Eysturoyingar ganga undan

Oddagrein:

Í døgunum 18. til 25. oktober er Runavík karmur um fjølbroytta mentanarviku og vinnustevnuna FaroExpo. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur fingið stóra undirtøku á hvørjum ári. Hetta er so fimta árið á rað, at myndugleikar og vinnan í økinum taka hetta stóra takið.

Mentanarvikan byrjaði longu í vikuskiftinum og heldur fram alla vikuna. Við nýggja mentanarhúsinum Løgshøll eru góðir karmar skaptir fyri at skipa fyri slíkum tiltøkum, og Runavík kann sum størsta búplássið í landsins mest virknu oyggj halda mentanartiltøk av nærum øllum slag. Mentanarvikan er sera fjølbroytt og spennandi og má sigast, at stigtakararnir veruliga hava gjørt sær stóran ómak at finna góð tiltøk og nøvn gjøgnum alla vikuna. So tað er bara at seta seg í okkurt akfarið og leggja leiðina til Runavíkar. Vikan er væl og virðiliga frágreidd í serblað, sum Sosialurin gav út fríggjadagin kring alt landið.

Sjálv vinnustevnan varð sett í morgun av Jørgen Niclassen, landsstýrismanni, og hon heldur fram til mikudagin. Við á stevnuni eru fleiri enn 50 føroysk og útlendsk virki. Partur av vinnustevnuni er áhugaverd ráðstevna seinnapartin mikudagin, sum ber heitið “Nútímans leiðsla”. Eitt viðkomandi tiltak og tilboð til føroyskar leiðarar og stjórar eitt nú um, hvussu tú møtir avbjóðingum. Tað er ikki minst aktuelt í hesum tíðum, har tað nívir fast hjá virkjum og í samfelagnum sum heild.

Hugaligt at slíkar stevnur ikki bara fara fram í høvuðsstaðnum. Sigast má at eysturoyingar hava ikki staðið aftanfyri Havnina í so máta. Her grør um gangandi fót, ja tað er ikki ov nógv sagt, at Eysturoyggin í mongum lutum gongur á odda sum vinnuoyggj føroyinga. Ongastaðni kring landið er so nógv og fjølbroytt vinnuvirksemi sum í Eysturoynni, og ein høvuðsorsøkin til hetta man vera, at her býr gott og virkið fólk og ikki at gloyma – her er nógv gott at byggja víðari á, sum onnur løgdu lunnar undir. Og tí er tað eisini ein sjálvfylgja, at vinnustevnur og ráðstevnur eisini verða hildnar í oynni. At mentanarvika eisini er vorðin partur av tiltøkunum er at fegnast um, tí í mongum er samspæl millum mentan og vinnu.

Vit fara at ynskja eysturoyingum og ikki minst runavíkarfólki tillukku við hesum tiltøkum og góða eydnu. Miðlahúsið og tess mongu miðlar, sum hava til uppgávu at fylgja við øllum tí, sum fer fram kring landið alt, fer eisini at vera ein virkin partur av tiltøkunum í Runavík. Hetta fer at síggjast aftur í blað, í rás og á Portalinum.