Hølvaðar av í Klaksvík

Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Mjølnir nýttust ikki langa tíð at knúsa eitt uppgevandi Fleyrlið, sum avgjørt einki hevði at bjóða uppá uttan nervar og ósamanhangandi spæl

Mjølnir-Fleyr 2-0

(21-13,21-9, 21-11, 21-6)


Undan vikuskiftinum varð mett á hesum síðum, at dysturin í Klaksvík millum kvinnurnar hjá Mjølni og Fleyr fór at gerast ein spennandi av slagnum. Men so var ao avgjørt ikki.

Dysturin fekk slagsíðu beinanvegin, tá Mjølnir vísti havnakvinnum hvar skápið skuldi standa og so var ikki meira at skriva heim um frá tí dystinum.

Hyggja vit at settunum, so endaði fyrsta sett við so stórum settmuni, sum 21-13 til Mjølnir. Liðskiparin hjá Mjølni, Marjun Kalsø sigur, at hon ikki var so illa nøgd við spælið í hesum settinum, tí tá var eitt sindur av kapping um bóltarnar, men tá talan er um annað, tiðja og fjórða sett, tá var einki at gera hjá Fleyr.

? Vit vóru so nógv betri enn tær, at har var einki at gera, sigur Marjun staðfestandi, og vísir serliga á, at Fleyr hevði stórar trupulleikar av móttøkuni.

Annað sett endaði heili 21-9. Tey bæði settini í seinna ha¥lvleiki endaðu ávikavist 21-11 og 21-6, so tað sæst týðuliga, at talan var um ein ruddiligan avsmurning.


Ótrúliga vánaligt

Tað er væl skilligt, at leikararnir á Fleyrliðnum vóru púra fyri ongum aftaná dystin. Eingin fataði hvat var hent, tí so vánaligt spæl, sum liðið vísti leygardagin eigur - og má - ikki undir nøkrum umstøðum koma fyri.

Tað kann gera tað sama, at fleiri av spælarunum eru ungir og hava lítlar royndir, men tað eigur ikki at vera ein av spælarunum sum er í iva um at tað skal berjast um hvønn tann einasta bólt.

Hetta sást yvirhøvur einki til á Fleyrliðnum, so uttan at taka nakað frá Mjølnir, sum hóast vánaliga mótstøðu helt damipum uppi.

Har var als einki høpið í spælinum hjá Fleyr. Móttøkurnar fóru í allar ættir, so Mariann ÿster mátti renna sum fluga í fløsku fyri at fáa fatur á teimum, og fekk hon bóltin upp til hevaran, so varð hann sligin í netið av onkrum leikara, sum ikki rættiliga visti hvør skuldi taka ábyrgdina av miseruni.


Foyar havnagentur

Sum vera mann, so vóru tað nakrar heldur enn ikki foyar kvinnur vit fingu orð á aftaná dystin. Sótu, sum vóru tær farnar í sjokk, og tað lýsti langan veg, at tær vistu væl »hvat klokkan hevði sligið«.

? Alt var galið. Móttøkurnar, verjuspælið álopið - alt. Har var púra einki høpið í nakrastaðni, søgdu tær, næstan bleikar í høvdinum. tær vóru fullgreiðar um, at tað tær høvdu avrikað á vøllinum tað var verri enn vánaligt, og tað eigur at síggjast í einum harðari innsatsi á venjingarvøllinum.

Pascu Romica fær sostatt nóg mikið at takast við, tí har er ikki so lítið at rætta upp á.

Hann hevur ikki havt teir stóru møguleikarnar at venja við kvinnunum áðrenn dystin í Klaksvík. Leikari og venjari høvdu bara verið saman tvær ferðir til venjing, og tí kann vónast, at innsatsurin verður betur næstu ferð.

Tað skal kortini skoytast uppí, at venjarin hjá Mjølnir ikki hevur havt stórt meiri tíð enn venjarin hjá Fleyr, og tískil er tað eingin umbering fyri vánaliga spælinum hjá Fleyr, og tí er at roknað við at hatta, sum hendi í Klaksvík var ein einsamallur fusari.


Eingin ósigraður eftir

Undan vikuskiftinum var tað bara Fleyr, sum ongan dyr hevði tapt, men soleiðis er ikki statt longur. Tískil er kappingin eisini vórðin nógv javnari enn hon eitt nú var í fjør, og tað er bara at gleðast yvir sum áskoðari.

Hóast tað er í so tíðliga enn at siga nakað um meistaraheitið, so er skulu vit beinanvegin staðfesta, at Mjølnir aftur í ár verður tað fremsta boðið upp á ein meistar ár. Hóast mótstøðan var ring sunnudagin, so vóru klaksvíksgentur so nógva ferðir betri enn Fleyr, at talan var í veruleikanum um einvegis ferðslu.

Kunnu tær halda mótinum og ferðini uppi, so verða tær toførar at halda afturí ár.