Leikluturin hjá føroyskum fótbólti í Europa Cup á heimavølli er liðugur fyri í ár. GÍ tapti 3-1 móti einum liði, sum var betri enn heimaliðið, men sum ikki var so nógv betri, at GÍ á nakran hátt var niðurspælt. Tað er kortini eingin vón fyri, at GÍ á útivølli skal vinna tað tapta innaftur. Heldur snýr tað seg um, hvussu tað fer at bera til at avmarka tapið í Budapest.
Í fjør var mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa Cup úr Ungarn. Klaksvíkingar vóru um reppið at vinna á Svangaskarði (í síðsta enda taptu teir 3-2), men tá høvdu teir frammanundan tapt 6-0 í Budapest. Nú skal GÍ niður til Budapest, og so er spurningurin, hvussu tað fer at myndast. Vit kunnu vóna, at tá teir hava vunnið á útivølli, so fara ungverjarnir ikki at leggja alla orku í á heimavølli.
Ikki øgiligir
Uppgerðin mikukvøldið var ikki so lítið átøk henni, tá Ujepest í fjør vitjaði KÍ. Ta ferðina fingu klaksvíkingar tvey mál og ungverjarnir trý. Hesa ferð fingu gøtumenn eitt mál og ungverjarnir trý.
Báðu ferðirnar varð staðfest, at ungverskur fótbóltur sjálvandi er væl betri enn føroyskur fótbóltur, men tað var samstundis eyðsýnt, at ungverskur fótbóltur er ikki tað, sum hann eina ferð var.
Hesa ferð kom yvirvágin til gestirnar til sjóndar í, at teir høvdu bóltin nógv meiri, og í at teir spældu seg til eina røð av upplagdum málmøguleikum, men teir vóru sera skjøtilsleysir og óneyvir í royndunum móti málinum, og tá teir raktu innanfyri stólparnar vardi Sunvard Joensen sera væl fyri. Eingin ivi er í, at GÍ málverjin mikukvøldið stóð seg betri, enn hann nakrantíð hevur gjørt fyrr í ár, so tapið varð avmarkað til 3-1.
Akkurát sum hjá Ujpest, so sást aftur hesa ferð, at ungverjarnir eru ikki serliga góðir í verjupartinum. Liðformaðurin, sum spældi aftastur, tóktist eitt sindur gumpatungur, og tað er lítið sannlíkt, at hetta liðið verður langlívað í europeisku kappingini.
MTK hevur fýra menn á landsliðnum ? málverjan, aftasta mann, og miðvallararnar Gábor Halmai og Béla Illés. Serliga hesin síðst nevndi, sum hevði tíggjutalið á rygginum, hevur verið tosað nógv um. Á Svangaskarði vísti hann ikki nógv, sjálvt um Pauli Jarnskor og Søren Skov Jørgensen mitt á miðvøllinum høvdu trupulleikar at fáa eftiransingarnar at passa saman. Hann tóktist ikki serliga væl upplagdur, og hann var sjálvsøkin, tá tað ráddi um royndir móti málinum.
Ofraðu seg
Gøtumenn skulu hava rós fyri, at teir sýndu rætta hugburðin. Teir brúktu alla sína orku, og í løtum spældu teir væl. Serliga fyrsta korterið royndu teir at spæla seg úr trongstøðum og at halda bóltin niðri á váta vøllinum (tað hevði regnað allan dagin, men líkindini vóru góð, meðan teir spældu). Filosofiin var sjálvandi, at so leingi sum gøtumenn høvdu bóltin, so høvdu hinir ikki møguleika at skora.
At tað so eydnaðist Súna Olsen at skora til 1-0 upp á fyrstu royndina hjá GÍ móti ungverska málinum, gav eyka orku og mót, og sjálvt um ungverjarnir settu meiri ferð á og eftir lítlari løtu skoraðu tvey mál (hitt fyrra eftir gjøgnumspæl og flatt innlegg úr vinstru og hitt seinna eftir langt fríspark úr høgru ? maðurin, sum stútaði tóktist vera rangstaddur), so var Gí ongantíð niðurspælt. Men um teir iðra seg um, at teir í 1. hálvleiki lógu í so aftarlaga á vøllinum, so er tað væl skiljandi.
Tað var spell, at Henning Jarnskor ikki megnaði at umseta brotssparkið (málverjin fór til høgru, og skotið lá ov høgt), sum Súni Olsen fekk, tá hann snildisliga tamdi stikningin og traðkaði framvið verjuspælaranum, ið feldi hann.
Hevði GÍ javnað, so høvdu teir uttan iva fingið eyka orku, og so hevði tað verið rættuliga áhugavert, men tað kann eisini hugsast, at gestirnir høvdu trýst eitt sindur meiri á speedaran, sum ikki tóktist vera í botni í 2. hálvleiki, tá landsliðsmenninir hjá GÍ ? Sámal Joensen og Magni og Henning Jarnskor ? gingu undan og GÍ var væl við alla tíðina.
Tað var spell, at frísparksinnleggið í síðsta minutti varð snittað í málið, men 3-1 tapið hjá GÍ var heiðurligt. At føroysk lið skulu vinna og koma víðari í Europa Cup er og verður ivaleyst altíð ella í hvussu so er í mong ár ein ynskidreymur.