Jón Brian Hvidtfeldt
Uppgávan at krevja inn skatt frá føroyingum liggur í flestu førum hjá Taks, men viðhvørt liggur uppgávan úti hjá privatum. Tá tú fert til handils, keypir eina vøru ella tænastu, rindar tú meirvirðisgjald. Uppgávan at krevja inn pengarnar fyri landskassan liggur hjá tí, ið selir vøruna ella tænastuna.
Grein-1 í lógini um meirvirðisgjald sigur, at ”sambært hesi lóg skal avgjald rindast
til landskassan í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum og við
innflutning úr útlondum.” Sjálv uppgávan at krevja inn liggur, sum nevnt, úti í vinnuni.
Men ofta knípur at bera pengarnar, skattin, víðari til landskassan. Hetta hóast mvg-lógin ásetir, at meirvirðisgjaldið skal avroknast triðja hvønn mánaða.
Frá 2005 til 2011 hevur Taks avskrivað 65 milliónir krónur uppá feløg og mvg-skrásettar persónar, sum ikki funnu vegin fram til landskassan. Sosialurin hevur fingið lutvíst innlit í listan, ítøkiliga hava vit fingið innlit í tey feløg, har Taks hevur staðfest tap størri enn 5000 krónur. Hinvegin fáa vit ikki innlit í avskrivingar uppá mvg-skrásettar privatpersónar, tí tað sambært Taks kann skaða persónarnar fíggjarliga framyvir.
Men hesin langi listin við 65 milliónum, mistum skattakrónum er bara toppurin av ísfjallinum. Tí Taks stendur í løtuni reelt og veittrar farvæl til umleið 31 milliónir krónur afturat. Her er talan um pengar, sum eru kravdir inn, men bara ongantíð finna vegin fram til landskassan, tí feløgini, ið hava kravt pengarnar inn, eru áveg á húsagang.
Í eini frágreiðing til Landsgrannskoðanina í fjørsummar staðfestir Taks, at avskrivingarnar fara at verða væl størri, av tí at fleiri feløg eru undir konkurs/tvingsilsavtøku. Víðari staðfestir Taks at:
- Tá hesi feløg eru strikað hjá Skráseting Føroya, roknar Taks við at avskriva í minsta lagi 33 milliónir krónur afturat, tí sannlíkt er at ongin peningur er til at rinda skuld, sum til dømis meirvirðisgjald.
Henda meting skuldi eisini vísa seg at halda.
- Pr. 31. desember hava vit meldað 31 milliónir krónur inn í mvg-krøv í trotabúgv, váttar Eyðun Mørkøre.
Stjórin á Taks dugir í dag ikki at meta um, hvørt Taks fær nakra krónu burtur hesum mvg-krøvum.
Tilsamans er also talan um 96 milliónir krónur, 65 milliónir avskrivaðar og 31 milliónir sum krøv í trotabúgvum. Pengar, ið eftir røttum áttu at ligið í landskassanum, men í staðin eru farnir millum skins og hold í feløgum, sum síðani eru farin á húsagang.










