Ólavur í Beiti Í gjár beint eftir kl 14 lendi nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways lenda á flogvøllinum í Vágum. Líkindini vóru ikki av teim bestu, so ivasamt var, um flogfarið fór at lenda. Flogfarið [...] landsstýrisins á móttøkuna. Eisini Magni Arge, stjóri í Atlantsflog var við flogfarinum. Leingi hevur verið í umbúna at keypa annað flogfar, tá ið kortini er neyðugt hjá Atlantic Airways á hvørjum ári at [...] at leiga eitt flogfar aftrat til summarhálvuna til tess at røkja ferðasambandið við útheimin á brúkligum støði. Leigast út Í samrøðu við Internet Sosialin beint fyri klokkan 20 hóskvøldið dugdi Magni Arge
Ólavur í Beiti Hvussu ber tað til, at summarfrítíðin hjá miðnámsskúlunum ikki longur skal fylgja tí føroyska fólkaskúlanum, men heldur nærkast tí donsku summarfrítíðini? vil Jógvan á lakjuni hava at vita [...] vita frá Signari á Brúnni, mentamálaráðharra. Í viðmerkingunum, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað hevur altíð verið siðvenja, at fólkaskúlin og miðnámsskúlarnir (her verður serliga hugsað um studenta- og [...] siðvenju, sigur Jógvan á Lakjuni. Løgtingsmaðurin sipar til rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlunum fyri skúlaárið 2000/2001 og í tíðarætlan fyri students- og HF-próvtøkuna á sumri 2001, sum send
enn á odda í deildini, men munurin er nú bert hálvt stig. Jens Kristian vann Klaksvíkingar visti úrslitið í Kollafirði áðrenn teir settust við talvborðini á Toftum, og tað eggjaði teimum at herja á toftamonnum [...] saman hjá Carl Eli og at enda bleiv kongur hansara mátaður mitt á borðinum. Bernhard Thomsen stóð verri alt talvi móti Halduri S. Johansen á øðrum borði, men beint sum Haldur ætlaði at bróta ígjøgnum gjørdi [...] rikið Ranasa kong út á borðið, og fekk ein rók sum bonus. Jens Kristian átti at vunnið heldur fyrri enn hann gjørdi, men eftir sætta tíma fekk Rani sítt fyrsta null í ár. Talvið er við á blaðnum í dag. Helgi
ÓLAVUR Í BEITI Tað var frálíkt lag á bæði starvsfólki og gestum seinnapartin fríggjadagin, tá ið nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways hevði lent um 2-tíðina og seinni varð togað yvir í Hangarin hjá Atlantic [...] har øll fingu høvi at vitja umborð á snotuliga flogfarinum, og eisini fáa sær ein forkunnugan bita frá føroyska flogfelagnum undir fagnaðarløtuni. Tókst tú í hondina á starvsfólkunum og ynskti teimum til [...] tað hevur verið til eftirlit og umvæling, til Manchester. Myndamaður blaðsins var eisini til staðar á flogvøllinum, tá ið nýggja flogfarið hevði sett seg, og vit lata myndirnar talað fyri seg.
ÓLAVUR Í BEITI Sum longu nevnt, var stórur dagur í Flogsøgu Føroya seinasta fríggjadag, tá ið nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til landið. Og tað var eisini ein fegin stjóri í felagnum, Magni [...] lýsti løtuna í røðu síni og eisini framtíðina hjá felagnum sum nú hevði fingið fleiri vegnur at flúgva á. M.a. segði stjórin, at við einum flogfari aftrat kom at verða skapt sunnari og tryggari grundarlag [...] í dag, umframt charter flúgving. - Eg vóni, at um 5 ár er virksemið í felagnum bygt helvt um helvt á heimamarknaði og útlendska marknaðin og tað krevur nógva av starvsfólki og felagi at laga seg til altjóða
ÓLAVUR Í BEITI Høgni Hoydal sigur endamálið við uppskotinum verða, at mæla Løgtinginum til at taka støðu av nýggjum í málinum um at seta ríkislóg um fjølmiðlaábyrgd í gildi fyri Føroyar. Og orsøkin til [...] sum landsstýrið tekur undir við: Og niðurstøðurnar eru: At biðja Løgtingið um undirtøku fyri at heita á ríkismyndugleikarnar um at steðga málinum. Og at landsstýrismaðurin ístaðin leggur uppskot fyri tingið [...] Samstundis sum hetta uppskot verður lagt fyri Løgtingið, verður uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
ÓLAVUR Í BEITI »Krúnborg« og »Chr. í Grótinum« hava fingið væl av svartkjafti seinastu túrarnar. Teir hava roynt suður vestur úr Írlandi, í ES sjógvi, og landað í Fuglafirði. »Chr. í Grótinum« var fyrradagin [...] sjúk Einasti føroyski nótabátur, sum roynir í Barentshavinum eftir lodnu er »Norðborg«, og sum skilst á reiðarínum, hevur verið meiri at fingið har. »Norðborg« hevur gjørt tveir túrar, hvør 1200 tons. Seinasta [...] tveir av manningini hjá lækna, og fingu teir penicilin fyri lungnabruna, men sum skilst, eru fleiri á fótum aftur og støðan er í batningi umborð, verður sagt. Ein túr aftrat »Norðborg« ger helst ikki meiri
fáa eitt valdømi fyri Føroyar eins og virkandi valskipan í Grønlandi? Upp á tíðina Í viðmerkingunum vísti Jákup Sverri Kass m.a. á, at Grønland hevði eina líknandi skipan, sum vit í Føroyum hava í dag. Teir [...] Ólavur í Beiti Jákup Sverri Kass vildi hava at vita frá løgmanni í fyrispurningi, um landsstýrið arbeiðir við nøkrum ætlanum um at broyta føroysku valskipanina soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman [...] ikki samdur Men løgmaður Anfinn Kallsberg er stuttur í sínum svari til Jákup Sverra Kass, og vísur á, at samgonguskjalið nevnir ikki ætlanir um at gera broytingar í valskipanini soleiðis, at Føroyar verða
fáa eitt valdømi fyri Føroyar eins og virkandi valskipan í Grønlandi? Upp á tíðina Í viðmerkingunum vísti Jákup Sverri Kass m.a. á, at Grønland hevði eina líknandi skipan, sum vit í Føroyum hava í dag. Teir [...] Ólavur í Beiti Jákup Sverri Kass vildi hava at vita frá løgmanni í fyrispurningi, um landsstýrið arbeiðir við nøkrum ætlanum um at broyta føroysku valskipanina soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman [...] ikki samdur Men løgmaður Anfinn Kallsberg er stuttur í sínum svari til Jákup Sverra Kass, og vísur á, at samgonguskjalið nevnir ikki ætlanir um at gera broytingar í valskipanini soleiðis, at Føroyar verða
ÓLAVUR Í BEITI Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m. , var lagt fram í farnu viku av Helenu Dam á Neystabø, almanna- og heilsumálaráðharra. Í viðmerkingunum [...] sigur Helena Dam á Neystabø, at hon fyri ár 2000 verður, um lógin verður sett í gildi 1. apríl: at kommunurnar spara 49.786,- mió. kr. fyri almannamál og fáa eina meirútreiðslu upp á 49.730 mió. kr., og [...] dagstovnaøkið og fær eina meirútreiðslu upp á 49.786,- mió. kr. Torført at siga ? Tað er torført at siga, hvussu tær endaligu fíggjarligu avleiðingarnar koma at síggja út. Á fíggjarlógini fyri ár 2000 eru 59.266