Landssjúkrahúsið ikki ráð at leggja sjúklingar undir skurð

Í summar tvingaðu politikararnir Landssjúkrahúsið at seta sparingar í verk og tað hava sjúklingarnir síðani betalt ein dýran prís fyri

Hesar síðstu mánaðirnar hevur Landssjúkrahúsið ikki havt ráð at leggja nógvar sjúklingar undir skurð.

Tað er støðan á okkara meginsjúkrahúsi, nú tveir mánaðir eru eftir av árinum.

Fíggjarstøðan á Landssjúkrahúsinum hevur verið ein afturvendandi trupulleiki í nógv ár og tað er ferð eftir ferð komið fyri, at tey hava noyðst at seta sparitiltøk í verk, sum hava rakt sjúklingar í størri og minni mun.


Ikki ráð at leggja undir skurð

Aftur í ár hava politikararnir kravt at Landssjúkrahúsið skal seta sparingar í verk og tað hevur rakt sjúklingarnar hart.

Tann mest álvarsliga avleiðingin hevur verið, at Landssjúkrahúsið í fleiri mánaðir ikki hevur havt ráð til at leggja sjúklingar undir skurð í tann mun, sum ætlanin annars var.

- Í summar kravdu politikararnir, at Landssjúkrahúsið skuldi spara tvær milliónir krónur og tað hevur ført við sær, at vit hava verið noydd at tálma virksemið hetta síðsta hálva árið, staðfestir Allan Skaalum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Hann váttar eisini, at hesar sparingar hava rakt sjúklingarnar, tí tær hava ført við sær, at yvirhøvur eru allar tilrættislagdar skurðviðgerðir, sum kunnu bíða, útsettar til næsta ár.

- Fyrr í ár boðaðu vit politikarunum frá, at skuldi tað bera til at varðveita virksemið á Landssjúkrahúsinum óbroytt, máttu vit fáa 30 milliónir afturat í ár.

Men vit fingu at vita frá politiska myndugleikanum, at undirtøka fekst ikki fyri at játta okkum meiri enn 28 milliónir og sostatt vórðu vit noydd at seta sparingar í verk fyri tvær milliónir, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum.

- Sostatt mátti útreiðslurnar tálmast, men av tí at hetta var í summar, var meiningsleyst at fremja sparingarnar við uppsagnum, tí tey flestu starvsfólk hava seks mánaða uppsagnartíð, so at tað hevði ikki ført nakra sparing við sær.

Sostatt máttu sparingar finnast aðrastaðni og ein avleiðing hevur so verið, at ein stórur partur av teimum tilrættisløgdu skurðviðgerðunum eru útsettar til næsta ár.

Summar skurðviðgerðir hava verið framdar sum ætlað, eitt nú ymiskt, sum hevur við eygu og oyru at gera.

- Men ein stórur partur av øllum øðrum skurðviðgerðunum, sum ikki eru bráðneyðugar, eru útsettar til næsta ár.

Allan Skaalum nevnir í hesum sambandi, at stórur partur av teimum, skulu skifta liðir hava fingið boð um, at tey ikki sleppa framat fyrrenn næsta ár.

- Soleiðis hava vit gjørt av at fremja sparingarnar fyri ikki at nerva tilbúgvingina og alla tað bráðneyðugu viðgerðina.


Longri bíðilistar

Stjórin á Landssjúkrahúsinum ásannar eisini, at sjálvandi hevur hetta ført við sær, at bíðilistarnir eru longdir, men hann dugir ikki at síga, hvussu nógv.

Kortini sigur hann, at frammanundan var bíðitíðin í Føroyum lutfalsliga stutt til nógvar av hesum skurðviðgerðunum, sum nú eru útsettar, aftur ímóti bíðitíðini í øðrum londum.

Hann ásannar at hetta er sjálvandi til stórt fortreð fyri sjúklingar, sum verða noyddir at ganga sjúkir og sjúkrameldaðir frá arbeiðið longri enn annars.

- Men hetta er so prísurin fyri tær raðfestingarnar, sum gjørdar vórðu, leggur hann afturat.


Brúkt tíðina væl

Men hvussu ber tað til, at læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum kortini eru til arbeiðis, ikki kunnu leggja fólk undir skurð?

- Tað er tí, at vit hava tálmað útreiðslurnar til ymsa útgerð, sum skal brúkast í sambandi við skurðviðgerðir. Samstundis er ein seingjadeild við 10 sengrum til hesar skurðsjúklingar, afturlatin og tí ber ikki til at leggja fólk undir skurð.

Tað merkir, at ein partur av virkseminum, sum varð tálmað í sambandi við summarfrítíðina, verður ikki tikið upp aftur fyrrenn á nýggjárinum.

Allan Skaalum sigur, at tey hava roynt at fáa sum best burtur úr bíðitíðini. Eitt nú er ein rúgva av yvirtíð nú fingin frá hondini við avspáking, heldur enn við yvirtíðargjaldi.

Samstundis hevur Landssjúkrahúsið í ferð við at seta eina talgilda heilsuskipan, THS, í verk og tað hava vit lagt stóra orku í at venja starvsfólkið til í summar.

- Tað er ein rættiliga umfatandi skipan, sum krevur góða venjing og vit hava brúkt hetta høvi við lágum virksemi til at undirvísa starvsfólk.

Sostatt hava vit brúkt tíðina skilagott og tað fer avgjørt at koma sjúklingunum til góðar í longdini, sigur Allan Skaalum.

Hann kann onki siga um, hvussu virksemið verður næsta ár, tí tey eru í hesum døgum í eini tilgongd at leggja játtanina fyri næsta ár til rættis.

Les eisini greinina: Støðan á Landssjúkrahúsinum ein gøla