Sverri Mortensen 80

Í dag, týsdagin 19. mars, verður Sverri Mortensen á Argjum 80 ár. Sverri er argjamaður, sonur Mortan Mortensen av Argjum og Rakul, sum var úr Leynum. Mortan átti trolaran Nýggjaberg saman við Sámal Ellefsen í Miðvági og gekk burtur við honum undir krígnum. Sverri er næstyngstur av 12 systkjum. Hann var giftur við Thominu, sum var úr Nesinum í Vestmanna, og áttu tey tvey børn

Áðrenn Sverri fór í smiðjulæru, fór hann til skips longu í 1936 við Anano (sum merkir móðir á grønlendskum). Tað var ein bátur hjá Uvak, og róðu teir út í Grønlandi. Tá teir komu aftur úr Grønlandi, varð skipið selt til Noregs, og fór Sverri við. Hann mynstraði av í India og fór við einum svenskum báti, nevndur »Formosa«. Tá báturin kom aftur til Göteborg í Svøríki í 1938 mynstraði Sverri av.
Í 1940 fór Sverri í læru í smiðjuni hjá Askham, og var hann útlærdur maskinsmiðjur í 1943. Tá manglaði Vilhelm Nielsen fólk, og fór Sverri í starv hjá P/F Vilhelm Nielsen hettar árið. Hann starvaðist hjá Vilhelm Nielsen í nærum hálva øld ? til 1990.
Tá var konan vorðin sjúk, og var Sverri um hana til hon doyði í 1993.
Sverri er kendur av mongum, hann hevur umframt arbeiðið hjá Vilhelm Nielsen verið rættuliga aktivur í meinigheitshúsinum. Saman við teimum trimum, Christoffer Joensen, Thomas Thomasen og Enok Dam syngur hann á nógvum møtum kring landið. Hann er fastur fúsur í svimjihøllini í Havn, og saman við Thomasi Thomasen man hann hava verið á hvørjum tindi her í Suðurstreymi ? ein túrur til Kirkjubøar og aftur hjá teimum er fyri lítið at rokna.
Kom at kenna Sverra seianst í sjeytiárunum, tá eg sum skúladrongur fekk fast arbeiði á verkstaðnum hjá Carlo Petersen í Tórfinsgøtu eftir skúlatíð. Har vóru nógvir Opel og Vauxhall aftugørdir, og í tí sambandinum vóru nógv ørindi til Vilhelm Nielsen.
Tá menn fyri 10 árum síðani tóku seg saman at stovna felagið Føroya Ellisakfør, var tað nátúrligt hjá Sverra at vera við. Hann hevði sett sína gomlu BSA motorsúkklu í stand, sum hann keypti fra eingilskmonnunum eftir kríggið. Súkklan er frá 1939, men tað sæst ikki á henni, hon koyrir sum fyrsta dagin, og verður Sverri uttan iva á odda, tá ellisakførini fara at koyra raðkoyring í samband við flaggdagshaldið í Havn í næstum.
Børnini minnast altíð nummarið á súkkluni hjá Sverra, sum hevur sama nummar sum Anders And, 313. Sverri hevur endurgjørt gomlu nummarplátuna, og hevur súkklan aftur nummarið Fø 313. Súkklan hjá Sverra ber boð um, hvussu røkin maðurin er.
Vit sum yngri eru, hava altíð hoyrt um, hvussu dugnaligur handverkari Sverri er ? og at hann eisini er ein rættuligur biksari. Tað eru eisini fleiri prógv fyri tí. Eitt prógvið er motorurin, sum hann setti í bátin hjá sær í 1948. Tá var ikki so lætt at fáa lutir, sum í dag, og teir hjálptust við tí, teir høvdu. Og tá Sverri skuldi seta motor í bátin, so gjørdi hann ikki matari, enn at hann skar ein Chevroletmotor í helvt og fekk tá ein minni motor burtur úr. Ein vinmaður fekk hina helvtina, og so høvdu teir hvør sín motor. Hvør hevði klárað tað í dag?
Í 1950 varð motorurin skiftur út. Tá skar hann fjórðingin av einum Ford T motori og setti í bátin. Hesin motorurin, við einum sylindara, var í bátinum í 22 ár!
Sverri var eisini framman fyri sína tíð, tá hann legði sær streym inn í húsini á Argjum beint eftir kríggið. Í Havn fingu tey longu streym í 1924, men argjafólk fingu ikki streym fyrr enn seinast í fimmtiárunum. Men Sverri riggaði sær eina myllu til í ánni, sum gjøgnum ein generator gav streym. Soleiðis vóru húsini hjá Sverra tey fyrstu á Argjum, sum høvdu elektrist ljós. Henda skipan var sum vera man ikki so støðug, og riggaði hann sær tí ein ljósmotor til undir hjallinum. Fyri at minka um gangin, so gekk útstoytið niður í eina tunnu, sum Sverri hevði grivið niður, og tuffaði so upp gjøgnum eitt rør úr tunnuni. Soleiðis helt motorurin ikki so nógvan gang, at hann órógvaði grannarnar.
Sverri er fastur fúsur í hølunum hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond í Havn hvørt mánakvøld ? viðhvørt á gomlu BSA-motorsúkkluni. Limirnir í felagnum halda nógv av Sverra, og er tað ein fragd hjá okkum at sita undir hvørjum orði, tá hann greiðir frá, hvussu teir gjørdu fyrr, go tí, ið fyrr var. Vit ynskja honum hjartaliga tilluku við degnum, sum verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum í kvøld.

Eirikur Lindenskov