Løgmálaráðharrin í Ukraina, German Galusjenko, sum er fyrrverandi orkumálaráðharri, verður nú kannaður fyri mutur.
Tað upplýsir løgmálaráðið í krígsherjaða landinum.
Løgmálaráðið sigur, at German Galusjenko samstarvar við myndugleikarnar, men upplýst er ikki, hvat løgmálaráðharrin verður kannaður fyri.
Samstundis undirstrikar løgmálaráðið í Ukraina, at null toleransa er fyri muturi, og sagt verður, at German Galusjenko verður ábyrgdaður, um hann verður funnin sekur.
Sambært ukrainskum miðli er løgmálaráðarrin undir illgruna í einum umfatandi muturmáli innan orkusektori í landinum.
Í dag hevur ukrainska anti-muturnevndin (NABU) rannsakað heimið hjá løgmálaráðharranum og høvuðsskrivstovuna hjá Energoatom, sum rekur ukrainsk kjarnorkuverk.
- Ukraina hevur stórar avbjóðingar við muturi, og landið er á einum 105-plássi av 180 londum á listanum, Transparency Internationals Korruptionsindeks.
Hetta skrivar norska kringvapið - NRK - í dag.











