Byrjar at flúgva út frá München

Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways fór í gjár at flúgva fyri Lufthansa og kemur at hava høvuðsstøð í München. Tað er British Midland sum leigar flogfarið frá Atlantic Airways og so víðari til Lufthansa, og tí hevur flogafrið teir tiltiknu leðurstólarnar umborð, sum eru ein dreymur at sita í

ÓLAVUR Í BEITI


Tað var frálíkt lag á bæði starvsfólki og gestum seinnapartin fríggjadagin, tá ið nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways hevði lent um 2-tíðina og seinni varð togað yvir í Hangarin hjá Atlantic Airways, har øll fingu høvi at vitja umborð á snotuliga flogfarinum, og eisini fáa sær ein forkunnugan bita frá føroyska flogfelagnum undir fagnaðarløtuni.

Tókst tú í hondina á starvsfólkunum og ynskti teimum til lukku, varð svarað uttan undantak: Í líka máta! Jú hetta var nýggja flogfarið hjá øllum føroyingum og tað vóru so mangir føroyingar komnir at fegnast um eisini saman við teimum, sum høvdu hetta til sítt dagliga arbeiðspláss.

Í røðu síni, segði stjórin, Magni Arge, at hetta var størsta løtan hjá felagnum og nú fóru eisini góðir møguleikar at vera fyri at menna flogferðsluna bæði úti sum heima hjá felagnum, nú nýggja flogfarið eisini er komið. Og hann nevndi, at longu sama kvøld klokkan 7, skuldi flogfarið avstað at flúgva fyri stóra evropeiska flogfelagið Lufthansa. British Midland hevur leigað frá Atlantic Airways og so víðari til Lufthansa, har tað skal flúgva út frá München til summarflúgvingin hjá Atlantic Airways byrjar í juni.

Og fórt tú í sjálvt flogfarið at vita, sást tú víst, at tað er eitt stórfelag, sum leigað hevur, tí teir 80 stólarnir í flogfarinum eru úr ljósgráum leðri, sum er eyðkennið hjá hesum stóra flogfelag. Hesir 80 stólarnir viga góð 300 kilo meiri enn vanligu stólarnir, sum Atlantic Airways brúkar.

Flogfarið hjá Atlantic Airways er bygt í 1985 og fleyg upprunaliga í USA. Tað er tvey ár eldri enn hitt flogfarið, men hevur flogið einar 10.000 tímar minni, og sambært Hans Hansen, flogskipara, er tað í avbera góðum standi. Seinastu árini hevur tað flogið fyri bretska felagið Debon Air. Fyrsta túrin síðan yvirtøkuna fleyg flogfarið 2. februar úr Stansted uttan fyri London, har tað hevur verið til eftirlit og umvæling, til Manchester.

Myndamaður blaðsins var eisini til staðar á flogvøllinum, tá ið nýggja flogfarið hevði sett seg, og vit lata myndirnar talað fyri seg.