Ólavur í Beiti
Í gjár beint eftir kl 14 lendi nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways lenda á flogvøllinum í Vágum. Líkindini vóru ikki av teim bestu, so ivasamt var, um flogfarið fór at lenda. Flogfarið er av sama slag, sum gamla flogfarið hjá Atlantic Airways, eitt British Aerospace 146-200 flogfar.
Ætlanin var, at løgmaður, Anfinn Kallsberg, skuldi taka ímóti flogfarinum, men honum barst frá. Við flogfarinum, var samferðslumálaráðharrin, Finnbogi Arge, sum var umboð landsstýrisins á móttøkuna. Eisini Magni Arge, stjóri í Atlantsflog var við flogfarinum.
Leingi hevur verið í umbúna at keypa annað flogfar, tá ið kortini er neyðugt hjá Atlantic Airways á hvørjum ári at leiga eitt flogfar aftrat til summarhálvuna til tess at røkja ferðasambandið við útheimin á brúkligum støði.
Leigast út
Í samrøðu við Internet Sosialin beint fyri klokkan 20 hóskvøldið dugdi Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, ikki at siga endaliga, um tað fór at eydnast flogfarinum at lenda til ásettu tíð fríggjadagin, men arbeitt varð fram ímóti tí - bert onkur smáting restaðu í.
Eitt nú var arbeitt við, at flogfarið longu mánadagin skal leigast út til summarflúgvingin hjá Atlantsflog byrjar í juni. Longu fríggjakvøldið skuldi flogfarið avstað aftur at flúgva fyri eitt størri flogfelag í Evropa. Endaligur sáttmáli var undirskrivaður, áðrenn blaðið fór til prentingar og áðrenn flogfarið setti kós móti Føroyum, men ikki fekst at vita, hvat felag talan er um, og floglíkindini vóru, sum longu nevnt, heldur ikki av teim bestu, so ivasamt var, um flogfarið fór at lenda.
Fyrsta túrin 2. februar
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, flogternur, flogskiparar og mekanikarar vóru farin yvir til Onglands at flúgva flogfarið til Føroya, haðani tað er keypt fyri góðar 50 mió. krónur. Flogfarið er bygt í 1985 og fleyg upprunaliga í USA.
Seinastu árini hevur tað flogið fyri bretska felagið Debon Air. Fyrsta túrin síðan yvirtøkuna fleyg flogfarið 2. februar úr Stansted uttan fyri London, har tað hevur verið til eftirlit og umvæling, til Manchester. Við í fíggingini av flogfarinum er Íløgugrunnurin, sum tann 15. desember í fjør játtaði Atlantic Airways fígging.
Móttøka var í Hangarinum á Flogvøllinum klokkan 16 í sambandi við, at Atlantic Airways fekk nýggja flogfarið.