Farmaskip rendi á bryggjuna í Havn

Farmaskipið Dettifoss hjá Faroe Ship tók í bryggjuna í Havn fyrr í dag.

 

Tó er ikki talan um stórvegis skaða, sum skilst.

 

Við dimma.fo sigur Bogi Nielsen, stjórin á Faroe Ship, at alt ikki er upplýst enn, men tíbetur er eingin stórur skaði komin av hesum.

 

Í ringasta føri er eitt merki komið á molan.

 

Kringvarpið visti í kvøld millam annað at siga, at kanska var talan um okkurt tekniskt brek, og at málið annars verður kannað. Eisini verður kannað, um bryggjan hevur fingið skaða undir vatnskorpuni. Skipið hevur ikki fingið skaða, og lossar í løtuni, og fer so víðari á ferðini, sum ætlað.