JAVNSTØÐA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tó er Malla Samuelsen tann fyrsta kvinnan, sum hevur havt sæti á tingi, tá hon kom á ting í nakrar dagar fyri Marius Johannesen í 1964 - umboðandi Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymoyar valdømi.
Malla Samuelsen umboðaði eisini Sjálvstýrisflokkin í Tórshavnar Býráð frá 1956-60. Hon er fyrsta kvinnan, sum er vald í Tórshavnar býráð.
Í 1978 vórðu tær fyrstu kvinnurnar valdar á ting. Tað var Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum.
Í 1980 fall Jona Henriksen, meðan Karin Kjølbro varð afturvald - sum einasta kvinna á tingi. Í 1984 var Karin Kjølbro vald – meðan Jóngerð Purkhús gjørdist landsstýriskvinna í m. a. fíggjarmálum - hon er tann fyrsta kvinnan, sum hevur sitið í landsstýrinum.
Í 1988 vóru Jóngerð Purkhús og Karin Kjølbro valdar fyri Tjóðveldisflokkin og Marita Petersen fyri Javnaðarflokkin.
Í 1990 høvdu tríggir flokkar kvinnuliga umboðaðan. Marita Petersen fyri Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin og Lisbeth Petersen fyri Sambandsflokkin.
Í 1994 var Marita Petersen vald fyri Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin, Lisbeth Petersen og Maria Hansen fyri Sambandsflokkin og Ingeborg Vinther fyri Verk-amannafylkingina
Rúna Sivertsen kom á ting sum varakvinna fyri Anfinn Kallsberg í 1996, tá hann fór í landsstýrið
Í 1998 vóru valdar Lisbeth L. Petersen fyri Sambandsflokkin, Katrin Dahl Jakobsen fyri Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin og Annita á Fríðriksmørk fyri Tjóð-veldisflokkin.
Rúna Sivertsen hevði sæti sum varakvinna fyri Anfinn Kallsberg.
Í 2002 vóru valdar Lisbeth L. Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Annita á Fríðriksmørk og Kristina Háfoss fyri Tjóðveldisflokkin.
Við seinasta løgtingsval í 2004 vóru tríggjar kvinnur valdar á ting:
Lisbeth L. Petersen
Annita á Fríðriksmørk
Heidi Petersen.
-----
Kvinnur, valdar á ting:
Jona Henriksen 1978-80
Karin Kjølbro 1978-90
Jóngerð Purkhús 1988-90
Marita Petersen 1988-98
Lisbeth L. Petersen 1990-
Helena Dam á Neystabø 1990-2002
Maria Hansen 1994-98
Ingeborg Vinther 1994-98
Katrin Dahl Jakobsen 1998-2004
Annita á Fríðriksmørk 1998-
Kristina Háfoss 2002-04
Heidi Petersen 2004-










