NSÍ spældi grannarnar niður

Fótbóltur: NSÍ gav grannunum av Toftum turt uppá í dystinum í Runavík. Sigurin gjørdist so stórur, sum hann sjáldan ger í grannadystunum

1. deild: NSÍ-B68 5-0 (3-0)


NSÍ var í hopla, tá toftamenn vitjaðu á vøllinum í Runavík sunnudagin.

Grannauppgerðin, sum plagar at verða tøtt og spennandi, líktist hesaferð meira einvegis ferðslu, har teir í Runavík fullkomiliga vóru ómaná.

Í fyrra hálvleiki var munurin millum liðini so stór, at 3-0 leiðslan hjá NSÍ ikki var eitt mál ov stór. Toftamenn formáddu sær einki á graslíkinum í Runavík, og fyrra hálvleik høvdu teir valla eina erliga roynd á NSÍ-málið.

NSÍ spældi ágangadi frá byrjan, og longu eftir góðar 10 minuttir gav tað bonus. Eddie Mikkelsen sendi horna innfyri málið, málverjin hjá B68 fekk bara hondina á, og við aftaru stong kundi verjuspælarin Dánjal Hansen sendi bóltin í málið til 1-0.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti NSÍ til 2-0, tá Helgi L. Petersen (sum var viðaftur eftir leikbann seinast) dróg avstað í høgru og sendi uppá tvørs inn til Ian Højgaard, sum sparkaði bóltin í B68-málið.

Tað gjørdist 3-0 eftir góðan hálvan tíma. Eitt innkast varð tveitt inn til Helga L. Petersen inni í B68-brotsteiginum, har ein B68-spælari var í so harðligur við NSÍ-spælaran. Hetta tulkaði dómarin sum brotsspark, og miðverjin Sjúrður Jacobsen sendi bóltin úr 11 metrum og í málið.


Fingu sum frammaná beinanvegin

B68 var eisini aftanfyri 3-0 móti KÍ seinasta vikuskiftið, og tá komu teir svangir og ágangandi á vøllin eftir hálvleikssteðgin. Hesaferð fingu teir sum frammaná alt fyri eitt, tí NSÍ økti til 4-0 í fyrsta minutti í seinna hálvleiki.

Ian Højgaard fekk ein bólt inn um B68-verjuna, og hann útplaseraði málverjan og skoraði til 4-0.

Tann lítla vónin, sum toftamenn høvdu um at koma innaftur í dystin, reyk við fjórða málinum hjá NSÍ, og B68 gjørdist bara fáar ferðir vandamikið seinna umfarið.

Teir komu nærmast at skora, tá Øssur Jacobsen gjørdist leysur, men hann sendi bóltin upp um málverjan og málið.

NSÍ hevði aðrar kjansir at gera mál. Jónstein Petersen fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, og Bergur Hansen, sum kom á vøllin fyri Eddie Mikkelsen, hevði meira enn eina naska roynd.


Eitt mál afturat

Seinasta málið í dystinum kom tríggjar minuttir fyri leiklok, og hesaferð var tað enn ein av verjumonnunum, sum skoraði.

Bergur Hansen gjørdi forarbeiðið í vinstru síðu, og inni fyri málið var tað Jónstein Petersen, sum smekkaði bóltin í kassan.

Dysturin endaði 5-0, og tað var ein sigur, sum sjáldan sæst í grannadystunum millum NSÍ og B68. Toftamenn, sum liggja einsamallir mitt á stigatalvuni, hava tapt báðar dystirnar eftir steðgin.

Hjá NSÍ byrjaði Johnny Skibenæs á vøllinum fyri fyrstu ferð í ár, men hann noyddist út longu eftir 35 minuttir, tá hann fekk ein snudd. Fyri hann kom Eyðstein Skipanes á vøllin, og í frá byrjan í seinna hálvleiki spældi Arnfinn Langgaard, sum nú er komin í gongd aftur eftir summarsteðgin.