Tí ongi jól í okkara barnadøgum uttan Herjálv sum jólamann og gamlaárskvøld endaði als ikki, um Herjálvur ikki kimaði tað nýggja árið inn.
Tað var eitt sindur ringt at finna fram til, hvussu jólamansbúnin sá út í fimti og -seksti árununum. Eg skrivaði fyrst til Jónu. Hon hevði nógv minni um Herjálv, men hon mintist ikki, hvussu hann var ílatin sum jólamaður:
"Trúgvari sál skalt tú leita leingi eftir. Mær nýttist ongantíð at biðja hann sita barnagenta hjá mær, tá hann arbeiddi her í Havn, hann møtti trúliga upp hvørt kvøld, tá frúan skuldi út, um tað so var sangvenjing, bindiklubb ella okkurt triðja. So saknurin var stórur, tá hann flutti til Sandvíkar at búgva. Hann var eisini tann fyrsti, sum meldaði seg til silvurbrúdleypið. Eg eri so glað um, at tað untist okkum at hava hann við. Hann hevur verið við til alt, sum vit hava havt líka sjálvskrivaur sum pabba og systkini". So mong vóru orðini, men hon mintist ikki búnan hjá jólamanninum: "-Royn Hildebjartu, hon minnist so væl", kom t-bræv aftur. Eg royndi so Hildebjartu, og jú, tá bar til:
Okkara jólamaður var í koti hjá Hans Paula hjá Ninna, svørtum buksum og reyðari húgvu. Hann hevði ein sekk á bakinum, ein rættiligan sekk, ikki ein svartan ruskposa ella ein fagurtlittan úr BR. Hann var ikki ógvusligur á nakran hátt, lítil og lítillátin eins og Herjálvur sjálvur var í veruliga lívinum.
Sum vit eldust, vistu vit øll, hvør var í kotinum, men jólini vóru ikki rættilig jól, hevði jólamaðurin ikki verið á jólatrænum í dansistovuni ella í skúlanum.
Soleiðis var eisini á nýggjárinum. Nýggja árið kom ikki á rættan hátt, um vit ikki høvdu verið í kirkjuni við Herjálvi og kimað. Øll børnini í bygdini fóru upp á kirkjuloftið og hugdu at og lýddu á, meðan Herjálvur kimaði. Tey elstu sluppu viðhvørt at halda í bandið eina løtu, men tey yngstu sótu still og hugdu at, viðhvørt var so trongt, at øll sluppu ikki upp á loftið, men so varð bíðað í kirkjuganginum.
Tolni, trúfesti og áhaldni eru tey orðini, sum best lýsa Herjálv. Tolin var hann sum fáur, barnavinur burturav, og trúfesti hansara speglast kanska best aftur í 40 ára arbeiði hansara í kirkjuni. Ikki bara var hann klokkari, hann var eisini tann, sum vit øll heittu á, um vit høvdu ørindi av einum hvørjum slag í kirkjuni.
Mangur útlendingur hevur vitjað kirkjuna í Sandvík saman við Herjálvi. Hann visti alt, sum vert var at vita ikki bara um kirkjuna, men eisini um bygdina. Søgufróður maður var Herjálvur, og hann minstist væl aftur.
Áhaldni hansara speglaðist serliga í arbeiði hansara á bønum til at grava veitir. Tað liggur eitt stórt verk eftir hann í bønararbeiði, alt við hond sum í dag mangan verður gjørt við maskinu.
Herjálvur var fjórðyngstur av 10 systkjum. Hann var sonur Onnu á Bønhúsfløtu úr Nesi í Hvalba og Tummas Thomsen í Kvilt. Sum ungur arbeiddi Herjálvur á kolinum, og eisini var hann í Íslandi eina tíð. Síðan arbeiddi hann í Havn hjá Finn í Puntabyrgi í eitt áramál, til hann kom aftur til heimbygdina, og tá arbeiddi hann á flakavirkinum í Hvalba.
At Herjálvur var barnavinur hevði hann ikki frá fremmandum. Eg minnst sera væl, hvussu tolin Anna var, tá ið vit komu niðan á støðina at ringja onkustaðni. Tað kundi verða trupult at fáa samband við rætta viðkomandi og ofta skuldi hon sita í tímar, áðrenn tað eydnaðist, men hon ótolnaðist ikki. Ímeðan sótu vit í køkini og bíðaðu - á bonkinum beint innanfyri hurðina.
Herjálvur búði framvegis í barnaheiminum í Kviltini, og løgið er at koma fram við í dag, tí Herjálvur var altíð at síggja uttan fyri húsini, altíð gjørdi hann okkurt, men altíð hevði hann tíð at tosa.
Tað tynnist í bygdini, og saknurin eftir Herjálv merkist í hvørjum húsi, tí hann var ein fastur partur av bygdarmyndini. Leygarkvøldið fyri, at hann fór til gravar gekk eg fram við kirkjuni. Tað var ljós inni, og eg sá høvdið á Herjálvi upp fyri vindeygað. Hann setti sálmanumrini upp. Tað kendist heimligt og gott, og sum tað átti at vera.
Lítið vardi meg tá, at vikuna eftir skuldi hann standa undir børu á sama kirkjugólvi, hann so trúliga tráddi øll hesi mongu árini. Tómligt verður í kirkjuni á jólum.
Við hesum fáu orum lýsi eg frið yvir minninum um Herjálv Thomsen.
Rannveig










