Lógarbroytingar kosta landskassanum uml. 7 mió. kr. í ár

Verður barnaansingarøkið lagt út til kommunurnar at umsita 1. apríl 2000, og verður lógin um býtið av almannaútreiðslum v.m. tikin av 1. apríl 2000, so minkar játtanin á løgtingsfíggjarlógini til barnaansing við uml. 42.689,- mió. kr., og útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini til almannamál vaksa við uml. 49.786,- mió. kr, vísur Helena Dam á Neystabø á í uppskotinum um býti av almannaútreiðslum

ÓLAVUR Í BEITI


Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m. , var lagt fram í farnu viku av Helenu Dam á Neystabø, almanna- og heilsumálaráðharra.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur almanna- og heilsumálaráðharrin, at í juli mánaði í ár fekk hon handað eitt álit frá einum arbeiðsbólki, sum hon hevði sett at koma við einum tilmæli um eitt greiðari býti millum land og kommunu, og hvussu uppgávu-, fíggjar- og ábyrgdarbýtið skuldi verða frameftir.

? Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at barnaansingarøkið frá ár 2000 skuldi leggjast út til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tær meirútreiðslur, sum standast av hesum, skuldi løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum takast av, soleiðis at landskassin frameftir skuldi rinda allar tær útreiðslur, sum fyrr vóru, sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum v.m. við einum ávísum prosentbýti, býtt millum land og kommunu.

Og um avleiðingina, sigur Helena Dam á Neystabø, at hon fyri ár 2000 verður, um lógin verður sett í gildi 1. apríl: at kommunurnar spara 49.786,- mió. kr. fyri almannamál og fáa eina meirútreiðslu upp á 49.730 mió. kr., og at landið sparir 49.730,- mió. kr. fyri dagstovnaøkið og fær eina meirútreiðslu upp á 49.786,- mió. kr.


Torført at siga

? Tað er torført at siga, hvussu tær endaligu fíggjarligu avleiðingarnar koma at síggja út. Á fíggjarlógini fyri ár 2000 eru 59.266,- mió. kr. settar av. Útrokningarnar vísa, at við verandi virksemi við eini lønarhækking uppá 3%, og at landið frá 1. januar 2000 skal rinda 40% av rakstrinum, kostar dagstovnaøkið 66.307,- mió. kr. Tá er ikki íroknað møguligt nýtt virksemi í ár 2000.

? Verður barnaansingarøkið lagt út til kommunurnar at umsita 1. apríl 2000, og verður lógin um býtið av almannaútreiðslum v.m. tikin av 1. apríl 2000, so minkar játtanin á løgtingsfíggjarlógini til barnaansing við uml. 42.689,- mió. kr., og útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini til almannamál vaksa við uml. 49.786,- mió. kr. Tað merkir, at hesar lógarbroytingar koma at kosta landskassanum uml. 7 mió. kr. í ár 2000.

? Í teimum førum, har ivi stendst um, hvørt ein útreiðsla skal rindast av kommununi ella landinum, tí at lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av 1. apríl 2000, sum er mitt í árinum, skal landið rinda útreiðsluna. Hetta kann hava við sær meirútreiðslu fyri landskassan, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.