Greiðar reglur og krøv til virksemi fjølmiðlanna

? sum bæði kunnu tryggja fjølmiðlunum sína óheftu støðu og sum kunnu tryggja einstaklingar og samfelagsbólkar móti órættari viðferð í fjølmiðlunum, sigur Høgni Hoydal m.a. í viðmerkingunum til uppskot um fjølmiðlalóggávu

ÓLAVUR Í BEITI


Høgni Hoydal sigur endamálið við uppskotinum verða, at mæla Løgtinginum til at taka støðu av nýggjum í málinum um at seta ríkislóg um fjølmiðlaábyrgd í gildi fyri Føroyar. Og orsøkin til tað er, at danska Løgmálaráðið ikki er sinnað at gera allar tær broytingar í lógini, sum Løgtingið samtykti í 1997. Í tí sambandi hevur Høgni Hoydal endurskoðað alt málið og er komin til hesar niðurstøður, sum landsstýrið tekur undir við:

Og niðurstøðurnar eru: At biðja Løgtingið um undirtøku fyri at heita á ríkismyndugleikarnar um at steðga málinum. Og at landsstýrismaðurin ístaðin leggur uppskot fyri tingið um føroyska lóg um fjølmiðlaábyrgd.

Viðvíkjandi gongdini í málinum, sigur landsstýrismaðurin, at málið er dømi um eina sera stirvna og lítið haldgóða skipan fyri lóggávu í Føroyum.

? Tað er hálvt triðja ár síðani, at Løgtingið samtykti ríkislógartilmælið um fjølmiðlaábyrgdarlóg. Síðani hevur málið ligið hjá donskum myndugleikum, uttan at lógin er sett í gildi. Nú verða so úr Løgmálaráðnum reistir ymsir prinsippiellir trupulleikar við tilmælinum, og Løgmálaráðið boðar frá, at lógin ikki kann setast í gildi við teimum broytingum, sum Løgtingið hevur samtykt.

Tríggir møguleikar eru og mælir landsstýrið til: at Løgtingið samtykkir at støðga gildiskomuni av ríkislógini, og ístaðin verður farið undir at gera føroyska lóg um fjølmiðlaábyrgd, sum tingið tekur støðu til, tá uppskotið er liðugt.

? Við hesum møguleikanum taka landsstýrið og Løgtingið sjálvi ábyrgdina av at fáa lóg um fjølmiðlaábyrgd í gildi fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingunum.

? Samanumtikið skuldi tí verið óneyðugt at farið í politiska og løgfrøðiliga togtogan millum danskar og føroyskar myndugleikar um hetta mál. Spurningurin er, hvat Løgtingið vil við spurninginum um fjølmiðlaábyrgd, og hvussu vit tryggja, at lóggávan verður gjørd og sett í verk eftir Løgtingsins ynskjum.

Samstundis sum hetta uppskot verður lagt fyri Løgtingið, verður uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.