landskassan. Sosialurin hevur fingið lutvíst innlit í listan, ítøkiliga hava vit fingið innlit í tey feløg, har Taks hevur staðfest tap størri enn 5000 krónur. Hinvegin fáa vit ikki innlit í avskrivingar [...] milliónir avskrivaðar og 31 milliónir sum krøv í trotabúgvum. Pengar, ið eftir røttum áttu at ligið í landskassanum, men í staðin eru farnir millum skins og hold í feløgum, sum síðani eru farin á húsagang. [...] halda. - Pr. 31. desember hava vit meldað 31 milliónir krónur inn í mvg-krøv í trotabúgv, váttar Eyðun Mørkøre. Stjórin á Taks dugir í dag ikki at meta um, hvørt Taks fær nakra krónu burtur hesum mvg-krøvum
frá. Í Vikuskiftissosialinum er eitt stórt tema um Føroyar í Arktis og ein longri samrøða við Poul Michelsen, landsstýrismann. Av tí at tað er Kristi Himmalsferðardagur í morgin, verður Sosialurin ikki [...] eina langa siðvenju at vera í hesum økinum og hava troytt høvini í tí arktiska økinum áðrenn nakar annar gjørdi tað. So eitt natúrligt tilknýti hava vit, sjálvt um vit liggja í útjaðaranum av arktiska økinum [...] onnur lond hava stóran áhuga í at gera íløgur í arktiska økinum er eisini nakað, ið vit muga vera ansin við, metir landsstýrismaðurin. - Vit muga tryggja, at vit sum búgva í Arktis fáa eitt framtíðar samfelag
at seta seg í okkurt akfarið og leggja leiðina til Runavíkar. Vikan er væl og virðiliga frágreidd í serblað, sum Sosialurin gav út fríggjadagin kring alt landið. Sjálv vinnustevnan varð sett í morgun av [...] avbjóðingum. Tað er ikki minst aktuelt í hesum tíðum, har tað nívir fast hjá virkjum og í samfelagnum sum heild. Hugaligt at slíkar stevnur ikki bara fara fram í høvuðsstaðnum. Sigast má at eysturoyingar [...] fer fram kring landið alt, fer eisini at vera ein virkin partur av tiltøkunum í Runavík. Hetta fer at síggjast aftur í blað, í rás og á Portalinum.
eru móðir og troyttir av politikkinum í Føroyum. Fleiri veljarar svara, at teir høvdu ikki farið á val, um val var í morgin. Tá seinasta veljarakanningin varð gjørd í mars mánaði, vóru tað tilsamans 10 fólk [...] einkisigandi, men hyggja vit nærri at tølunum eru tað í dag veljarar úr øllum flokkum uttan Framsókn, sum siga seg ikki vilja fara á val, um val var í morgin. Í veljarakanningini frá mars mánaði, vóru tað bert [...] Eitt annað áhugavert rák í nýggju veljarakanningini er, at Sambandsveljarar í størri mun enn aðrir vísa ónøgd við sín egna flokk, og tí siga seg vilja atkvøða blankt, um val var í morgin. Meðan allir hinir
burtur frá fýra árum í útlandinum, var Henrik Larsen alla sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Danmark. Við trimum málum í EM-endaspælinum í 1992 átti hann eisini stóra týdning í óvæntaða sigrinum hjá [...] at dysturin fer í longda leiktíð og brotsparkskapping, hugleiðir Henrik Larsen í horninum úr Danmark. Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin sær ikki stórvegis fyrimun til føroyingarnar í, at dysturin verður [...] Hvat væntar tú av dystinum í kvøld? - Eg dugi ikki at gita nakað úrslit. Eg trúgvi, at Brøndby leikliga verður væl omaná, og teir í løtum fara at trýsta føroyingarnar. Eg vænti í øllum førum, at Brøndby fer
eirikur@sosialurin.fo Tó er Malla Samuelsen tann fyrsta kvinnan, sum hevur havt sæti á tingi, tá hon kom á ting í nakrar dagar fyri Marius Johannesen í 1964 - umboðandi Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymoyar [...] valdømi. Malla Samuelsen umboðaði eisini Sjálvstýrisflokkin í Tórshavnar Býráð frá 1956-60. Hon er fyrsta kvinnan, sum er vald í Tórshavnar býráð. Í 1978 vórðu tær fyrstu kvinnurnar valdar á ting. Tað var [...] kinum. Í 1980 fall Jona Henriksen, meðan Karin Kjølbro varð afturvald - sum einasta kvinna á tingi. Í 1984 var Karin Kjølbro vald – meðan Jóngerð Purkhús gjørdist landsstýriskvinna í m. a. f
at vitja húsini, har Beinta búleikaðist í Kálvalíð. Hesi hús, ið eru eini tey elstu í Føroyum, eru í sera góðum standi. Eisini húsini á gomlu prestagarðsgrundini í Jansagerði eru vorðin partur av Miðvágs [...] fortreytirnar fyri bygdasamfeløgunum í Vágum. Tunnilin hevur ómetaliga stóran týdning fyri vinnulív, útbúgving, arbeiðsmøguleikar og trivnað í oynni. Eitt, sum eyðkennir bygdirnar í Vágum, er samstarvið á mongum [...] hjartans longslu kann, sum tær eymt í bamri brann Soleiðis kvøður yrkjarin Jens Eli Ellefsen um heimbygd sína Miðvág, sum verður vertur fyri eina ta seinastu summarstevnuna í ár. Tað er ikki løgið, at yrkjarin
stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg. Við Heimabeitið í Útvarpinum týsdagin segði hann, at hann tekur synd í handilslívinum í Klaksvík, um handilsmiðstøðin ikki verður veruleiki. ? Gongdin í Danmark [...] handilsmiðstøðina í Klaksvík hevur ligið stilt í eina tíð nú. Men beint fyri árslok í fjør kundi Norðlýsið siga frá, at arbeiðið við ætlanini at gera eina handilsmiðstøð er so smátt farið í gongd aftur. Arbeiðið [...] vøksturin í handilslívinum liggur í miðstøðunum og ikki hjá handlunum, sum liggja uttanfyri, og tað er eitt greitt tekin um, at fólk vilja hava handilsmiðstøð, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya
Aberdeen, Sosialurin: Oljuvónirnar eru eitt sindur dempaðar í løtuni í Føroyum. Agip skuldi byrja at bora í august í ár, men men felagið hevur fingið hesa boring útsetta til 1. juli komandi ár, tí at [...] sindur troyttir í flogfarinum á veg heim til Føroyar, eftir at eitt ferðalag herfyri var niðri í Aberdeen , fyri at fáa samband við bretskar undirveitarar og fyri at byggja upp samstarv -Vit eru í eini bíðipositión [...] hevur nakrar ætlanir um at fara í bretsku oljuvinnuna. Lassi hevur verið við fyri at kunna seg og at finna samstarvsfelagar. -Vit eru í eini bíðipositión og tað eru nógv í dag, sum ikki tora at trúgva upp
sum eru kannað í allar endar og kantar, áðrenn borurin verður settur í. Føroyska samfelagið bíðar eisini í stórum spenningi eftir úrslitinum av boringunum, sum kann fyriliggja einaferð í august ella september [...] hevur verið fyrireikaður í mong ár. Tað, sum er óheppið við at leitingin fer í gongd júst nú, men sum vit einki kunnu gera við, er, at tað er so nógv annað virksemi í samfelagnum í løtuni, at ein oljuleiting [...] oljuleiting og virksemi í kjalarvørrinum á henni, kann vera við til at ?yvirupphita? virksemi sum heild í landinum og tað, sum harvið fylgjur av hækkandi prísum, tørvi á íbúðum, barnagarðsplássum, hotellplássum