Tað var mett sum stórur biti hjá Herfølge, tá skráin fyri nýggju kappingina í superliguni varð almannakunngjørd, og tað sást, at Herfølge í fyrsta umfarinum skuldi taka ímóti meistaraliðnum úr Aalborg.
Men Jákup Mikkelsen, John Faxe Jensen og hinir gul og bláklæddu hava víst aftur á síðsta leikumfarið undan summarsteðginum, tá Herfølge á heimavølli vann 3-2 á júst AaB, og sunnudagin var enn eina ferð staðfest, at Herfølge er ikki at spæla við.
Knappliga tvey túsund áskoðarar møttu upp í góðveðrinum, og teir fingu fult fyri pengarnar, bæði so og so. Fýra mál vórðu skorað, tveir spælarar vórðu riknir av vølli, og eitt brotsspark varð misnýtt.
Tíverri var tað Jákup Mikkelsen, sum misnýtti brotssparkið, men tíbetur hevði hetta ikki árin á, hvagar stigini fóru. Støðan var 3-1, tá Herfølge ikki so langt undan dystarenda fekk brotsspark. Jákup rann so spakuliga til bóltin, sum hann plagar at gera, hann sendi málverjan til vinstru fyri seg sjálvan, og so var málið opið, men tíverri tók bólturin stólpan í hinum borðinum, og tað var einki at undrast á, at Jákup sjónliga iðraði seg, tá hann fór skundaði sær aftur í sítt mál.
Jákup Mikkelsen verður annars róstur fyri sítt avrik, meðan donsku fjølmiðlarnir ikki halda, at verjan hjá meistaraliðnum var serliga sannførandi. Tað stóð á jøvnum, tá dysturin var hálvrunnin, men seks minuttir eftir steðgin kom hol á. Tommy Schram, sum áður hevur spælt í Brøndby, og sum í fjør bara skoraði eitt mál í 28 dystum fyri Herfølge, skoraði bæði til 1-0 og 2-0. Ståle Solbakken minkaði um munin, tá hann sendi fríspark uppum verjugarðin og dygst inn undir samankomingina í tí síðuni av málinum, sum Jákup hevði álit á, at manngarðurin skuldi taka sær av.
Í eina lítla løtu tóktist tað sum um Herfølge menninir hingu eitt sindur við høvdinum, John Jensen setti seg sjálvan inn á miðvøllin, og Jesper Falck, sum Herfølge hevur fingið frá AB, staðfesti sigurin. Tá støðan var 2-0 varð ein AaB maður vístur av vøllinum, tí hann fekk seinna gula kortið, og stutt fyri leiklok sá Kenneth Kastrup hjá Herfølge reytt.
? Serliga fyri eitt lið, sum altíð verður mett at vera millum niðurflytaraevnini kemur tað sera væl við hjá at fáa eina so góða byrjan uppá landskappingina, helt John Faxe Jensen fyri, tá hann í sólskininum helt hoff fyri pressuni.
Næsta uppgávan hjá Herfølge verður á Tórsvølli hósdagin, og tað er einki at taka seg aftur í, at uppgávan hjá HB verður stór. HB tapti 3-1 móti AaB, og AaB tapti 3-1 móti Herfølge, sum nú skal spæla móti HB.










