fótbólti, so ber ikki til at reingja veruleikan, at veðrið so at siga alla staðni í Europa er betri, enn tað er í Føroyum, og at vallarumstøðurnar kunnu vera ymiskar, veit eingin betri, enn føroyskir f [...] men tá hann dró inn fyri málið, var eingin kraft í skotunum, tí vinstrabeinið er ikki nakað at rópa hurrá fyri, og so er ikki meiri at skriva um HB møguleikar ? ikki fyrrenn í síðstu løtu, tá onkur royndin [...] meistarakappingini í ár eru umboðandi fyri styrkina hjá føroyskum liðfótbólti í europeiskum høpi, so er eftir avrikið hjá HB í Finnlandi í fyrrakvøldið skjótt at koma til ta niðurstøðu, at tað eru ljósár
saman aftur, og gleðin er stór heima í Himli hjá Jesuspápa, har Hann ger ein bústað til reiðar til okkum,ið eftir sita til tann dag, tá vit aftur skulu møtast. Longsulin eftir tykkum er stórur, men størstur [...] og Bjarni, nú tit hava mist tvey av tykkara kæru. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru tíð. Lítla ljósi nú er slóknað Alt ov stull, tað lívið var Stórt smíl tú altíð gav oss Ikki meir vit síggja her Stóra [...] Tað er ringt at skilja, at tú einans skuldi blíva 9 ár. Vit standa spyrjandi eftir og hugsa; hví skuldi tú so knappliga fara frá okkum. Hendan spurningin fáa vit ikki svar uppá her á foldum, men bílian
part aftur í ár. Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, ásannar, at hetta er óheppið fyri liðið hjá honum, men hann heldur, at tað er serliga óheppið fyri Christian Høgna, sum stóð frammanfyri spennandi a [...] Christian Høgni Jacobsen, sum hevði hildið frí í Danmark, inn á NSÍ liðið, men har var hann bara eina lítla løtu. Eingin maður var hjá staddur, og bólturin var ikki har, tá ungi maðurin kom haltandi út móti [...] Portugals at royna seg. Felagið, sum sigst hava verið áhugað í NSÍ manninum, eitur Skt. Clara. Talan er um felag, sum síðsta kappingarár flutti upp í bestu deildina. Tað hevur annars ljóðað í summar, at
tá Herfølge á heimavølli vann 3-2 á júst AaB, og sunnudagin var enn eina ferð staðfest, at Herfølge er ikki at spæla við. Knappliga tvey túsund áskoðarar møttu upp í góðveðrinum, og teir fingu fult fyri [...] samankomingina í tí síðuni av málinum, sum Jákup hevði álit á, at manngarðurin skuldi taka sær av. Í eina lítla løtu tóktist tað sum um Herfølge menninir hingu eitt sindur við høvdinum, John Jensen setti seg sjálvan [...] sólskininum helt hoff fyri pressuni. Næsta uppgávan hjá Herfølge verður á Tórsvølli hósdagin, og tað er einki at taka seg aftur í, at uppgávan hjá HB verður stór. HB tapti 3-1 móti AaB, og AaB tapti 3-1
málmøguleikarnir ikki trutu. B36 vann 3-1, og tað var ikki óvæntað. Havnarfelagið er hóast alt nummar tvey í kappingini, meðan Sumba er niðast. Men sumbingar og serliga Birgir Jørgensen kunnu iðra seg um fleiri [...] og kanska vóru tað ólavsøkutimburmenn, vit sóu í Gundadali sunnudagin? B36 venjarin Tomislav Sivic er eftirhondini kendur fyri at eksperimentera rættiliga nógv við uppstillingini, og hesaferð byrjaðu Egil [...] gjørt seg inn á ein sumbing inni í brotsteiginum. Tað førdi til, at Dánjal Petur Johansen, sum ikki er vanur at spæla í álopinum, varð tikin út. John Petersen varð settur inn á offensiva miðvøllin, meðan
vika er farin síðan varð flotaður á Longulinju í Keypmannahavn, er umfatandi botnskaði. Sjógvur er komin ímillum glastrevjaløgini, og tískil eru løgini loysnað, hvørt frá øðrum. Orsøkin til skaðan er enn [...] millum fólk, sigur Anders Bilgrim, ið sjálvur er stigtakari og leiðari á ferðini. Skipari er Robert Peary, sum er royndur sjófari í íshavi. Harumframt er hann vanur at føða seg við tí, ið Grønlendska náttúran [...] Tangin er burturtikin, og verður ikki settur í aftur. Ætlanin er at spræna skúm í kjalarrúmið ístaðin. Eygleiðaratúrur Teir fýra garparnir vita væl, at hóast ferð teirra fevnir um eini 5 summør, er hon rættiliga
Højgaard fekk ein bólt inn um B68-verjuna, og hann útplaseraði málverjan og skoraði til 4-0. Tann lítla vónin, sum toftamenn høvdu um at koma innaftur í dystin, reyk við fjórða málinum hjá NSÍ, og B68 gjørdist [...] kom Eyðstein Skipanes á vøllin, og í frá byrjan í seinna hálvleiki spældi Arnfinn Langgaard, sum nú er komin í gongd aftur eftir summarsteðgin.
. Men tað er longu nóg ár síðani, at gamli formaður floksins, Atli Dam, vísti á ógreiðar í lógini. Og bara tað, at tað er ikki greitt, um Fólkatingið kann seta lógina úr gildi ella ikki, er nóg mikið til [...] Hvør gruggar? Er tað Edmund Joensen, »Lírtli Grugg«. Og er tað ikki so l´gi. Hann var jú í politiskari læru hjá Paula Ellefsen, »Stóri Grugg«, sum ikki gjørdi annað enn at grugga. Líka frá tí hann kom [...] himmalhválvið sum eitt stjørnuskot, til hann hvarv sum døgg fyri sól. Men áðrenn uppfann Stóri Grugg Lítla Grugg. Har Stóri Grugg slepti heldur Lítli Grugg fram. Javnaðarflokkurin var loysingarflokkur. Ja
hevði verið innan fyri linjuna tvær ferðir. So er tað eg spyrji, fáa opinlýst vánalig og órættvís dómaraavrik ongar avleiðingar fyri viðkomandi dómarar. Eitt er víst, tað hevur stórar avleiðingar fyri liðið [...] liðið ið órættur verður gjørdur ímóti. Dysturin er tikin uppá sjónband og FSF hevur fingið eitt kopi av hesum bandi, spurningurin er bara um teir tora at gera nakað við hetta. Og hvussu við dómarafelagnum [...] Kim Ejdesgaard ?úr Fram?. Nógv fólk vóru komin at síggja ein góðan fótbóltsdyst, sum tað so mangan er tá hesi bæði liðini møtast. Men dómararnir henda dagin vildu tað øðrvísi. Tí dómara avrikið hendan
Fornminnistiltakið heima á Garði í Gomlu Hoyvík er í tveimum; einum inniparti, og einum útiparti. Í roykstovuni sita fólk og fáast við gamalt føroyskt heimavirki. Tað er Føroya Heimavirkisfelag, ið stendur fyri [...] dunnur og ein einsamøll kúgv. Kúgvin hevur røtur í gamla føroyska neytaslagnum. Í dag er seinasti dagur, henda sjáldsama lítla kúgvin verður heima á Garði. Jarðarráðið eigur jørðina heima á Garði, sum Føroya [...] savn á garðinum; við ymsku føroysku húsdýrunum. Gamla føroyska seyðaslagið er enn til á Skotsku oynni, Sankt Hilda, og hóast tað er í tøkum tíma, verða royndir gjørdar at bjarga føroyska rossunum, sum einans