Minningarorð um Andreu Winther Hansen

Tung vóru boðini at fáa leygarkvøldið 20.03., at tú lítla, fitta Andrea so brádliga var tikin heim til Jesuspápa, bara 3 mánaðar eftir beiggja tín.

Tað er ringt at skilja, at tú einans skuldi blíva 9 ár. Vit standa spyrjandi eftir og hugsa; hví skuldi tú so knappliga fara frá okkum. Hendan spurningin fáa vit ikki svar uppá her á foldum, men bílian sigur, at Harrans vegir eru ikki okkara vegir, og dagar okkara eru taldir, áðrenn vit eru gitin á móðurlívi.

Alt títt lív vart tú nívd av stórum breki, og tað var av tí, vit fingu ta stóru gleði at kenna teg. Hóast títt stóra brek vart tú altíð lívsglað og hevði gott mót

uppá lívið.

Vit eru sera takksamar fyri ta tíð, ið vit fingu saman við tær, og alt tað, tú hevur lært okkum at virðismeta her í lívinum. Dagurin hjá tær byrjaði við at far í skúla, og í frítíðini vóru vit saman við tær til ymiskar mennindi kropsvenjingar, so sum ríðing og gosbað, og hetta dámdi tær væl. Eisini dámdi tær væl langar gongotúrar, sum ofta endaðu við kaffi í Perluni.

Teir seinast 3 mánaðirnir av lívi tínum vóru merktir av stórari sorg, tí beiggi tín, Eyðfinn, var tikin frá tær. Eitt ljós slóknaði í tær, alt títt lív hevði hann verið har. Tú sá upp til hann og elskaði hann yvir alt. Stuttligt var at síggja hvussu væl tit skiltu hvørt annað á ein serstakan hátt, ið ongin annar skilti.

Nú eru tit saman aftur, og gleðin er stór heima í Himli hjá Jesuspápa, har Hann ger ein bústað til reiðar til okkum,ið eftir sita til tann dag, tá vit aftur skulu møtast.

Longsulin eftir tykkum er stórur, men størstur hjá tykkum, Ida, Bjørn, Svenning og Bjarni, nú tit hava mist tvey av tykkara kæru. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru tíð.


Lítla ljósi nú er slóknað

Alt ov stull, tað lívið var

Stórt smíl tú altíð gav oss

Ikki meir vit síggja her

Stóra brekið, ið tú hevði

Tað tú ikki legði í

Tó oss lærdi, tú oss frøddi

Fyri tað vit takka her.


Vit vilja hervið lýsa frið yvir minni um Andreu og Eyðfinn.


Jórun, Eilin og Palma