Størsti dagur í føroyskari flogsøgu síðani 1988

- Hetta er eitt lop inn í altjóða flogferðslu, tí flogfarið skal í vinnu uttan fyri Føroyar 8-9 mánaðir av árinum, segði Magni Arge m.a. á stóru móttøkuni í Hangarinum, tá ið nýggja flogfarið var komið inn at standa

ÓLAVUR Í BEITI


Sum longu nevnt, var stórur dagur í Flogsøgu Føroya seinasta fríggjadag, tá ið nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til landið. Og tað var eisini ein fegin stjóri í felagnum, Magni Arge, sum lýsti løtuna í røðu síni og eisini framtíðina hjá felagnum sum nú hevði fingið fleiri vegnur at flúgva á.

M.a. segði stjórin, at við einum flogfari aftrat kom at verða skapt sunnari og tryggari grundarlag fyri framhaldandi menning loftvegis í ferðslukervinum til og úr Føroyum, og er hetta úrslit av hepnu royndunum við tveimum flogførum seinastu tvey summrini.


»Dry lease« avtala

- Við hesum flogfarinum aftrat gera vit eitt lop inn í altjóða flogferðslu, tí flogfarið skal í vinnu uttanfyri Føroyar stóran part av árinum, einar 8-9 mánaðir.

- Vit hava gjørt eina »dry-lease«(flogfar uttan manning) avtalu við British Midlands í 4 mánaðir, men tað er einki at ivast í, at tað kann gerast til eina »wet-lease« (flogfar við manning) avtalu, sum eru tveir av handilsmøguleikunum í dag, umframt charter flúgving.

- Eg vóni, at um 5 ár er virksemið í felagnum bygt helvt um helvt á heimamarknaði og útlendska marknaðin og tað krevur nógva av starvsfólki og felagi at laga seg til altjóða kapping, men vit hava gott treysti kortini, segði stjórin Magni Arge.


Trívast í kapping

Og um felagið og starvsfólkini, vísti Magni Arge á, at bæði felag og starvsfólk hava øll árini trivist í kapping, og fyrstu royndirnar í altjóða flúgving hava vit í flúgving til m.a. Sarajevo og Grønland, og nógv orka er løgd í arbeiðið at fáa nýggja flogfarið hendavegin, har tveir mans hava verið burturi í ein mánað at skipa fyri øllum.

- Hetta er eitt gott flogfar í góðum standi, kundi ein fegin stjóri at enda boða frá, tó at tað er eitt sindur eldri enn hitt flogfarið hjá Atlantic Airways. Men innan flogfør er tað meiri tímarnir í luftini sum telja heldur enn árini á jørðini.