein feilur...
Viðvíkjandi Føroyum koma eisini viðurskifti til sjóndar, sum ikki hava verið kend áður, og føroyskir søgumenn, sum hava lisið tilfarið, halda tað vera virðismikið.
Men Zakarias Wang heldur lítið um tað. So lítið, at hóast hann skuldi eitast at ummæla tað í útvarpinum mánakvøldið, ikki tók tað upp á tungu...
Zakarias segði í "ummælinum", at feilir eru í einum stuttum yvirliti yvir søgu Føroya, sum stendur í bókini - og tí helt hann ikki arbeiðið hjá Mariu og Hallberu vera vert so mikið sum at nevna.
Umrødda yvirlit var ikki neyðugt at hava við í bókini, og tað hevur einki beinleiðis samband við ella týdning fyri sjálvt keldusavnið. Men eg bað høvundarnar gera tað sum eina tænastu til ókunnugar lesarar. Og Zakarias hevur lutvíst rætt. Tað er ein spurningur um tulking, men við góðum (ella óndum) vilja ber kanska til at siga, at onkur lítil feilur hevur sníkt seg inn í yvirlitið.
Hóast hesin lítli feilur ongan týdning hevur fyri sjálvt keldusavnið, er hetta sjálvsagt nakað, ein ummælari kann gera vart við. Men Zakarias fer longur enn so. Hansara niðurstøða er, at orsakað av feilinum í yvirlitinum - sum altso ikki er partur av sjálvum keldusavninum - er alt savnið virðisleyst! So fullkomiliga virðisleyst, at maðurin, sum er settur at ummæla savnið, ikki tekur savnið upp á tungu í sínum "ummæli"!

Ósakligt
Her hava altso tvær kvinnur í langa tíð pløtt skjalasøvn ígjøgnum fyri at fáa til vega nýggja vitan um søgu Føroya og Grønlands. Tær hava skipað tilfarið. Tær hava skrivað samandráttir. Og úrslitið hevur vakt ans í fleiri londum. Men Zakarias, sum skal ummæla tað fyri føroyskum lurtarum, sigur ikki eitt einasta orð um tað 278 síður stóra savnið, tí hann heldur seg hava funnið onkran feil í einum lítlum yvirliti á síðu 23...
Tað er í sjálvum sær ógvuliga langt úti. Men tað er ikki alt. Zakarias sigur nevniliga eisini, at tað eri eg, sum havi gjørt hetta ólukku yvirlit. Tað havi eg ikki, men tað sigur hann altso. Við øðrum orðum: Maðurin kolldømir alt tað stóra arbeiðið hjá Hallberu og Mariu, tí hann heldur seg hava funnið onkran lítlan feil, sum hann sigur Sjúrð Skaale hava gjørt! Erasmus Montanus hevði ikki klárað tað betri: Sjúrður er býttur - ergo eru Maria og Hallbera býttar...
Sambært Zakarias ber ikki til at hava álit á samandráttunum av keldunum í savninum orsakað av tí lítla feilinum í yvirlitinum. Her skal altso verða talan um manipulatión.
Men Zakarias nevnir ikki, at tað klárt og greitt stendur í bókini, at allar keldurnar í fullari longd verða lagdar út á internetið í januar. Hetta til tess at tryggja, at øll fáa fulla atgongd til alt, og eingin kann leggja nakran undir at manipulera við nøkrum. Tí endamálið var og er bara at leggja fram tilfar, sum áhugað fólk kunnu lesa, og søgu- og samfelagsfrøðingar kunnu greina - uttan fyrst at skula nýta mánaðir og ár í skjalasøvnum til at leita eftir tí.
Tað veit Zakarias. Og tí var tað óalmindiliga ósakligt av honum í sínum "ummæli" at rógva frammiundir, at Hallbera West og Maria Heinesen hava manipulerað við tí tilfarinum, sum er givið út.