Ein dripin og trý særd í álopi á russiskan havnarbý

Russiski guvernørurin í Krasnodar sigur, at tað er Ukraina, sum stendur aftanfyri álopið, har eitt fólk læt lív og trý fingu løstir

Reuters veit í morgun at siga, at eitt fólk læt lív og trý vórðu særd í einum dronuálopi á russiskan havnarbý í nátt.

 

Talan var um havnarbýin, Temrjuk í Krasnodar-regiónini har suðuri í Russlandi, soleiðis sum kortið omanfyri vísir.

 

Kelda til tíðindini er russiski guvernørurin í økinum, Veniamin Kondratiev, og hann ber hesi tíðindi á Telegram.

 

Guvernørurin sigur, at tað er Ukraina, sum stendur aftanfyri álopið.

 

Ukraina hevur sambært Reuters ikki gjørt viðmerkingar til álopið á russiska havnarbýin, Temrjuk í Krasnodar.