Christian Høgni breyt beinið í Gøtu

Ætlanin var at evnaríki NSÍ maðurin skuldi fara til Portugals at royndarvenja fyrst í august mánaða

Tað gekk alt annað enn væl hjá 19 ára gamla og evnaríka álopsmanninum hjá NSÍ, Christian Høgna Jacobsen, tá hann leygardagin var við liðfeløgunum í Gøtu.

Stevna var í Gøtu, og GÍ skipaði fyri fótbóltskapping. B68 og NSÍ spældu, og NSÍ vann 4-3. Í 2. hálvleiki kom Christian Høgni Jacobsen, sum hevði hildið frí í Danmark, inn á NSÍ liðið, men har var hann bara eina lítla løtu. Eingin maður var hjá staddur, og bólturin var ikki har, tá ungi maðurin kom haltandi út móti síðulinjuni og boðaði frá, at tað bar honum ikki til at spæla. Seinni vísti tað seg, at beinið var brotið, og tað fer ivaleyst at hava við sær, at kappingarárið verður heilt gamalt, tá Christian Høgni verður við aftur, um tað yvirhøvur fer at eydnast honum at sleppa uppí part aftur í ár.

Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, ásannar, at hetta er óheppið fyri liðið hjá honum, men hann heldur, at tað er serliga óheppið fyri Christian Høgna, sum stóð frammanfyri spennandi avbjóðingum.

Við Jákupi í Stórustovu sum millummanni var avrátt, at Christian Høgni seinni í hesi vikuni skuldi fara til Portugals at royna seg. Felagið, sum sigst hava verið áhugað í NSÍ manninum, eitur Skt. Clara. Talan er um felag, sum síðsta kappingarár flutti upp í bestu deildina.

Tað hevur annars ljóðað í summar, at Christian Høgni skuldi spæla við B36 eftir summarsteðgin og at spæliloyvið hjá honum longu skuldi vera komið til árstalsfelagið í høvuðsstaðnum. Vit hava spurt okkum fyri bæði hjá NSÍ og FSF, men har hevur okkum verið upplýst, at Christian Høgni Jacobsen hevur sáttmála við NSÍ, sum er galdandi alt hetta kappingarárið.