Starmer finst at nýggju Gaza-ætlanina hjá Ísrael

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, finst at ætlanini um Gaza, sum trygdarráðið í Ísrael hevur góðkent

Tað snýr seg um, at ísraelski herurin tekur valdið á Gazabýnum og flytur sivilfólkið niðan í Suðurgaza.

 

- Tað fer á ongan hátt at stuðla undir at enda ósemjuna ella tryggja, at gíslarnir verða leyslatnir, segði Keir Starmer fríggjadagin um ætlanina, sum hann segði bert fór at føra til meira blóðbað í Gazageiranum.

 

Starmer segði eisini fyri stuttum, at um Ísrael ikki tekur verulig stig til at enda kríggið, fer Bretland at viðurkenna ein palestinskan stat.

 

Ritzau/AFP