(Valkeakoski-Sosialurin): Um greipuvinnararnir í fjør og luttakararnir í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini í ár eru umboðandi fyri styrkina hjá føroyskum liðfótbólti í europeiskum høpi, so er eftir avrikið hjá HB í Finnlandi í fyrrakvøldið skjótt at koma til ta niðurstøðu, at tað eru ljósár millum tað, sum landsliðið megnar, og tað, sum feløgini megna í altjóða høpi. KÍ og B36 hava møguleikan at gera niðurstøðuna til skammar, tá tey í august skulu í altjóða eldin, men verður mett út frá HB avrikinum, so er lítið at vænta.
6-0 tapið minti um úrslitini, sum landsliðið plagdi at fáa fyri nøkrum árum síðani, og avrikið minti um tað, sum plagdi at vera at síggja, tá lansliðið royndi seg fyrstu ferðirnar, eftir at Allan Simonsen hevði tikið við ábyrgdina. Har var ein rúgva av persónligum mistøkum, nógvir lættir bóltar vórðu mistir, í fleiri førum varð hetta eirindarleyst sektað, og taktiska avrikið var ússaligt. Og tá so eftiransingarnar vóru alt annað enn sannførandi kundi tað ikki ganga øðrvísi, enn tað gjørdi.
Veruleikin er, at fyritreytirnar vóru ikki av teimum bestu. Vøllurin var sera harður og torførur at spæla á, og hitin var ongantíð so høgur teir báðar dagarnar, sum HB ferðalagið steðgaði í Finnlandi, sum hann var júst, meðan dysturin varð spældur.
Men tað nyttar so lítið at seta sjóneykuna á sovorðin viðurskifti. Skulu føroysk feløg spæla í altjóða fótbólti, so ber ikki til at reingja veruleikan, at veðrið so at siga alla staðni í Europa er betri, enn tað er í Føroyum, og at vallarumstøðurnar kunnu vera ymiskar, veit eingin betri, enn føroyskir fótbóltsspælarar.
Verjukend útgangsstøða
Fyrstu løtuna ímillum trøini í summarhitanum gekk uppá stás. Ferðin var so lág, sum HB ætlaði, at hon skuldi vera, spælararnir vóru fryntligir hvør við annan (einki kort var givið), heimaliðið tóktist ikki serliga áhuga í at økja um »leiðsluna«, sum teir høvdu eftir javnleikin í Gundadali, og tí vóru møguleikarnir fáir og smáir, burtursæð frá tá Bárður Johannesen meistarliga blokeraði úti í brotsteiginum.
Jákup Eli Olsen var eyka miðverji aftanfyri Hans Fróða Hansen og Hans á Lag, men bara eina lítla løtu, so noyddist hann at taka seg úr stríðnum orsaka av vøddaskaða í lærinum, men Jan Dam, sum loysti av, hevur nógvar altjóða royndir, og eingin vandi tóktist vera á ferð.
Andrew av Fløtum, sum ikki skuldi vera við, men fekk møguleikan, tí Hallur Danielsen var sjúkur dystardagin, stóð seg væl á miðvøllinum, og í 1. hálvleiki var hann millum bestu spælararnar á vøllinum.
Magni á Lakjuni var einsamallur í álopinum ? fyri fyrstu ferð síðani hann kom í HB, sat Súni Fríði Johannesen á beinkinum allan 1. hálvleik ? men einsamalli áslopsmaðurin fekk fáar ella rættari ongar bóltar at arbeiða við, og tað talar fyri seg, at HB fekk fyrsta hornasparkið, tá 49 minuttir vóru farnir.
Jóhannis Joensen kom ígjøgnum fleiri ferðir í 1. hálvleiki, men tá hann dró inn fyri málið, var eingin kraft í skotunum, tí vinstrabeinið er ikki nakað at rópa hurrá fyri, og so er ikki meiri at skriva um HB møguleikar ? ikki fyrrenn í síðstu løtu, tá onkur royndin frá Súna Fríða Johannesen og Bárðuri Mortansson varð blokerað í brotsteiginum.
Lagnuløtan
FC Haka setti hol á eftir verjumistak hjá HB. Jan Dam var noyddur at gera fríspark heilt úti í borðinum í høgru, stóru miðverjarnir komu framvið, og Janne Salli fekk loyvi til at renna nógvar metrar ímóti bóltinum og úr átta metrum drønstúta í nettakið, meðan HB menninir staðfestu, at akkurát sum í fyrra dystinum kostaði tað nógv ikki at halda avtalur í sambandi við deyðbóltar úr borðunum.
1-0 var ikki nøkur katastrofa, og tað átti framvegis at borið til at komið afturíaftur, men lítlu løtuna kring steðgin gjørdist tað greitt, at hetta fór at gerast heitt bæði so og so.
Áskoðararnir høvdu síðstu løtuna undan steðginum verið misnøgdir við avrikið hjá heimaliðnum, sum ikki tóktist serliga álopshugað og gav HB loyvi at hava bóltin nógv, men so vendi. Tveir minuttir restaðu av fyrra umfarinum, tá Valeri Popovitch, sum aftur hesa ferð var mest eyðsýndi maður á vøllinum, slapp at draga tvørturum úr høgru, eingin taklaði ella royndi at steðga honum á annan hátt, og tá hann slepti bóltinum, var tað óheppið fyri HB menninar, at royndin frá Martini Reyders tók í fótin á Jóhannisi Joensen og sigldi omanfyri málverjan, sum stóð í so uttarlaga.
2-0 var ikki nakað serligt at fara í skuggan uppá, og í fyrsta minuttinum eftir steðgin upploystist liðið hjá HB. Kai Nyyssönen, sum kom inn í Gundadali og sum hesu ferðina noyddist út, tí hann varð skaddur, fekk loyvi at draga eftir miðásinum, uttan at nakar royndi at takla, og skotið úr seytjan metrum sat dygst niðri við stólparótina til vinstru fyri málverjan.
Alt bar til
Eftir hetta bar alt til hjá heimaliðnum. David Wilson, sum var óførur á miðvøllinum, heilfluktaði úr 23 metrum eftir horna í høgru og út frá til 4-0, Popovitch stóð tveir metrar frá málstrikuni, tá hann trillaði innleggið úr vinstru frá innskifta og púra leysa Tommi Torkkeli í tóma málið, og innskiftarin slapp at sláa síðsta seymin í, tá hann rann ígjøgnum mitt fyri og trillaði bóltin framvið málverjanum. Bólturin varð ikki givin upp eftir síðsta málið, og tað kom væl við hjá HB monnunum, sum eftir avrikið í 2. hálvleiki ella rættari eftir enki avrik at hava sýnt í 2. hálvleiki, í tí stilla kundu gleðast um, at tapið ikki gjørdist tvey sifrað.
Áskoðararnir vóru alla tíðina reserveraðir, men teir vístu síðstu løtuna við klappsalvum, at teir vóru nøgdir, og stjórin í felagnum, sum saman við hinum í leiðsluni var fyrikomandi og gestablíður, royndi at fjala stóra smílið og fagnaðin yvir ikki so lítlu upphæddina, sum næsta umfarið og Glasgow Rangers fara at bera við sær, og so mugu vit bara vóna, at finska liðið verður trimmað til størri mótstøðu, enn teir mikukvøldið fingu frá HB.
Mistak omaná mistak
Spurningurin heima á landi er sjálvandi, hvussu tað kundi bera til at tapa 6-0 móti einum liði, sum í Gundadali vísti, at tað átti at verði at tosa við, og sum má metast millum tey liðini, sum føroysku feløgini eiga at hava møguleika ímóti, um tað skal vera hugsningur um at sleppa víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum.
Tað lættasta er at siga, at HB hevur ikki kropsligu fyritreytirnar, sum mótstøðumenninir høvdu. Soleiðis sá tað út, og HB menninir eru ikki í fullari dystarvenjing í løtuni, tí tað hava ikki verið spældir týdningarmiklir dystir í ein mánað, men tað er ov bíligt at kasta spælarum fyri, ið hava runnið og vant so at siga hvønn dag síðani í januar, at teir orka ov lítið og ikki eru nóg skjótir.
Tað gjørdist strevið hjá HB, tí teir gjørdu eina ørgrynnu av persónligum mistøkum og harvið vóru teir noyddir at renna aftaná meiri bólttrygga heimaliðnum, sum ikki brúkti óneyðuga orku, tí teir dugdu at lata bóltin gera arbeiðið fyri seg.
HB menninir tóktust í 2. hálvleiki heldur ikki at vera greiðir yvir, um teir skuldu arbeiða fyri at avmarka tapið ella at royna at minka um tað, og í hesu partinum saknaðist, at teir royndu menninir tóku ábyrgdina á seg. Finsku mótstøðumenninir dugdu væl at lokka HB menninar fram á vøllin, og so slerdu teir kontra og runnu ígjøgnum, og hetta líktist ikki so lítið í 1991, tá Føroyar taptu 7-0 í Beograd.
HB hevur tapt 10-0 í Intertoto Cup í Tromsø, og tað sveið í. HB hevur tapt 6-0 í Georgia og 6-0 á Kypros, og tað sveið. Nú upplivdu teir í HB enn eitt tennisegg, og sviðin er eins stórur. Men mistøkini vóru so mong, at tað má staðfestast, at hóast fleiri royndir, so luttekur HB framvegis í Europa Cup fyri at læra. Landsliðið hevur fingið fyrsta lærdómin frá hondini, og um stutta tíð fáa vit at vita, hvussu tað stendur til við lærdóminum hjá KÍ og B36. Men vit kunnu vóna, at tað fer at ganga betri, enn tað gekk hjá HB í finska summarhitanum. Verri kann tað ikki verða!
Hagtøl
Europa Cup
1. innleiðandi umfar í meistarakappingini, seinni dysturin
Í Valkeakoski í Finnlandi
mikudagin 21. juli 1999, kl. 19.00
dómarakvartett úr Letlandi: Algirdas Dubinskas, Arturas Pipiras, Edmundas Vencius og Darius Miczelis
UEFA eygleiðari úr Danmark: Kurt Helmer Sørensen
áskoðarar: 1800
FC Haka-HB 6-0 (2-0)
1-0: Janne Salli 26.
2-0: Martin Reynders 43.
3-0: Kai Nyyssönen 46.
4-0: David Wilson 63.
5-0: Valeri Popovitch 80.
6-0: Tommi Torkkeli 90.
FC Haka: 25. Andras Vilnrotter ? 4. Janne Salli (8. Janne Hyökyvaara, 52.), 3. Lasse Karjalainen, 2. Tero Penttilä, liðformaður ? 24. Jari Niemi, 18. Janne Savolainen, 19. David Wilson, 5. Jouni Räsänen ? 9. Martin Reynders (7. Oleg Ivanov, 65.), 14. Valeri Popovitch, 10. Kai Nyyssönen (16. Tommi Torkkeli, 62.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Panu Toivonen, 15. Jukka Rantala, 21. Jarkko Okkonen
Kort: eingi
Venjari: Keith Armstrong
Hjálparvenjari: Olavi Paasio
Liðleiðari: Olli Paasio
HB: 1. Bárður Johannesen ? 11. Jóhannis Joensen, 20. Hans Fróði Hansen, 3. Jákup Eli Olsen (8. Jan Dam, 12.), 5. Hans á Lag, 2. Bjarki Mohr ? 10. Andrew av Fløtum, 7. Rúni Nolsøe, liðformaður, 6. Jens Erik Rasmussen, 19. John Heri Dam (4. Súni Fríði Johannesen, 46.) ? 14. Magni á Lakjuni (22. Bárður Mortansson, 57.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Kaj Leo Johannesen, 17. Rói Árting, 18. Hallur Danielsen, 21. Eyðun Højgaard
Kort: eingi
Venjari: Ion Geolgau
Hjálparvenjari: Albert Ellefsen og Kaj Leo Johannesen
Liðleiðarar: Skylv Hansen og Sigurd Hansen
Fysioterapeutur: Klæmint Isaksen
FC Haka í annað innleiðandi umfarið við málmuninum 7-1