Í fyrsta dystinum í innleiðandi HM-bólki D á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia fekk størsta vertstjóðin, USA eina flúgvandi byrjan upp á HM-endaspælið.
USA vann stórsigur 4-1 á Paraguay. Tað var serliga í fyrra hálvleik tað lá væl fyri hjá vertstjóðini, og í steðginum var USA á odda 3-0.
Eitt sjálvmál í sjeynda minutti setti USA í gongd. Eftir tað var tað dagsins leikari, áleyparin, Folarin Balogun sum gjørdi vart við seg. Fyrst kolldømdi VAR eitt mál hjá honum, men seinasta korterið sendi hann bóltin tvær ferðir í málið við góðum skotum. Serliga tað seinna málið var framúr, har Folarin Balogun hamraði bóltin upp í málhornið.
Í seinna hálvleiki tók USA ferðina av spitaranum, og tað loyvdi Paraguay at svara aftur. Mauricio bleiv leysur í brotsteiginum, og við einum væl plasseraðum skoti fekk hann minkað um munin. Men í yvirtíðini endaði Giovanni Reyna eitt gott álop við hegnisliga at plassera bóltin framvið paraguayanska málverjanum.
USA vísti veruligt spæl av høgum støði, serliga í fyrra hálvleiki.
Hagtølini vístu, at USA hevði bóltin 65 prosent av tíðini, og teir høvdu seks málmøguleikar innanfyri málrammurnar, meðan Paraguay bert hevði ein.
HER ber til frá danska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Hini bæði liðini í bólki D, Avstralia og Turkaland spæla í morgin klokkan fimm á morgni - føroyska tíð - á BC Place leikvøllinum í Vancouver í Kanada.
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.
Í kvøld klokkan 20 verður ein dystur leiktur í bólki B. Sveis og Katar spæla á Levi´s leikvøllinum í Santa Klara í Kalifornia klokkan 20. Sveis hevur eina risastóra favorittstøðu.
Klokkan 23 í kvøld verður bólkur C skotin í gongd, tá Brasil og Marokko hittast á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Hini bæði liðini í bólki C, Skotland og Haiti spæla á Gillette leikvøllinum í Foxborough í Massachusetts í nátt klokkan tvey, føroyska tíð.










