Ingibjørg úttikin til skotska landsliðið

25 ára gamla Ingibjørg Thomsen úr Sandvík uppfylti eitt av fýra krøvum fyri at sleppa á skotska landsliðið, og leygardagin skal hon kappast í »double sculler« móti hinum trimum bretsku londunum

Hon byrjaði so smátt at rógva 14-15 ára gomul, men fyrsta árið var tað mest bara til stuttleikar.
- Men í 2004 vóru vit veruliga við í kappingini við Firvaldi, og tá eydnaðist okkum at gerast nummar trý, greiðir Ingibjørg Thomsen frá.
Eftir hetta legði hon kapprógvingina á hillina, meðan hon tók studentsprógv.
- Eg gjørdi mær tann ómak at kanna eftir, hvørjir møguleikarnir vóru fyri at íðka rógving í Aberdeen, tí eg hevði sett mær fyri, at íðka rógving á motiónsstigi, tá eg fór til Aberdeen at lesa, sigur Ingibjørg Thomsen.
Hon hevur nú lisið í Aberdeen í fimm ár, og er útbúgvin innan politikk og altjóða viðurskifti.
- Eg geri nú eina serritgerð í altjóða viðurskiftum, og skal tí vera í Aberdeen í eitt ár aftrat, sigur Ingibjørg Thomsen.
Hon fór beinanvegin undir at íðka rógving, tá hon kom til Aberdeen.
- Hetta vant upp á seg við tíðini, men fyri einm ári síðani fekk eg ein blóðtøpp í beini, og tá mátti eg gevast at íðka rógving í einar tveir mánaðir, sigur Ingibjørg Thomsen.
Men eftir einum tveimum mánaðum fór hon undir at venja aftur, enn meira seriøst.
- Hetta førdi við sær, at eg kom inn í myndina til skotska landsliðið, greiðir Ingibjørg Thomsen frá.
Umframt innføddar skotar eru fýra krøv, ið skulu røkkast fyri at fáa sæti á einum skotskum landsliði.
- Har var eitt av krøvunum, at tú skal hava búð í Skotlandi seks mánaðir innan fyri seinasta árið, og tað kravið uppfylti eg jú, sigur Ingibjørg Thomsen.

Venja hart
Hon hevði bílagt sær ferðaseðil heim til Føroya 24. juni, men tá hoyrdist, at úttøkukapping skuldi vera til skotska landsliðið, og tí varð alt pakkað út aftur.
- Eg var so við til úttøku kappingina, og fyri umleið trimum vikum síðani fekk eg so - óalment - at vita, at eg skuldi rógva saman við einari aðrari í doublesculler, sigur Ingibjørg Thomsen.
Kappingin, sum Ingibjørg skal luttaka í, eitur Homecountries Cup, og har luttaka Ongland, Skotland, Írland og Wales.
- Kappingin fer fram í Nottingham leygardagin 27. juli. Eg fekk alment at vita fyri einari viku síðani, at eg skuldi vera við. Kappast verður í fýra bátastøddum fyri bæði kvinnur og menn, sigur Ingibjørg Thomsen.
Kappast verður í singlesculler, doublesculler, fýra rógvarum og átta rógvarum.
- Vit venja rættiliga hart í løtuni. Vit eru fýra ferðir á ánni um vikuna, og venja so í venjingarhølum aðrar seks ferðir, so vit tilsamans venja 10 ferðir um vikuna, sigur Ingibjørg Thomsen.
Hon heldur, at støðið í skotskari rógving er rættiliga høgt.
- Ongland hevur stórar traditiónir innan rógving, og mugu roknast sum favorittar. Eg dugi tíverri ikki at siga, hvar Írland og Wales liggja, sjálvt um vit royna at skeita eftir tíðunum hjá teimum, sigur Ingibjørg Thomsen.
Hon heldur, at støðið í skotskari rógving liggur á nøkurlunda sama støði, sum í Danmark, uttan at taka nakað frá donsku rógvarunum.

Heim at ferðast
Hon venur dagliga í Aberdeen Boatclub, ið telur einar 150 limir.
- Tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt, hvussu limirnir venja, men hetta er so størsta róðrarfelag í Aberdeen, sigur Ingibjørg Thomsen.
Hon er rættiliga bitin av rógving.
- Eg verið verandi her í eitt ár aftrat, so fær man at síggja, sigur Ingibjørg Thomsen.
Tað eru fleiri róðrarkappingar, bæði í Skotlandi og Onglandi um árið.
- Tað eru skotsku meistaraheitini, ið eisini eru eitt slag av úttøkukapping til landsliðini, og tað finnast eisini fleiri desideraðar universitetskappingar, bæði í Onglandi og Skotlandi, sigur Ingibjørg Thomsen.
Kappingin leygardagin hevur so gjørt, at summarfrítíðin í Føroyum ikki gjørdist so long sum annars ætlað.
- Nú fari eg so heim, tá kappiingin hevur verið leygardagin at slappa av nakrar vikur saman við familju og sjeikinum, sigur Ingibjørg Thomsen.
Hon er sera takksom mótvegis Frobiar Sóknar Róðrarfelag.
- Eg má takka teimum fyri at sleppa innar har at venja, tá eg eri heima. Tað hevur ogvuliga nógv at siga fyri meg, og teir eiga eina tøkk uppiborna, sigur Ingibjørg Thomsen, sum altso skal rógva fyri skotska landsliðið í Nottingham í morgin, leygardag.