Føroyakvøldunum ber til hjá ferðafólki at uppliva føroyska mentan og mat, og í ár skipa vit fyri Føroyakvøldum bæði á Selatrað, á Skála og á Glyvrum, sigur Rannvá. Leiðarin á Kunningarstovuni í Runavík greiður [...] er farin undir summarsigling sína, og nógv fólk koma eisini loftvegis til Føroya. Somuleiðis leggja nógv ferðamannaskip leiðina fram við okkara lítla oyggjasamfelag, og í ár hava meiri enn 40 slík boðað [...] num eftir summarhúsum. - Tað hevur verið stórur eftirspurningur eftir húsum, og til dømis høvdu vit væl kunna brúkt eini 10 hús afturat á páskum, so stórur var eftirspurningurin, sigur Poula Strøm, leiðari
framleiða og útflyta fiskavørur frá fiskiveiðu og aling til útlendskar marknaðir - og hesin útflutningur fyllir næstan 100% av samlaða útflutninginum. Men mongdirnar á rávøru, sum vit kunnu veiða og framleiða [...] samstundis sum prísir á td. fiski og olju eisini kunnu sveiggja nógv. Vit eru eftir hesum sera nógv tengd at hugsa og virka í mongd ella kvantitativt - heinta-mentan og mongd-mentan. Vøksturin elvt til [...] okkum burturúr øllum trupulleikum, avbjóðingum og loysnum. Vit verða noydd at broyta hugburð og hugsanarhátt Vit verða noydd at hugsa um, hvussu vit skipa og innrætta okkara samfelag - heilt einfalt tí trøini
Herjálvi og kimað. Øll børnini í bygdini fóru upp á kirkjuloftið og hugdu at og lýddu á, meðan Herjálvur kimaði. Tey elstu sluppu viðhvørt at halda í bandið eina løtu, men tey yngstu sótu still og hugdu at [...] buksum og reyðari húgvu. Hann hevði ein sekk á bakinum, ein rættiligan sekk, ikki ein svartan ruskposa ella ein fagurtlittan úr BR. Hann var ikki ógvusligur á nakran hátt, lítil og lítillátin eins og Herjálvur [...] maskinu. Herjálvur var fjórðyngstur av 10 systkjum. Hann var sonur Onnu á Bønhúsfløtu úr Nesi í Hvalba og Tummas Thomsen í Kvilt. Sum ungur arbeiddi Herjálvur á kolinum, og eisini var hann í Íslandi eina tíð
einum nógv intensari støði av hesum sama: um hvussu ein kundi læra at elska og hata, og upp og niður, og gott og ilt, og at missa og vinna. Samanborið við onnur var tað lívið, vit livdu spentari, ein hyper-versión [...] saman, skipar og fær burturúr. Og tað er ikki so lítið. Enn kennast fólk við Beatles og teirra tónleik. Kenna teirra sangir, keypa teirra fløgur. Beatles hava livað av allar kreppur í tríati ár og gera tað [...] Elvis bygdi jú sjálvur á blues og country ? svart og hvítt ? hvørs samanrenning varð upprunaligi rokktónleikurin á bygd, har balstýrin ung møttust. Langt innan Elvis. Og Haley við. Heilt aftur til ta ferðina
seinastu vikurnar havi skorað í landskappingini og steypakappingini. Hann og Lars Højer stóðu hesa ferð fyri uppspælinum. Bólturin var stungin inn um verjuna, og tað eydnaðist mær at lyfta hann upp um málverjan [...] at spæla fótbólt. Hann hevur hildið bæði beinini á jørðini og sagt, at skal møguleiki vera fyri hesum, so skal hann spæla hvørja ferð við FCK, og hann skal skora mál mest sum hvørja ferð. Tað er óvist, um [...] krøvini, sum hann hevur sett sær sjálvum. Hann er fastur maður í álopinum hjá FCK, og hann skorar mál so at siga hvørja ferð. Og nú restar bara eitt mál í, til føroyski álopsspælarin hjá FCK hevur lagt seg við
). Tað var ein bátur hjá Uvak, og róðu teir út í Grønlandi. Tá teir komu aftur úr Grønlandi, varð skipið selt til Noregs, og fór Sverri við. Hann mynstraði av í India og fór við einum svenskum báti, nevndur [...] í Tórfinsgøtu eftir skúlatíð. Har vóru nógvir Opel og Vauxhall aftugørdir, og í tí sambandinum vóru nógv ørindi til Vilhelm Nielsen. Tá menn fyri 10 árum síðani tóku seg saman at stovna felagið Føroya [...] at fáa lutir, sum í dag, og teir hjálptust við tí, teir høvdu. Og tá Sverri skuldi seta motor í bátin, so gjørdi hann ikki matari, enn at hann skar ein Chevroletmotor í helvt og fekk tá ein minni motor
ein afturvendandi trupulleiki í nógv ár og tað er ferð eftir ferð komið fyri, at tey hava noyðst at seta sparitiltøk í verk, sum hava rakt sjúklingar í størri og minni mun. Ikki ráð at leggja undir skurð [...] brúkast í sambandi við skurðviðgerðir. Samstundis er ein seingjadeild við 10 sengrum til hesar skurðsjúklingar, afturlatin og tí ber ikki til at leggja fólk undir skurð. Tað merkir, at ein partur av v [...] talgilda heilsuskipan, THS, í verk og tað hava vit lagt stóra orku í at venja starvsfólkið til í summar. - Tað er ein rættiliga umfatandi skipan, sum krevur góða venjing og vit hava brúkt hetta høvi við lágum
so eydnaðist Súna Olsen at skora til 1-0 upp á fyrstu royndina hjá GÍ móti ungverska málinum, gav eyka orku og mót, og sjálvt um ungverjarnir settu meiri ferð á og eftir lítlari løtu skoraðu tvey mál (hitt [...] at teir høvdu bóltin nógv meiri, og í at teir spældu seg til eina røð av upplagdum málmøguleikum, men teir vóru sera skjøtilsleysir og óneyvir í royndunum móti málinum, og tá teir raktu innanfyri stólparnar [...] gumpatungur, og tað er lítið sannlíkt, at hetta liðið verður langlívað í europeisku kappingini. MTK hevur fýra menn á landsliðnum ? málverjan, aftasta mann, og miðvallararnar Gábor Halmai og Béla Illés.
Ein og hvør hevur rætt til innlit í fyrisitingina, og harvið eisini virksemið hjá kommununum. Hetta er ásett í løgtingslóg nr. 133, frá 10.06.1993. Tað var henda rættin eg vísti til, tá eg tíðliga í vár [...] Eingin má vita hví hasin fekk byggiloyvi og hasin ikki. Eingin má vita, hví hasin slapp at festa garðin og hasin ikki. Eingin má vita, hví hasin bleiv stjóri og hasin ikki. Dømini eru frá so ymiskum stovnum [...] fyri borgaran og ikki øðvugt. Ein máti er at seta ein løgtingsins umboðsmann, sum kann hava eftirlit við fyrisitingini. Umboðsmaðurin er eitt bolverk ímillum borgaran og fyrisitingina, og hann hevði við
Thomsen. Hon hevur nú lisið í Aberdeen í fimm ár, og er útbúgvin innan politikk og altjóða viðurskifti. - Eg geri nú eina serritgerð í altjóða viðurskiftum, og skal tí vera í Aberdeen í eitt ár aftrat, sigur [...] kvinnur og menn, sigur Ingibjørg Thomsen. Kappast verður í singlesculler, doublesculler, fýra rógvarum og átta rógvarum. - Vit venja rættiliga hart í løtuni. Vit eru fýra ferðir á ánni um vikuna, og venja [...] hoyrdist, at úttøkukapping skuldi vera til skotska landsliðið, og tí varð alt pakkað út aftur. - Eg var so við til úttøku kappingina, og fyri umleið trimum vikum síðani fekk eg so - óalment - at vita,