Lítli Grugg og Stóri Grugg

Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at Javnaðarflokkurin er sum ein væl smurdur veðurhani í ríkisrættarmálinum. Harafturat skírir hann flokkin fyri at grugga alt málið um ríkisrættarstøðuna, tí hann sigur eitt í dag og eitt annað í morgin. Harafturat fáa vit at vita í blaðgrein hjá Edmundi Joensen, at »Sambandsflokkurin hevur gjørt tað arbeiðið, sum eingin annar politiskur flokkur vil hoyra talan um, nevniliga at dagføra viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum?«

Hvør gruggar? Er tað Edmund Joensen, »Lírtli Grugg«. Og er tað ikki so l´gi. Hann var jú í politiskari læru hjá Paula Ellefsen, »Stóri Grugg«, sum ikki gjørdi annað enn at grugga. Líka frá tí hann kom á politiska himmalhválvið sum eitt stjørnuskot, til hann hvarv sum døgg fyri sól. Men áðrenn uppfann Stóri Grugg Lítla Grugg. Har Stóri Grugg slepti heldur Lítli Grugg fram. Javnaðarflokkurin var loysingarflokkur. Javnaðarflokkurin var ein kommunistiskur flokkur. Og tá Stóra Grugg ikki kundi greina út munin millum demokratiska sosialismu, leitaði hann í fremmandaorðabókini hjá Gyldendal.


Javnaðarflokkurin hevur ikki sæð nakað endamál í eini loysing fyri at loysa. Flokkurin hevur afturímóti virkað fyri øktum sjálvstýri og øktum sjálvbjargni. Dlokkurin hevur ikki havt skomm av heimastýrisskipanini. Undir hesi skipan hava Føroyar ment seg til eitt framkomið vælferðarsamfelag. Men tað er longu nóg ár síðani, at gamli formaður floksins, Atli Dam, vísti á ógreiðar í lógini. Og bara tað, at tað er ikki greitt, um Fólkatingið kann seta lógina úr gildi ella ikki, er nóg mikið til at siga, at her má greiða fáast á.


Javnaðarflokkurin hevur ikki snarað um seg sjálvan í sjálvstýrismálinum, eins og ein veðurhani. Hann hevur umrøtt og arbeitt miðvíst við hesum máli, og kom til ta niðurstøðu, at rættast var at virka fyri eini sjálvstýrislóg innan ríkisfelagsskapin. Hetta fór hann til val uppá, og hetta stendur hann við. Og tað kom eisini til sjóndar í bóklinginum, flokkurin sendi út fyri hálvum ári síðani. Her er einki grugg, men enn sum áður gruggar formaður Sambandsfloksins, sum bara fyri trimum árum síðani ikki vildi hoyra talan um at seta eina stjórnmálanevnd at greina viðurskiftini millum Frøoyar og Danmark. Og hesin tvørrandi viljin varð orsøkin til polariseringina og fullveldislandsstýrið. So fullveldisfólk kunnu takka Edmundi Joensen fyri góðan byr.