Fá fólk í Funningi

- Nei, her er lítið fólk eftir í bygdini. Men tíðirnar kunnu broytast, soleiðis at fólk aftur fer at flyta higar, sigur 69 ára gamli funningsmaðurin, Sámal Petersen

Funningur: Tað standa tveir mans og práta niðri á støðni.

Annar sum er elsti maðurin í bygdini, vaskar bil, meðan hin maðurin styttir sær stundir við einum práti.

Nú umboð fyri tíðindatænastuna órógva teir í prátinum er skjótt, at evnið verður bygdarmenning ella bygdardeyði. Í øllum førum er týðiligt at skilja, at her kundi staðið betri til: Fólkatalið minkar, skúlin er í vanda fyri at lata aftur og barnatalið fækkast.

- Ja, tað sigur seg sjálvt, at um ein skúli í eini bygd letur aftur, tá kann ikki standa serliga væl til, slær Sámal Petersen fast.

Prátið fellur inn á bygdarlívið og tær umstøður, sum fólkið her hevur livað undir gjøgnum tíðirnar. Sjálvur fór Sámal til skip á ungum árum, men hevur eisini arbeitt á landi. Nú, á ellisárum røktar hann seyð í Líðini.

Tað skilst á øllum brøgdum, at fólk harmast um gongdina, men tann stóri spurningurin er, hvat gerast kann fyri at fáa broyting í.


Bert eldri fólk

Tað vóru tær tíðir í Funningi, tá fólk støðaðust og nógv børn og ungfólk vóru í bygdini. Her var eisini skúli, soleiðis at ungdómurin kundi vera sum longst í heimbygdini.

Eitt skifti beint eftir kríggið, tá Sámal fór í skúla, vóru eini 40 skúlabørn í bygdini. Men síðani tá hevur talið bara gingið ein veg – niðureftir! Í dag er bert tann eini næmingurin í Funnings skúla, og er hesin knýttur at grannaskúlanum í Funningsfirði.

Fólkatalið hevur somuleiðis fylgt hesi gongdini: Í dag eru tey bert 71 í tali, men tá tey vóru flest – tað var í 1988 – vóru 117 fólk skrásett í bygdini.

Tíggju ár seinni fór talið niður um 100, og bert hetta farna árið er fólkatalið lækkað við fýra. Og tað er ikki frítt, at henda gongdin harmar fólk í Funningi. Ein teirra er 69 ára gamli Sámal Petersen. Hann tekur soleiðis til orðanna:

- Støðan er tann, at í dag eru bert eldri fólk í bygdini, kann man gott siga. Tað eru eini fimm smábørn og bert eitt skúlabarn!


Møtti ongum

Um ein lítur yvir hesa vøkru bygdina er skjótt at staðfesta, at tað serliga er í niðara parti av henni at húsini standa tóm.

- Nei, tað er ikki altíð so hugaligt at vera her, slær Sámal fast.

Eitt er so tað, at fólkatalið minkar, men tað sum kanska órógvar fólkini mest er, at ein av barnafamiljunum ætlar sær at flyta av bygdini í næstum.

Hetta fer sjálvandi at merkja bygdarlívið, tí tað er nú einaferð so, at børnini skapa lív í bygdini, - ja, júst sum tað var tá Sámal var barn.

Tá kundi ein mangan síggja børnini spæla uttandura, og aðrastaðni sá ein einar 10 til 15 mans standa og práta saman. Men so er ikki longur.

- Eg havi upplivað at ganga oman higar á støðna, niðan aftur fram við ánni og havi gingið soleiðis runt bygdina tríggjar ferðir – og alt uttan at møta so mikið sum einum einasta menniskja, sigur Sámal.

Síðani sjónvarpið kom er støðan ikki batnað hesum viðvíkjandi. Og nú ið tríggir stórir parabolar eru settir upp niðri á støðni, er hugsandi at fleiri rásir verða at velja millum.


Tað unga fólkið

Tey seinastu árini hava nógvar bygdir merkt til somu gongd sum aðrastaðni kring heimin: Fólk flyta hagar sum tænasturnar og tilboðini eru.

Hóast Funningur skuldi ligið væl fyri í landslagnum – t.v.s. at stuttur og breiður vegur er bæði til Funningsfjarðar og til Eiðis – so er tað ein sannroynd, at hetta hevur ikki verið nóg mikið til at halda fólkið í bygdini.

- Tað vísir seg at vera ringt at fáa ta unga fólkið at støðast í bygdini, slær Sámal fast.

- – Tað vil bara fara burtur frá, sigur hann, ikki sørt harmur á málinum, og peikar út yvir Funningsfjørð, yvir ímóti Elduvíksnesi.

Í tí bygdini er heldur ikki ov væl statt við fólki. Har eru ikki nógvir elduvíkingar eftir, men annars er nógv virksemi av fólki ið hava keypt og umbygt hús í huganligu bygdini.

Hesa somu gongdina hava tey somuleiðis sæð í Funningi, at fólk úr t.d. Havn og Vestmanna hava ognað sær hús her og gera tey í stand. Fyri Sámal er tað ikki bert við illum eygum at hann eygleiðir hetta.

- Tað er ikki so galið, tá tey eldru húsini, sum bara hava staðið tóm í nógv ár, verða shinaði upp.

- - Jú, tað lívgar um, men tað er kortini lítið hugaligt um veturin, tí tá er ofta tómligt. Men um summarið, tá er nógv fólk her, sigur hann.