Stórur eftirspurningur eftir summarhúsum

Á Kunningarstovunum kring landið siga tey seg hava úr at gera við at útvega ferðafólki og føroyingum summaríbúðir, meðan tað hinvegin gongur striltið við at selja fyriskipaðar útferðir

Hetta er tíðin, at fyrstu ferðafólkini koma til landið. Norrøna er farin undir summarsigling sína, og nógv fólk koma eisini loftvegis til Føroya. Somuleiðis leggja nógv ferðamannaskip leiðina fram við okkara lítla oyggjasamfelag, og í ár hava meiri enn 40 slík boðað frá, at tey koma á vitjan. Eitt tað fyrsta, ið tey mongu ferðafólkini ger, tá ið tey koma til landið, er at leita sær inn á eina av nærmastu kunningarstovunum fyri at kanna, hvørji tilboð eru til ferðafólk.

Nógv størri eftirspurningur eftir summarhúsum
Á Kunningarstovuni í Runavík, sum saman við Kunningarstovuni í Fuglafirði tekur sær av ferðafólkakunning í Eysturoynni, verður sagt, at tað eru nógv fleiri hús útleigaði til ferðafólk í ár í mun til í fjør. Leiðarin á Kunningarstovuni í Runavík, Rannvá Troest, sigur, at tað er sera stórur áhugi millum ferðafólk fyri summaríbúðum, meðan tað hinvegin gongur eitt sindur meiri striltið at fáa fólk at gista á hotellunum.
Eisini á Kunningarstovuni á Tvøroyri merkja tey ein týðuligan vøkstur í eftirspurninginum eftir summarhúsum. - Tað hevur verið stórur eftirspurningur eftir húsum, og til dømis høvdu vit væl kunna brúkt eini 10 hús afturat á páskum, so stórur var eftirspurningurin, sigur Poula Strøm, leiðari, sum fegnast um, at tað er eitt støðugt vaksandi tal av føroyingum, sum velja at ferðast í egnum landi og tískil spyrja eftir húsum at leiga í eitt styttri tíðarskeið. - - Tað gleðiliga er eisini, sigur Poula, at fólk nú velja at steðga eitt sindur longur í oynni, enn hvat tey gjørdu fyrr. Nú gista fólk altíð í minsta lagi tríggjar nætur, áðrenn tey fara av aftur oynni, sigur leiðarin á Kunningarstovuni á Tvøroyri.

Nokk av íbúðum í Havn
Í høvuðsstaðarøkinum hava tey tó ikki havt nakran serligan vøkstur í eftirspurninginum eftir íbúðum. Ann Mari Ellingsgaard á Kunningarstovuni í Havn sigur, at tað er kanska eitt lítið sindur størri eftirspurningur, men ikki nakað nevnivert. Á Kunningarstovuni í Havn eru tey í teirri hepnu støðu, at tey hava ovmikið av íbúðum at bjóða fram. - Okkum tørvar ikki fleiri íbúðir í Havn, sigur Ann Mari og leggur afturat, at tey hava verið noydd til at avvísa fleiri fólkum, sum hava vent sær til kunningarstovuna og bjóða eina íbúð hjá sær fram, tí annars verður ov lítið í part hjá teimum, sum leiga út.
Ein annar gistingarháttur, ið verður ferðafólkini fáa bjóðað, er bed and breakfast ella Ból og Biti, sum tað eisini verður rópt á føroyskum. Á hesum øki er áhugin tó minkandi, verður sagt á teimum trimum omanfyri nevndu kunningarstovunum, hóast útboðið er rímuligt.

Lítil áhugi fyri útferðum
Í nógv ár hava kunningarstovurnar kring landið skipað fyri útferðum fyri ferðafólki, men seinnu árini tykist áhugin fyri hesum útferðum at verða minkandi. Rannvá Troest á Kunningarstovuni í Runavík sigur, at á hesum økinum hava sera fáir fyrispurningar verið í ár, og støðan er tann sama í Suðuroy. Hví so er, er ilt at siga, men Rannvá Troest sigur, at nú ber betur til hjá ferðafólki sjálva at fara útferð. Millum annað útgav Ferðaráð Føroya í fjør ein faldara við møguligum gongutúrum, sum ferðafólk kunnu fara sjálvi, og hesin er nógv eftirspurdur og kærkomin hjá ferðafólki, sigur Rannvá, ið tó fegnast um, at áhugin fyri Føroyakvøldum tykist verða vaksandi. - Á Føroyakvøldunum ber til hjá ferðafólki at uppliva føroyska mentan og mat, og í ár skipa vit fyri Føroyakvøldum bæði á Selatrað, á Skála og á Glyvrum, sigur Rannvá. Leiðarin á Kunningarstovuni í Runavík greiður frá, at tað fyrsta Føroyakvøldið í ár var í gjárkvøldið, og ikki færri enn 40 ferðafólk vóru til hetta tiltak, sigur hon.

Mest skandinavar
Nógv tann størsti parturin av teimum ferðafólkum, sum higartil í ár hava leitað sær til Føroyar, eru skandinavar, verður sagt á øllum trimum kunningarstovunum. Ann Mari Ellingsgaard á Kunningarstovuni í Havn sigur, at í ár hevur tað verið nakað minni av fólki inni á gólvinum, og at tað fyrst og fremst eru skandinavar, ið hava vitjað landið higartil, hóast nakrir bretar eisini hava verið her. Royndirnar siga tó, at nógvir týskarar eisini koma, men teir koma ofta eitt sindur seinni út á summarið, verður sagt.