Nú skorar Todi hvørjaferð

Fótbóltur: Jákup Mikkelsen hevði ikki møguleika at vísa síni kynstur, tá vánaliga OB vitjaði í Herfølge

Todi Jónsson hevur ongantíð dult, at hansara dreymur er at sleppa longri út í Europa at spæla fótbólt. Hann hevur hildið bæði beinini á jørðini og sagt, at skal møguleiki vera fyri hesum, so skal hann spæla hvørja ferð við FCK, og hann skal skora mál mest sum hvørja ferð.

Tað er óvist, um Todi Jónsson fer at fáa nakað tilboð um at spæla uttanlanda, sjálvt um tað skuldi verið nærliggjandi at ímynda sær, at venjarin hjá Lyngby, Benny Lennartson, fór at seta klaksvíkingin ovarlaga á ynskiseðlinum, um hann tekur av tilboðnum hjá Standard Liége í Belgia, um at gerast venjari hjá teimum.

Men vit kunnu undir øllum umstøðum staðfesta, at Todi hesar nógvu síðstu vikurnar hevur livað upp til krøvini, sum hann hevur sett sær sjálvum. Hann er fastur maður í álopinum hjá FCK, og hann skorar mál so at siga hvørja ferð. Og nú restar bara eitt mál í, til føroyski álopsspælarin hjá FCK hevur lagt seg við síðuna av David Nielsen, sum higartil hevur verið toppskjútti hjá FCK. David Nielsen, sum hevur spælt 25 dystir, hevur skorað níggju mál, og Todi Jónsson, sum hevur spælt 15 dystir, hevur skorað átta ferðir.


Hongur betri saman

Hesa ferð var tað AGF, sum Todi áður hevur spælt fyri, ið vitjaði í Parkini.

Spælið hjá FCK hekk betri saman, enn tað hevur gjørt leingi, og tað var heilt skjótt, at Todi Jónsson legði heimaliðið á odda:

? Henrik Larsen hevur lagt upp til til fýra av teimum fimm málunum, sum eg hesar seinastu vikurnar havi skorað í landskappingini og steypakappingini. Hann og Lars Højer stóðu hesa ferð fyri uppspælinum. Bólturin var stungin inn um verjuna, og tað eydnaðist mær at lyfta hann upp um málverjan, sum var á veg út, greiðir Todi Jónsson frá úr Keypmannahavn.

Lars Højer økti til 2-0, og tað var ikki fyrrenn sjey minuttir fyri leiklok, at AGF minkaði um munin.

FCK hevði fleiri aðrar næskar royndir, og tvær ferðir var um reppið, at Todi klatraði longri upp á málstiganum. Fyrru ferðina smekkaði hann til fyrstu ferð eftir innlegg, men málverjin stóð akkurát har, sum bólturin kom, og seinnu ferðina rakti Todi í høvdið á veteraninum í AGF málinum, Lars Windfeld.

Kent Karlsson, venjarin hjá FCK, hevur broytt eitt sindur upp á uppstillingina. Todi er nú einsamallur á toppinum, og so fær hann stuðul frá Thomas Thorninger og Bjarne Goldbæk, tá FCK er í álopi.

Hesa ferð kom David Nielsen inn í 2. hálvleiki, tá hann avloysti Goldbæk, sum hevði fingið ein lítlan snudd.


Jákup arbeiðsleysur

Herfølge og Jákup Mikkelsen høvdu vitjan av OB. Undan kappingarbyrjan varð OB mett millum liðini, sum kundu vinna DM, men nú bendir alt á, at stórfelagið í Odense við øllum milliónunum hevur beina kós móti niðurflyting.

Í síðstu viku fekk Roald Poulsen fyri aðru ferð í síni tíð sum venjari sekkin frá OB. Jákup Mikkelsen kendi seg ongantíð hóttan, og tað var sjón fyri søgn, at á OB liðnum eru eingir arbeiðsmenn. 1-0 sigurin hjá Herfølge ger, at teir eru so gott sum leysir av niðurflytingarplássinum, sum teir so at siga undan hvørjari kapping verða dømdir til at enda á.

OB er sjey stig frá bjargingini, og støðan gjørdist ikki betri, tá Aarhus Fremad, sum er eitt av liðunum OB hyggur langt eftir, vann á heimavølli móti AB.

Ikast, sum er á øðrum av niðurflytingarplássunum, megnaði 1-1 í Aalborg. Brøndby smurdi á heimavølli Vejle av 5-0, og nú verða teir neyvan tiknir í kappingini um DM.

Silkeborg var eisini sannførandi, tá teir á heimavølli vunnu 3-0 móti Lyngby.

Tað er nógv lív í danska fótbóltinum, nú teir skunda sær at verða lidnir við lands? og steypakappingina, so landsliðið kann fara undir síðstu fyrireikingarnar til HM endaspælið.

Longu í annaðkvøld skulu Todi og FCK spæla seinnu seimifinaluna í steypakappingini í Ikast. Teir vunnu fyrru semifinaluna 4-1. Sunnudagin skulu teir spæla í Lyngby, og annan hóskvøld skulu teir aftur spæla móti Ikast, tá verður tað í landskappingini. Burtursæð frá semifinaluni í steypakappingini so spæla Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge eins nógvar dystir, sum teir FCK gera.