higartil heilt fáu, sum halda, at uppskotið er ikki heilt burturvið. Chris Jan Michelsen leggur dent á, at Megnfelag útróðrarmanna er avgjørt ímóti at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar. ? Men [...] skuldi verða, at flotin skuldi blíva so væl fyri, at hann var førur fyri at gjalda landskassanum eina tilfeingisrentu, gjørdi John Petersen púra greitt. Formaðurin í MÚ vísir eisini á, at tað er ógvuliga [...] eisini av teirri áskoðan, at førdi fiskivinnupolitikkurin er ikki sambæriligur við lógartekstin, har tað stendur, at tilfeingið er fólksins ogn og at endamálið skal vera við til at skapa virksemið kring landið
trúttar niður í fólk. Landsstýrið er langt síðani farið frá at upplýsa og til at agitera, at royna at umvenda tað mótvilliga fólkið, um at tað sum landsstýrið ætlar, er tað einasta rætta, og alt hitt [...] nakrantíð at taka støðu til og fremja á ein hátt so tað verður øllum fólkinum at gagni. Tí er so umráðandi at kunningin verður meira álítandi enn higartil, og at henda kunningin virðir tann veruleikan, at tað [...] Eg sigi ikki at tað er lygn, at tað er ósatt, sum verður sagt. Men tá bara sjónarmiðini hjá øðrum partinum hava eitt so fullkomið yvirræðið í tí sum verður borið út, tá skiftir kunning til at vera rein og
dylur ikki, at tað er eingin trupulleiki at halda fram við arbeiðssteðginum í ein mánað afturat og at Lærarafelagið ikki ætlar at slaka. Í blaðnum mikudagin varð eisini nevnt, at eftir at semja er funnin [...] halda, at hann er ikki so væl kunnaður, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. Skúlar lata aftur Søgur ganga um, at á mongum skúlum er støðan ikki góð og at talan er um, at skúlarnir [...] sigst vera fyri, at skúlar brátt lata aftur, tí allar uppgávur verða ikki røktar og einki verður keypt inn, so ymiskt byrjar at ganga undan. - Eg havi verið úti í skúlanum og havi sæð, at t.d. teldustovur
tiðja og fjórða sett, tá var einki at gera hjá Fleyr. ? Vit vóru so nógv betri enn tær, at har var einki at gera, sigur Marjun staðfestandi, og vísir serliga á, at Fleyr hevði stórar trupulleikar av móttøkuni [...] var ikki meira at skriva heim um frá tí dystinum. Hyggja vit at settunum, so endaði fyrsta sett við so stórum settmuni, sum 21-13 til Mjølnir. Liðskiparin hjá Mjølni, Marjun Kalsø sigur, at hon ikki var [...] umstøðum koma fyri. Tað kann gera tað sama, at fleiri av spælarunum eru ungir og hava lítlar royndir, men tað eigur ikki at vera ein av spælarunum sum er í iva um at tað skal berjast um hvønn tann einasta bólt
neyðugt at seta upp nakrar fortreytir. Illa ber til at endurskapa eitt samfelag í einum myndli, og tí verður aloftast valt at skera samfelagið inn á bein so at siga. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað eru [...] tað er tað, sum ger tað møguligt at koma til eitt úrslit. Í hesi kanningini er ein fortreyt, at einastu broytingar, sum fara fram eru at ríkisveitingin fellur, og fyri at fíggja tað verður landskassin fyltur [...] búskapardeildin hjá Háskóla Íslands hevur gjørt, er, at vælferðin í landinum fellur, at skatturin í landinum fer upp - fyri onkrar bólkar við 20 prosentum, og at uppsparingin minkar við 20 prosentum ella har
vit undir at gera húgvur. Kappingin er ógvuliga hørð, vøran er ikki bílig, og tí trúgva vit ikki uppá, at tað fer at loysa seg at gera størri vørur. Tað er undir merkinum "Little Angel", at vøran verður [...] tað nærliggjandi at hyggja at týska marknaðinum, tí Erling kennir hendan marknaðin væl sum reklamumaður á næst størsta reklamuvirkinum í Danmark. - Eitt er at finna marknaðin, annað er at finna út av, hvørjar [...] hvørjar vørur vit eiga at leggja okkum eftir at gera. Vit hava í fyrsta umfari hildið okkum burtur frá at gera mótavørur, tí mótin er so øgiliga skiftandi. Tí hava vit valt at fara undir framleiðslu av
er at ivast í, at Kenneth við hesum hevur fingið ein sera dugnaligan lærumeistara, sum hevur nógv at geva frá sær. At ein somikið frægur maður, hevur hug at fara undir hetta, ber eisini boð um, at tað [...] kann eisini, at við tað at Kenneth er nógv yngri enn flestu av mótstøðumonnunum, hevur eisini verið neyðugt at broyta eitt sindur upp á súkklu hansara. Hesar eru vanligar gjørdar soleiðis, at tær skulu bera [...] eisini borið soleiðis í bandi, at Kenneth nú hevur egnan venjara. Vanliga er tað annars soleiðis, at meginparturin av venjingini gongur fyri seg á tann hátt, at koyrararnir so at siga læra seg sjálvan, hóast
tá ein annars dugir væl at málbera seg, enn at lata úr hondum tekst við onkrum stavvilum, men tað verður avgjørt ein fyrimunur, at onkur kønur í fakinum ansar eftir, at stavvillurnar verða fyribeindar, áðrenn [...] krími, havi eg kortini havt yvirskot at lesa bókina. Satt at siga, so er ferðafrásøgnin hjá ungu Heimasandsgentuni ikki sørt heilsubót bæði so og so. Eg fari ikki at ummæla bókina út í æsir, tað duga onnur [...] keðiligar, at Durita ikki á ein ella annan hátt fær snarað tær til tað góða. Vit kunnu spyrja, hvussu ber tað til, at Durita so gott sum ongantíð møtir óreinskapinum í verðini? Hvussu ber tað til, at Durita
Endamálið við degnum er, at politikarar í øllum londum eftirmeta tað, ið gjørt er, og hvat enn liggur á láni. ? Til tess at tryggja at henda eftirmeting kann fara fram, og at støða teirra brekaðu regluliga [...] ætlanum um at virða tær sum reglu í altjóða lóg. Tær krevja, at hvør einstøk tjóð bindur seg bæði moralskt og politiskt, at arbeiða fyri javnrættindi fyri brekað fólk. ? Soleiðis eiga vit eisini at tryggja [...] desember 1999. Tað er ST sum hevur valt 3. desember at vera alheims handikappdag. Hetta varð gjørt fyri at lond um allan heim skulu hava møguleika at fylgja tí arbeiði upp, sum flest øll lond, eisini Føroyar
alla mótstøðu av vegnum í so at siga øllum dystum. Væntandi var, at Fleyr skuldi fara at klára seg væl, men at yvirvágin skuldi gerast so stór var ikki væntandi. Orsøkin til, at Fleyr hevur klárað seg so [...] gjørdu at trupult var at fáa spælið at hanga saman, og ov nógv lá á herðunum á einum einstøkum leikara. Og hóast Trygvi man vera ein av bestu spælarunum í landinum á sínum plássi, er tað ov nógv at krevja [...] hálvrunnið. Í slíkum løtum kann vera áhugavert at gera støðuna upp og hyggja at hvussu leikur er farin. Fleyr vælkoyrandi Hjá monnunum hevur hetta árið víst seg at vera árið hjá Fleyr. Higartil í øllum førum