Ongar broytingar í valskipanini nú

Samgonguskjalið nevnir ikki ætlanir um at gera broytingar í valskipanini soleiðis, at Føroyar verða til eitt valdømi. Landsstýrið arbeiðir tískil heldur ikki við at fremja tílíka broyting, sigur løgmaður m.a. í stutta svari sínum til fyrispurning

Ólavur í Beiti


Jákup Sverri Kass vildi hava at vita frá løgmanni í fyrispurningi, um landsstýrið arbeiðir við nøkrum ætlanum um at broyta føroysku valskipanina soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman til eitt valdømi fyri alt Føroya land? Eisini vildi sjálvstýristingmaðurin hava at vita, um løgmaður heldur at farast skal undir at broyta valskipanina soleiðis, at vit fáa eitt valdømi fyri Føroyar eins og virkandi valskipan í Grønlandi?


Upp á tíðina

Í viðmerkingunum vísti Jákup Sverri Kass m.a. á, at Grønland hevði eina líknandi skipan, sum vit í Føroyum hava í dag. Teir gjørdu av fyri ikki so langari tíð síðan at broyta skipanina soleiðis, at alt Grønland gjørdist eitt valdømi. Nýggja skipanin í Grønlandi stóð sína roynd í fjør, og vísti tað seg, at skipanin hevði við sær, at fólk hugsa meira um persónin, tey velja, enn hvar í Grønlandi viðkomandi kemur frá.

? Tað er uppá tíðina, at vit føroyingar fáa møguleikan at velja politikarar, sum, vit meina, eru teir frægastu, óansæð hvar í landinum teir koma frá. Verða Føroyar eitt valdømi, so noyða vit okkara politikarar at hugsa landspolitiskt, og eg ivist ikki eina løtu í, at tað kemur at verða allari tjóðini at gagni, at allir politikarar noyðast at seta seg í samband við alt Føroya fólk og ikki bara tey, sum búgva í teirra valdømi.


Løgmaður ikki samdur

Men løgmaður Anfinn Kallsberg er stuttur í sínum svari til Jákup Sverra Kass, og vísur á, at samgonguskjalið nevnir ikki ætlanir um at gera broytingar í valskipanini soleiðis, at Føroyar verða til eitt valdømi. Landsstýrið arbeiðir tískil heldur ikki við at fremja tílíka broyting.

Og at enda sigur løgmaður, at hann hevur ikki ta áskoðan, at rætt er, at Føroyar eru eitt valdømi.