Við minkandi kvotum á eitt nú toski, hýsu og upsa, er áhugin í Noregi fyri virðisøking av øðrum fiskasløgum veksandi.
Hetta kann merkja, veit Kystmagasinet.no at siga, at hetta verður ein nýggj tíð fyri reyðsprøku og onnur flatfiskasløg í norskum sjógvi.
Sagt verður, at fleiri sløg av flatfiski í Noregi eru lutfalsliga lítið gagnnýtt, eitt nú reyðsprøka og onnur flatfiskasløg.
Kystmagasinet veit at siga, at umleið 1000 tons av ymiskum flatfiski vera veidd um árið, meginparturin sum hjáveiða í øðrum fiskasløgum.
Norskur granskari, sum starvast hjá NUPI-stovninum, vísir á, at við tað, at norska flatfiskaveiðan hevur avbjóðingar við fleiri ymiskum flatfiskasløgum, kemur heldur ikki so nógv burturúr.
Tí fer ein partur av hesi rávøru til súrløgu ella djórafóður.
Og tó.
Í Noregi er áhugi at leggja seg meira málrætað eftir at veiða flatfisk - ikki minst, nú minni verður fiskað av eitt nú toski, hýsu og upsa.
Lesið meira um, hvussu norðmenn síggja møguleikarnar við flatfiski - https://www.kystmagasinet.no/flatfisk-rodspette/ny-aera-for-norsk-flatfisk/2021059











