Birgir Kruse
ANTHOLOGY: Oh mín sjel, er hon komin. Bókin um beatlarnar úr Liverpool, skrivað soleiðis, sum teir sjálvir vilja. John, sjálvandi posthumt. Kom framat hesum sekspunds risa í Bókasøluni hjá altíð fryntliga Kára í SMS. Kagi innar í permuna, sum er í arkarbrotið, jú Klaus Voorman eigur hana. Sami maður, sum skar Revolverplátuna so hegnisliga í 66. I feel fine.
"Innan Elvis var einki" skal John Lennon hava sagt. Kjakast kann til dómadags um virðið í hesum pástandi, tí Elvis bygdi jú sjálvur á blues og country ? svart og hvítt ? hvørs samanrenning varð upprunaligi rokktónleikurin á bygd, har balstýrin ung møttust. Langt innan Elvis. Og Haley við.
Heilt aftur til ta ferðina, Hank koyrdi inn í náttina, Sony gav okkum transistarin, og grammofonin kom á borðið, heilt til ta tíð kunnu vit av røttum siga, at innan hetta var einki. Innan grammofonina var einki. Við grammofonini bleiv rokktónleikurin markleysur og fór um allan heim. Og ger tað enn, nú vit eru um at leggja lok á tjúgindu øld og kunnu staðfesta, at ivaleyst var júst hann ? rokktónleikurin ? mest tónagevandi miðil í fólksligu mentanini og tað uttan at hava mist stevið. Still my guitar gently weeps.
Fimm ár seinni møttust tveir unglingar á einum kirkjubasari í Liverpool og verðin skuldi aldri verða hin sama. Heilt nágreiniliga leygarkvøldið hin 6. juli 1957. John og Paul. Hin seinni imponerar hin fyrra við at duga at stemma ein gittara og hópin av sangum. Grundlógarnevndin verður til.
Restin er søga; fyrsta plátan, hin síðsta og so framvegis. Vanligu popptrivialitetirnir. Men stóri spurningurin var altíð, hví? Hví fóru teir hvør til sítt, hin gráa fríggjadagin 10. apríl í 1970? Var tað Yoko Ono, sum spilti spælið, ella var tað hin peningagríski Paul? Ella vóru hetta bara søgur?
400 ymsar bøkur hava roynt at svara. So mangar bøkur sigast hava verið skrivaðar um The Beatles. Bert í aktuellu bókaskránni hjá A&R Booksearch í Cornwall ? hin fremsti tónleikabókahandilin ? finna vit 100 Beatlesbøkur. Sigst, at hetta var orsøkin til, at Paul fekk lagsbrøðurnar George og Ringo at siga teirra egnu søgu. Og her er hon so. 367 blaðsíður, innbundin, í arkarbroti fyri 490 krónur. Eitt gott keyp um ein samanber við danska prísin, sum er 649 krónur. Og í Noregi sama upphædd í norskum krónum. Fyri sparda peningin fæst júst ein nýggj fløga!
Í bókini "Antholgy" kunnu vit á bls. 347 lesa hesi orð frá Ringo um Beatles-skilnaðin: "Eftir at Plastic Ono Band fyrstu ferð høvdu spælt í Toronto, møttust vit í Sawille Row, har John at enda reisti spurningin. Hann segði "Ja, hatta var so tað dreingir. Lat okkum gevast nú". Hinvegin kann á somu síðu lesast, at Paul hevði roynt at hildið orkestrinum saman: "Eg segði, at vit skuldu royna at spæla á teimum smáu støðunum aftur ? eg eri sannførdur um, at vit eru eitt fínt, lítið orkestur, vit skuldu funnið upprunaligu røturnar, og hvør veit, hvat so kann henda? Kanska gevast vit tá, ella finna vit útav, at vit enn hava nakað at geva". Paul McCartney heldur fram "John stærdi at mær og segði: "Tú, eg haldi tú ert pillbýttur, eg hevði ikki ætlað at sagt tær tað, fyrr enn vit høvdu skrivað undir sáttmálan við Capitol" ? Klein royndi at fáa okkum at skriva nýggjan sáttmála við plátufelagið ? "Men eg fari úr bólkinum!" Vit bliknaðu allir og hingu við nevninum", sigur Paul um dagin, tá teir endaligu gjørdu av at fara hvør til sítt.
Stundum kann ein farri av misnøgd hómast, tá um Yoko Ono ræður. Hon órógvaði og ivaleyst hjálpti hon John Lennon at finna dyrnar. Og kanska var tað í røttum tíma. "Hon noyddi meg at gerast avant-garde og læta meg úr klæðunum, beint sum eg bara ynskti at blíva Tom Jones" sigur John Lennon yvir kendu sovikamarsmyndini, har hann og Yoko standa spillnakin (bls. 300).
Við størri greidleika kemur fram, at Paul McCartney stundaði eftir tí fullkomna og helst hevur hevjað seg upp á stjórnarpallin nakað ofta. Í hvussu er í mun til hinar. Ein gerð, sum ikki er sambærilig við felags Beatles-andan í bólkinum yvir øllum samanspældum bólkum, har "her-og-nú" kenslan var kjarnin. So leingi tað vardi. John Lennon tímir ikki hesa stremban. Orkar hana ikki. Hatar hana. Og alt hon umboðar. Hetta er list og ikki fals. Men Paul McCartney er maðurin, ið heldur saman, skipar og fær burturúr. Og tað er ikki so lítið.
Enn kennast fólk við Beatles og teirra tónleik. Kenna teirra sangir, keypa teirra fløgur. Beatles hava livað av allar kreppur í tríati ár og gera tað ivaleyst enn. Í brotinum "The Split" sigur George Harrison á bls. 353: "The Beatles vóru alt, ið hendi okkum. Tað snýr seg um at skilja, at upp og niður snúgva seg um somu rørslu. Alt broytist, og er tó í javnvág, og hvat, ið enn hendir, er tað tú, sum setir tað í gongd. Moralurin í hesi søgu er, at um tú góðtekur hæddarpunktini, so mást tú eisini gjøgnum dýpini. Grundað á The Beatles, vórðu tilverur okkara á einum nógv intensari støði av hesum sama: um hvussu ein kundi læra at elska og hata, og upp og niður, og gott og ilt, og at missa og vinna. Samanborið við onnur var tað lívið, vit livdu spentari, ein hyper-versión. Tó, samanumtikið, er alt gott. Tað, ið hendi okkum, er gott, tá vit læra. Ilt kann tað bert blíva, um vit ikki lærdu: Hvør eri eg? Hvar fari eg? Hvaðan eri eg?"
Tað eru beatlarnir sjálvir, ið siga frá í bókini "Anthology". Søgur teirra glíða inn í hvørja aðra, so ilt er at halda skil á, hvar hvør partur endar. Í veruleikanum endar bókin ikki fyrr enn tú letur hana aftur. Hetta er ein nærum endaleysur streymur av samrøðum úr sjónvarpssendingunum, sum í 1996 fylgdu við og løgdu grund fyri teim trimum Anthology-fløgunum (1995-96) og 8 videobondunum, sum síðani fingust til keyps. Nú bókin er komin er krúnan sett á verkið. Hetta verkið. Tí Apple-ánararnir, amputeraða grundlógarnevndin Paul, George, Ringo og Yoko hava enn eina forrætning at koyra. Tey taka avgerðirnar og øll hava tey eina hugsan um, hvussu hetta skal gerast, sigur norski EMI stjórin Michael Manasse. Ítøkiligar ætlanir, sum røkka tíggju ár fram í tíðina, eru longu samtyktar, sigur hann. Og tað er eingin loyna, heldur Manasse fram, at talgilt fínpussaðar upptøkur av gomlum plátum verða endurútgivnar og at ein stór Beatles-boks fer at koma.
Á heimasíðuni www.beatlesfans.com frættist, at í kjalarvørrinum á "Anthology" bókini hjá Cassel & Co, kemur ein savnsfløga við teim bestu Beatles-sangunum fyrst í næsta mánaði. "The Beatles Greatest Hits" er heitið, og fløgan fevnir um 27 sangir, sum allir hava verið nummar eitt í USA og Onglandi. Aldri áður hevur verið gjørdligt at fáa bestu Beatles-sangir á einum diski. Stóð tað til plátufelagið EMI var fløgan longu í búðunum, men Apple, sum eigur rættindini til Beatles-sangirnar, hevur aðrar ætlanir.
Ájú, hava áður verið savnsplátur við The Beatles. Hvør minnist ikki dupultu pláturnar "1962-1966" og "1967-1970", sum eisini gingu undir heitinum "hin reyða og hin bláa"? Hesar savnsplátur, sum komu á Apple í 1973, eru seldar í 30 mió eintøkum. Sølan er strandað, tí tilsamans eru tær ov dýrar. Nýggjur pakki má til, og nú kemur hann. Ein einsamøll savnsfløga, sum letur upp fyri nýggjum keypskreftum, nú jólini eru í hond. Og í heimlandi jólamansins væntar stjórin í norska EMI at selja hálvthundraðtúsund Beatles "Greatest Hits" fløgur hesar knøppu tveir mánaðirnar uppundir jól.
Og væl í gagnist teimum. Vit taka fegin ímóti. Grundlógarnevndin megnar enn at seta tónan.
The Beatles Anthology:
"Anthology 1"
(2CD Apple 1995)
"Anthology 2"
(2CD Apple 1996)
"Anthology 3" (2CDApple 1996)
"Anthology Video" (8VHS Apple1996)
"Anthology" (bók 367 s. Cassel & Co 2000)
"Greatest Hits"
(CD Apple 2000)
Bestu LP?plátur nakrantíð:
Sgt Pepper (Critic?s choice top 200 albums, bók 1978)
Sgt Pepper (Top 100 albums, bók 1987)
Revolver (Virgin All Time Top 1000 Albums, bók 2000)
Revolver (Q Magazine, tíðarrit 2000)
Beatles -filmar:
A Hard Day's Night Richard Lester UK 1964 85 min, sv/hv. Ummælarin Leonard Maltin metir filmin sum ein klassikara og gevur honum besta ummæli.
Help!
Richard Lester UK 1965 90 min, í litum. Maltin gevur filminum gott skoðsmál.
Dokumentar-filmar:
The Compleat Beatles
Patrick Montgomery
US 1982, 120 min í litum. Frásøgumaður er Malcolm McDowell. Maltin gevur hesum dokumentarfilmi 3 av 4 stjørnum.
Birth of the Beatles
Richard Marquand
US 1979, 100 min í litum. Maltin gevur hesum sv-dokumentarfilmi miðal skoðsmál. Bólkurin Rain framførur kendu Beatles-sangirnar.
Bestu sangir nakrantíð:
1. In My Life - The Beatles
2. (I can?t get no) Satisfaction ? Rolling Stones
3. Over the Raimbow - Judy Garland
4. Here, There and Everywhere - The Beatles
5. Tracks of my Tears - Smoky Robinson & Miracles
6. The Times They are A-Changing - Bob Dylan
7. Strange Fruit - Billie Holiday
8. I Can?t Make You Love Me - Bonnie Raitt
9. People Get Ready - The Impressions
10. You?ve lost that Lovin? Feelin - Righteous Brothers
(Mojo, tíðarrit 2000)