Spinnandi tiltak í Gomlu Hoyvík

Í dag, og næstu leygardagarnir í hesum mánaði, heldur fornminnistiltakið í Gomlu Hoyvík fram. Fyri lítlan kostna sleppa børn at ríða á røttum føroyskum rossum, og í roykstovuni á gamla garðinum ber til at eygleiða kvikar hendur fáast við gamalt føroysk heimavirki; og kanska ogna sær okkurt plaggi.

Fornminnistiltakið heima á Garði í Gomlu Hoyvík er í tveimum; einum inniparti, og einum útiparti. Í roykstovuni sita fólk og fáast við gamalt føroyskt heimavirki. Tað er Føroya Heimavirkisfelag, ið stendur fyri hesum partinum. Úti ganga føroysk ross, føroyskar dunnur og ein einsamøll kúgv. Kúgvin hevur røtur í gamla føroyska neytaslagnum. Í dag er seinasti dagur, henda sjáldsama lítla kúgvin verður heima á Garði.


Jarðarráðið eigur jørðina heima á Garði, sum Føroya Landsstýrið hevur fest. Landsmynduleikarnir hava síðani latið fornminnissavninum bygningar, tún og geilina nærhendis. Sjálva jørðina hava bøndur leigað.


Livandi savn


Møguleikarnir í Gomlu Hoyvík eru stórir. Hetta vakra pláss kundi verðið ein rættur fornaldardepil við virknum fólki í roykstovu og eldsmiðju, gomlum bátum, ið liggja úti í víkini við kastaðum snøri, meðan øll tey føroysku húsdýrunum ganga í økinum.


Stendur tað til fornminnissavnið í Hoyvík, verður undir øllum umstøðum eitt livandi savn á garðinum; við ymsku føroysku húsdýrunum.


Gamla føroyska seyðaslagið er enn til á Skotsku oynni, Sankt Hilda, og hóast tað er í tøkum tíma, verða royndir gjørdar at bjarga føroyska rossunum, sum einans eru 47 í tali. Rossastovnurin skal helst vera omanfyri 200, skal honum vera lív lagað?


Kelidýr eru vælkomin


Tiltakið, ið sambært einum av aðalkreftunum, Roari Olsen, ikki hevur verið nóg væl vitjað, heldur áfram leygardagarnar í august.


Í dag, og hinar báðar leygardagarnar í mánaðinum verður høvið at vitja garðin millum klokkan 14.00 og 18.00. Øll børn eru vælkomin at ríða á sjáldsomu føroysku rossunum, ella bara eygleiða dýrini í túninum. Ein langur ríðingartúrur kostar 20 krónur, og ein stytri einans 10?


Eiga børnini okkurt kelidýr; eina kanin, ella okkurt sovorði, kunnu tey taka tað við at vísa fram. Ímeðan kunnu tey vaksnu fara inn og síggja heimavirki í roykstovuni. Har verður karðað, nappað, spunnið og bundið. Kostnaðurin er einans 20 krónur, og til ber eisini at ogna sær okkurt plaggi.