Klaksvík:
Tosið um handilsmiðstøðina í Klaksvík hevur ligið stilt í eina tíð nú. Men beint fyri árslok í fjør kundi Norðlýsið siga frá, at arbeiðið við ætlanini at gera eina handilsmiðstøð er so smátt farið í gongd aftur.
Arbeiðið stegðaði fullkomuliga upp seint í fjør, tá tað var greitt, at ongin fígging kundi fáast til verkætlanina, sum varð mett at liggja um 90 milliónir við miðstøðini sjálvari, parkeringskjallara, høli til Klaksvíkar Róðrarfelag, íbúðum og so framvegis. Ætlanin var øgiliga umfatandi og kostnaðarmikil og av summum skýrd at vera tann reini ørskapur. Hetta var eisini, sum skilst, tað, sum í fjør steðagði øllum upp, tí ongin vildi fíggja eina so stóra verkætlan í einum.
Men nú er tosið byrjað aftur. Júst hvat tað er, sum hevur gjørt at gongd er komin á aftur, er tó nakað ógreitt. Men sum skilst er tosið um sjálva verkætlanina broytt nakað.
Sosialurin skilir, at Klaksvíkar kommuna og stigtakararnir hava havt fund um fleiri av viðurskiftunum og krøvunum, sum vóru til upprunaætlanina, og har er so ein semja komin burturúr, sum ger, at tað aftur ber til at fara at tosa við møguligar íleggjarar.
Fyrireikararnir siga, at allur januar mánaði helst fer við at tingast við kommununa og hinar partarnar, sum eru sinnað at vera íleggjarar í verkætlanina, um hvussu ætlanin skal ella kann koma at síggja út.
Vøksturin er í miðstøðum
Ført hevur mangan verið fram, at tað er stórt spell um handilsmiðstøðin ikki kemur, og ein av teimum, sum hevur sagt tað nakrar ferðir er stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg. Við Heimabeitið í Útvarpinum týsdagin segði hann, at hann tekur synd í handilslívinum í Klaksvík, um handilsmiðstøðin ikki verður veruleiki.
? Gongdin í Danmark vísir, at vøksturin í handilslívinum liggur í miðstøðunum og ikki hjá handlunum, sum liggja uttanfyri, og tað er eitt greitt tekin um, at fólk vilja hava handilsmiðstøð, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
Útfyllingin við Sandin er um at vera liðug nú, men verkætlanin við handilsmiðstøðini er ikki komin serliga langan veg. Uppruna ætlanin var so bjartskygd sum, at handilsmiðstøðin skuldi standa liðug, tá undirsjóvartunnilin verður liðugur á sumri í 2006, men tað verður so av ongum. Og enn er ætlanin um handilsmiðstøðina ikki eingongd vorðin veruleiki, men arbeitt verður tó kortini við henni.
Kanska meira fæst at vita um ætlanina, tá hesin mánaðurin er komin at enda. Livst so spyrst.