Oljuvónirnar eitt sindur dempaðar

Aberdeen, Sosialurin: Oljuvónirnar eru eitt sindur dempaðar í løtuni í Føroyum. Agip skuldi byrja at bora í august í ár, men men felagið hevur fingið hesa boring útsetta til 1. juli komandi ár, tí at strategiin mátti leggjast um aftaná góða úrslitið hjá BP.

Aberdeen, Sosialurin: Oljuvónirnar eru eitt sindur dempaðar í løtuni í Føroyum. Agip skuldi byrja at bora í august í ár, men men felagið hevur fingið hesa boring útsetta til 1. juli komandi ár, tí at strategiin mátti leggjast um aftaná góða úrslitið hjá BP.
Og umboð fyri føroyskt vinnulív sita eitt sindur troyttir í flogfarinum á veg heim til Føroyar, eftir at eitt ferðalag herfyri var niðri í Aberdeen , fyri at fáa samband við bretskar undirveitarar og fyri at byggja upp samstarv
-Vit eru í eini bíðipositión, og vónirnar eru dempaðar eitt sindur, sigur Lassi Borðoy, sum er stjóri á Atlantic Suppley Base. Hann hevur verið við á ferðini, ikki tí Atlantic Supply Base enn hevur nakrar ætlanir um at fara í bretsku oljuvinnuna. Lassi hevur verið við fyri at kunna seg og at finna samstarvsfelagar.
-Vit eru í eini bíðipositión og tað eru nógv í dag, sum ikki tora at trúgva upp á hetta. Kemur nakað so er tað gott, kemur einki, so er tað tað, sigur Lassi og ressar seg í tronga flúgvarasetrinum.
Og Lassi er eitt sindur vónbrotin, tí at slakað er av ferðini, hansara fyritøka skuldi gingið við fullari ferð í løtuni, men nú liggur hon ikki meir enn upp í.
-Var Agip farið undir boringina í august, so hevur verið nógv at gera hjá okkum. Vit eru enn ikki nøkur stór fyritøka, so hetta var ein smeitur fyri okkum, at boringin varð útsett. Vit eru tíbetur slopnir undan at siga fólki upp. Starvsfólk hjá okkum er nú útleigað til Noregs, so vit eru mannaðir, tá Agip fer at bora komandi ár, men hetta kom illa við, sigur Lassi Borðoy.
- Fyri okkum hevur tað havt týdning, at læra oljuvinnuna at kenna og kanska serliga felagið vit skulu arbeiða fyri komandi ár, tí hevur tað verið mennandi at vitja Agip í Aberdeen. Vit hava eisini aðrar samstarvsfelagar í Aberdeen, sigur Lassi Borðoy.
Atlantic Supply Base er eitt reint føroyskt felag við 18 fyritøkum úr Eysturoynni og einum úr Havn. Felagið fór undir virksemi í 1999, gjørdist partafelag í 2000 og til heystar er ætlanin at víðka partaeigaraskaran til 25 fyritøkur.
Felagið hevur saman við Skipafelagnum sáttmála við oljufeløgini og Atlantic Supply Base tekur sær serliga av tangunum, kemikalium,. útgerð og øðrum.