Mugu ansa okkum fyri stórveldunum

Vit hava hava troytt høvini í tí arktiska økinum áðrenn nakar annar, sigur landsstýrismaðurin

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, var saman við fyrrverandi íslendska forsetanum Ólafur Ragnar Grímsson, ið nú virkar sum formaður fyri Arctic Circle, vertur fyri stóru Arctic Hubs ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, har yvir 100 útlendskir gestir vóru savnaðir at viðgera evnir, ið eru viðkomandi fyri londini í arktiska økinum. 


Hóast Føroyar ikki hava eitt eins sterkt tilknýti til Arktis, sum til dømis Grønland hevur, so vísur landsstýrismaðurin á, at Føroyar hava eitt natúrligt tilknýti til hendan partin av heiminum.

- Vit hava eina langa siðvenju at vera í hesum økinum og hava troytt høvini í tí arktiska økinum áðrenn nakar annar gjørdi tað. So eitt natúrligt tilknýti hava vit, sjálvt um vit liggja í útjaðaranum av arktiska økinum og ikki kunna kalla okkum arktisk á sama hátt sum Grønland og Kanada.
Tey hava eina aðra støðu, men vit liggja á kantinum og eru portrið til Arktis, sigur Poul Michelsen.

Hóast broyttu umstøðurnar í Arktis lata dyrnar upp fyri fleiri møguleikum, so ávarar Poul Michelsen eisini um, at tað eisini hevur nakrar vandar við sær, ið arktisku londini muga taka í álvara.

- Vit muga vera vakin og ansin við tí búskapi, sum kemur at virka her í framtíðini við fleiri ymiskum aktørum og londum, ið gera íløgur. Tað er eisini ein javnvág millum at ásanna, at tað eru møguleikar til nýtt virksemi, men samstundis viðurkenna, at vit eru uppi móti stórum náttúruavbjóðingum við teimum avleiðingum, ið ísbráðningin hevur.
Tað fylgja vit væl við og veita okkara íkast til gransking innan tað, sigur Poul Michelsen.

Tað at altjóða fyritøkur og onnur lond hava stóran áhuga í at gera íløgur í arktiska økinum er eisini nakað, ið vit muga vera ansin við, metir landsstýrismaðurin.

-  Vit muga tryggja, at vit sum búgva í Arktis fáa eitt framtíðar samfelag, ið verður merkt av virðing fyri tí at búgva her og at vit ansa eftir, at vit ikki liggja eftirá av øðrum stórveldum, ið kanska hava minni atlit til okkum, ið búgva her, greiður landsstýrismaður frá.

Í Vikuskiftissosialinum er eitt stórt tema um Føroyar í Arktis og ein longri samrøða við Poul Michelsen, landsstýrismann. Av tí at tað er Kristi Himmalsferðardagur í morgin, verður Sosialurin ikki borin út fyrr enn fríggjadagin. Hann er tó at fáa í sølustøðunum í miðstaðarøkinum í kvøld.