Drápið av amerikanaranum Alex Pretti í Minneapolis skal vera eitt vakning fyri allar amerikanarar.
Tað halda Barack og Michelle Obama.
Fyrrverandi amerikanski forsetin og kona hansara skriva í eini fráboðan, at amerikansk virðini eru undir álop.
– Drápið av Alex Pretti er ein hjartaskerandi sorgarleikur. Tað skal eisini vera eitt wakeupcall fyri allar amerikanarar - uttan mun til flokk - at nógv av okkara kjarnuvirðum sum tjóð eru alsamt meira undir álopi, stendur í fráboðanini, sum varð deild á Instagram.
Barack Obama heldur, at innflytaramyndugleikarnir útinna sítt arbeiði á ólógligan hátt í statinum Minnesota, har Minneapolis liggur, og at tað eftir øllum at døma ongar avleiðingar eru fyri teir.
Sambært Obama hava amerikanarar brúk fyri at síggja hetta í eyguni.
Tað var leygarmorgunin lokala tíð, at marknaløgreglan skeyt og drap 37 ára gamla Alex Pretti á gøtuni í Minneapolis.
Marknaløgreglan samstarvar við innflytaramyndugleikan ICE um at fremja handtøkur av fólki, sum samveldisstjórnin vil burturvísa.
Men í Minnesota, eins og aðrastaðni í USA, verða samveldismyndugleikarnir ákærdir fyri at brúka serliga harðan framferðarhættir.
Hetta hevur elvt til stórar mótmælisgongur í millum annað Minneapolis.
Her fóru enn fleiri fólk út á gøturnar, eftir at ein ICE-løgreglumaður skeyt og drap Renee Good, eina 37 ára gamla amerikanska kvinnu, í Minneapolis fyrst í januar.
Øll skulu stuðla og fáa íblástur frá amerikanarunum, sum friðarliga mótmæla, skriva Barack og Michelle Obama.
Samstundis finnast tey at núverandi stjórnini, sum Donald Trump, forseti, stendur á odda fyri.
– Heldur enn at royna at áleggja umboðunum, sum teir hava sent út, onkra slag av disiplin og ábyrgd, tykjast forsetin og núverandi embætisfólk áhugað í at herða støðuna.
– Samstundis geva tey almennu forkláringarnar fyri skottilburðinum av Mr. Pretti og Renee Good, sum ikki eru grundaðar á nakra álvarsliga kanning - og sum tykjast at vera í beinleiðis stríð við videoupptøkur.
Obama-hjúnini skrivaðu eisini, at tey vóna, at drápið av Alex Pretti fer at fáa stjórnina at umhugsa sína tilgongd.
/Ritzau/











