There is never failure - only different levels of succes

Báturin Olga, ið er uppkallaður eftir kvinnu, sum ikki slapp við á ætlaðu pólferðini, krevur stórar ábøtur, áðrenn ráðiligt er at leggja frá landi aftur. Kortini ætlar dirvisgóða manningin at halda áfram á leiðini kring Norðpólin.

­ Ella, sum tit taka til í Føroyum: Vit herja á, sigur Joel Cole avgjørdur

Hevði ferðaætlanin hildið, var glastrevjabáturin longu farin um suðurendan í Grønlandi, Hvarvið. Men á einum bátavogni uttanfyri høllina hjá AWI-boats hjá Aðalsteini Antoniussen í Runavík, stendur báturin, ið eitur Olga.


Lítla Olga er álitið hjá teimum fýra pólfarunum, amerikumanninum, Joel Cole, dananum Anders Bilgrim og grønlendingunum Robert Peary og Frederik Lynge. Drívmegin á 18 fót langa og 6 fót breiða glastrevjabátinum spríkir úr 280 vælgøddum Suzukihestum. Fullfermdur, við hálvumfjóra tonsi, gongur hann einar 35 míl.


Báturin tykist ómetaliga lítil til endamálið; at sigla kring Norðpólin. Men, tað er einasta endamál við bátinum; at sigla. Teir fýra vænta ikki at vera umborð longur enn eitt samdøgur, hvørja ferð. Lagt verður at landi at sova í tjaldi. Her í Føroyum hava allir kortini fingið heita song at sova í. Hesum hava verforeldrini hjá Joel Cole skipað fyri.


Umvæla sjálvir


Orsøkin til, at báturin longu stendur uppi á turrum aftur, hóast einans vika er farin síðan varð flotaður á Longulinju í Keypmannahavn, er umfatandi botnskaði. Sjógvur er komin ímillum glastrevjaløgini, og tískil eru løgini loysnað, hvørt frá øðrum. Orsøkin til skaðan er enn ókend.


Stórar ábøtur eru neyðugar, og fyri hesum umvælingum standa ævintýrararnir sjálvir, tí teir á AWI eru farnir í summarfrí. Væntandi kemur ein serkønur maður úr Danmørk fyrsta dagin. Hesin skal kanna tilfarið, ið brúkt varð at styrkja bátin við harniðri.


Fyribils eru leysamotorarnir loystir og settir undir tak, og báturin verður nú holvdur, so farast kann undir umvælingin av botninum. Dekkið er alt sagað upp, so kjølurin liggur berur. Undir dekkinum var ein stórur bensintangi, sum var farin at leka. Hetta var upprunaliga orsøkin til. at báturin varð tikin upp á turt, og skaðin í glasvevnaðinum tilvildarliga kom til sjóndar. Tangin er burturtikin, og verður ikki settur í aftur. Ætlanin er at spræna skúm í kjalarrúmið ístaðin.


Eygleiðaratúrur


Teir fýra garparnir vita væl, at hóast ferð teirra fevnir um eini 5 summør, er hon rættiliga stórætlað. Nú teir verða so nógv seinkaðir, eru teir nøgdir, um teimum eydnast at sleppa vesturum Hvarvið og røkka Qaqortoq í ár. Har hava donsku bátaframleiðararnir, ið hava stoypt Olgu, eina verksmiðju, sum kann taka sær av bátinum.


Eins væl, og talan er um eitt ævintýr, er túrurin eisini ein eygleiðaratúrur.


­ Vit ætla okkum at bera fram eina nútíðarmynd av fólkunum vit hitta á ferðini framvið Grønlandi, Kanada og Sibiria. Í bókum, greinum og fyrilestrum og ikki minst á heimasíðum fara vit at royna at gera hesa mynd tøka millum fólk, sigur Anders Bilgrim, ið sjálvur er stigtakari og leiðari á ferðini. Skipari er Robert Peary, sum er royndur sjófari í íshavi. Harumframt er hann vanur at føða seg við tí, ið Grønlendska náttúran hevur at bjóðað. Hin grønlendingurin, Frederik Lynge, fer at standa fyri filmsupptøkunum á ferðini. Joel Cole er við sum journalistur.


Báturin uppkallaður


Ferðaliðið verður seinni størri. Stendur tað til núverandi manningina, sleppur ein russari umborð áðrenn teir koma til Sibiria. Helvtin av ferðini gongur framvið hesum velduga landi, og tá er ein fyrimunur at hava onkran, sum dugir mál og siðir, og kanska er staðkendur. Ætlanin var, at ein russari skuldi vera við frá byrjan, men hesin mynstraði av áðrenn teir loystu á Longulinju. Hann fekk sær knappliga eina aðra konu. Fyrrverandi konan spurdi tá beinanvegin, um hon ikki kundi sleppa við í hansara stað. Tað slapp hon ikki. Ístaðin var báturin uppkallaður eftir henni?


Eru væl fyri


Ferðina er fíggjað við sponsorpengum og ókeypis tólum. Treytin, summir av teimum 36 sponsorunum hava sett, er, at manningin gevur teimum nágreiniliga frágreiðing um, hvussu tólini hava roynst. Aðrir ætla sær at nýta myndir frá ferðini í marknaðarføringini. Sjálvur glastrevjabáturin, ið nú stendur uppi á turrum í Runavík er eisini partur av sponsoravtalu. Meðan djarva manningin fekk eina seinking at dragast við, fáa bátaframleiðararnir tíbetur at vita, hví. Og tað hevur týdning í framleiðsluni.


Hóast botnskaða og aðrar seinkandi trupulleikar, teir hava havt undir fyrireikingunum og á ferðini, eru menninir væl fyri. Teir hava hvørjaferð megnað at loyst allar trupulleikar, ið hava stungið seg upp.


­ Vit halda áfram. Ella, sum tit taka til í Føroyum: Vit herja á, sigur brosandi Joel Cole, avgjørdur?


Gott at stranda í Føroyum


Skemtingarsami Frederik Lynge, spurdi um Sosialurin ikki vildi sponsorera nakrar nætur á sjómansheiminum. Afturfyri skuldi blaðið sleppa at tosa við teir ein hálvan tíma, hvønn dag, meðan bíðað verður í landinum?


Lagið á grønlendska myndatøkumanninum var serliga gott. At enda helt hann fyri, at nú báturin hevur fingið skaða, var tað gott at tað hendi í Føroyum.


­ Hetta er besta stað, eg havi verið strandaður?