Fáar danskar uppgávur orsøkin til alt forargilsi

Nú er tað so galið, at forskjótingin millum skúlaskipanirnar verður heilar 2 vikur, tí í ætlanini sæst, at nú í summar skal summarfrítíðin hjá fólkaskúlunum byrja 28. juni, meðan hon hjá miðnámsskúlunum skal byrja 24. juni, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður Fólkafloksins í fyrispurningi

Ólavur í Beiti


Hvussu ber tað til, at summarfrítíðin hjá miðnámsskúlunum ikki longur skal fylgja tí føroyska fólkaskúlanum, men heldur nærkast tí donsku summarfrítíðini? vil Jógvan á lakjuni hava at vita frá Signari á Brúnni, mentamálaráðharra.

Í viðmerkingunum, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað hevur altíð verið siðvenja, at fólkaskúlin og miðnámsskúlarnir (her verður serliga hugsað um studenta- og handilsskúlarnar) hava hildið summarfrítíð samstundis. Men tey seinastu árini hevur spurningurin onkuntíð verið uppi at vent, orsakað av at skúlafyrisitingin hevur havt hug at broytt hesa siðvenju, sigur Jógvan á Lakjuni.

Løgtingsmaðurin sipar til rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlunum fyri skúlaárið 2000/2001 og í tíðarætlan fyri students- og HF-próvtøkuna á sumri 2001, sum send eru skúlunum.

Nú er so galið, at forskjótingin millum skúlaskipanirnar verður heilar 2 vikur, tí í ætlanini sæst, at nú í summar (2000) skal summarfrítíðin hjá fólkaskúlunum byrja 28. juni, meðan hon hjá miðnámsskúlunum skal byrja 24. juni, og fólkaskúlin byrjar aftur 21. august, meðan miðnámsskúlarnir byrja aftur longu 14. august - og hetta verður so lagið frameftir!


Ímóti politiska viljanum

Tað má sigast at vera sera ørkymlandi, at umsitingin ferð eftir ferð roynir at flyta summarfrítíðina, hóast hon væl veit, at hetta er ímóti tí politiska viljanum. Einki er natúrligari, og tað má eisini vera eitt sjálvsagt krav, at summarfrítíðin hjá so nógvum skúlum sum gjørligt liggur um somu tíð, og tí er tað ófatiligt, at skúlamyndugleikarnir skulu arbeiða upp á henda mátan.

Tað sigst, at tað eru bara nakrar fáar danskar próvtøkuuppgávur, sum eru orsøkin til alt forargilsi, og tað kann ikki bera til, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ikki megnar at loysa ta uppgávuna.


Summarfrí saman

? Tað eru nógvar familjur, ið hava børn bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum, og sjálvandi eigur alt at vera gjørt fyri, at hesar familjur kunnu halda summarfrítíð saman.

? Eisini eru nógvir felagsskapir í Føroyum, sum reka stórt frítíðarvirksemi um summarið, og sum dømi kunnu nevnast skótalegur og barna- og ungdómslegur í Nesvík og í Zarepta. Hesir felagsskapir leggja sítt arbeiði til rættis eftir, nær skúlarnir hava frí, og tað eru mong av teimum ungu, sum ganga í miðnámsskúlunum, ið gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði í sambandi við hesar legur. Verður ætlanin hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum gjøgnumførd, er vandi fyri, at hesir felagsskapir verða noyddir at skerja sítt virksemi frá 6-7 vikum niður á 4-5 vikur, og tað má sigast at vera sera stórt spell og kann als ikki góðtakast.


Taka børnini

úr skúlanum

? Ein onnur avleiðing av hesum verður allarhelst, at foreldur kenna seg noydd til at taka børnini úr fólkaskúlanum, eina viku fyrr enn ætlað, ella at miðnámsskúlanæmingarnir koma eina viku ov seint í skúla.

? Í frágreiðingini, sum í november 1999 varð løgd fram til aðalorðaskiftis í sambandi við útbúgvingarpolitikk í framtíðini í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina, legði landsstýrismaðurin sera stóran dent á, at vit frameftir skulu laga alla skúlalóggávuna til okkara samfelag. Tí tykist tað serliga løgið, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið á hesum økinum skal draga okkum tættari at donskum viðurskiftum. Tað kann ikki bera til, at føroyingar, sum hava sett sær fyri at seta føtur undir egið borð, skulu verða noyddir til at lata ein part av skúlaskipanini fylgja tí donsku summarfrítíðini einans orsakað av nøkrum fáum uppgávum, sigurt Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum til fyrispurningin.