Oddagrein·Dialogur ynsktur

Um fjúrtan dagar ella so byrjar nýtt tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá fara tvey av heimsins størstu oljufeløgum undir at bora eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Hesi eru BP og Statoil. Og seinni í heyst fer so triðja oljufelagið Amerada Hess, undir sína fyrstu boring

 


Stórar eru vónirnar til hesar boringar, nú umboð fyri feløgini hava verið rættiliga bjartskygd um at finna nakað. Tað skal vera løgið, um ikki okkurt av feløgunum rakar við olju, nú hetta eru øki, sum eru kannað í allar endar og kantar, áðrenn borurin verður settur í.


Føroyska samfelagið bíðar eisini í stórum spenningi eftir úrslitinum av boringunum, sum kann fyriliggja einaferð í august ella september. Spurningurin er so, um vit hava gjørt okkum ov stórar vónir um nakað, sum vit enn einki vita um við vissu. Tað vil tíðin vísa, men hetta er so ?endin? ella fyri tað ?byrjanin? á einum útviklingi, sum nú hevur verið fyrireikaður í mong ár.


Tað, sum er óheppið við at leitingin fer í gongd júst nú, men sum vit einki kunnu gera við, er, at tað er so nógv annað virksemi í samfelagnum í løtuni, at ein oljuleiting og virksemi í kjalarvørrinum á henni, kann vera við til at ?yvirupphita? virksemi sum heild í landinum og tað, sum harvið fylgjur av hækkandi prísum, tørvi á íbúðum, barnagarðsplássum, hotellplássum osfr. Men neyvan visti nakar, tá fyrireikingarnar fóru í gongd at fara undir at leita eftir olju, at so nógv virksemi fór at vera í samfelagnum, tá so sett varð á at bora.


Hetta er so ein sannroynd og spurningurin er, hvussu vit tacla støðuna, um tað skuldi hent, at t.d. øll oljufeløgini raka við olju ella kanska um bara eitt finnur olju. Vit hava jú sett kravið um føroyska luttøku og stendur eisini í lógini, at møgulig olja skal uppá land í Føroyum. Tað merkir so aftur meira virksemi og krøv til bústaðir ol. Hetta verður tí ein tann altavgerandi spurningurin at taka upp, tá og um olja verður funnin. Í hvønn mun ynskja vit, at alt virksemi frá oljuni skal vera her á landi, eisini oljuterminalur.


Síðani vit reistu spurningin um týdning av oljuráðlegging á hesum stað hevur býráðslimur í Havn skotið upp, at býráðið setur oljuráðleggingarnevd. Hetta er helst skilagott, men tað er týdningarmikið, at kommunalir og landsmyndugleikar finna eitt felags stev í hesum, soleiðis at vit ikki koma at gera dupult arbeiði ella draga hvør sína línu. Latið okkum fáa dialogin um hesi viðurskifti út í miðlarnar. Tað skal vera vón okkara, at lesararnir brúka blaðið til henda so týðandi dialogin og vilja vit við hesum bjóða til alment orðaskifti um nettupp hetta: verður nógv olja funnin, hvussu handfara vit hana og oljuinntøkurnar frægast?


Sosialurin