Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin hevur umboðað Løgtingið á ST-aðalfundinum í USA hetta fyrra skeiðið í ár.
Um túrin greiðir Beinir Johannesen soleiðis frá á heimasíðu Løgtingsins:
“Ferðin byrjaði í Washington D.C., har vit fingu innlit í amerikonsku politisku skipanina, vitjaðu felagsskapir, Heimsbankan og Kongressina, har tað eisini var fundur við kongresslimir.
Í New York fingu vit innlit í arbeiðið hjá ST og teirra felagsskapum. Eisini hittu vit fleiri av hesum felagsskapum, ið fáast við ymisk økir, ið ST arbeiðir við. Vit fingu eisini høvi at eygleiða fundir í Trygdarráðnum hjá ST, har tað týðiliga sæst, hvussu nógv trygdarpolitikkur fyllir í dag, og hvussu óvissan í heiminum ger seg galdandi á mongum økjum.”
Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fer at umboða Løgtingið í seinna skeiðnum, sum verður í novembur mánaði.