ÓLAVUR Í BEITI
»Krúnborg« og »Chr. í Grótinum« hava fingið væl av svartkjafti seinastu túrarnar. Teir hava roynt suður vestur úr Írlandi, í ES sjógvi, og landað í Fuglafirði. »Chr. í Grótinum« var fyrradagin við 2000 tonsum, og »Krúnborg« landaði 2500 tons í gjár. Teir eru báðir farnir nýggjan túr aftur. Og prísurin hevur eisini verið brúkligur, 55 oyru kilo.
Teir flestu av hinum nótabátunum eru í løtuni og royna eftir lodnu í íslendskum sjógvi. Tað hevur verið væl at fingið við troli, men ikki hevur borið so væl til við nót.
Øll manningin sjúk
Einasti føroyski nótabátur, sum roynir í Barentshavinum eftir lodnu er »Norðborg«, og sum skilst á reiðarínum, hevur verið meiri at fingið har. »Norðborg« hevur gjørt tveir túrar, hvør 1200 tons. Seinasta túr skræddi teir nótina nakað illa, og tá ið teir fóru inn í Tromsø at landa og bøta, legðist øll manningin við herviligum beinkrími.
Fyrradagin vóru tveir av manningini hjá lækna, og fingu teir penicilin fyri lungnabruna, men sum skilst, eru fleiri á fótum aftur og støðan er í batningi umborð, verður sagt.
Ein túr aftrat
»Norðborg« ger helst ikki meiri enn tann eina túrin aftrat, tí »Gardar« verður longu yvirtikin tann 20. februar, og tá fær hann navnabroyting til »Norðborg«.
Reiðaríið arbeiðir í løtuni við at selja núverandi »Norðborg« uttanlands, og sum skilst á reiðarínum, eru samráðingar í løtuni við felag í Afrika.